mikudagur 8. apríl 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 8. apríl 2009
31
Tað er rættiliga sigandi, at
einasta greiða politiska
málið hjá ABC-landsstýri-
num í 7 mánaðir, er at
byggja eitt kjarnorkuverk í
Føroyum. Restin er stríð
fyri úrvaldar seráhugabólk-
ar, har virðini hjá tjóðini og
grundreglurnar í fólka-
ræðinum bræða niður
“Um tú miðar eftir ongum, so
ert tú vísur í at raka rætt”.
Soleiðis sigur eitt enskt
orðatak. Og tað kundi verið
smíðað til politikkin hjá
endurskaptu ABC-samgong-
uni í Føroyum. Og dapra
úrslitið av miðloysinum og
ábyrgdarloysinum er eisini
víst: Tú rakar onga framtíð,
men alt, sum er bygt upp og
hevur varðandi virði, brýtist
spakuliga niður. Spurningurin
er bert, um tað eydnast at
rura fólk í blund, so at fólk
missa alt álit á eitt veruligt
fólkaræðið í Føroyum, og
heldur vilja hava eitt annað
fólk og eina stjórn, sum vit
ikki hava valt, at taka avgerð-
irnar fyri okkum.
Veruleikin um fyrru
ABC-samgonguna
Undanfarna ABC-samgonga
niðurbræddi búskapin og
fíggjarligu ábyrgdina. Hon
megnaði uppá bert 4 ár at
tøma landskassan, oysa
óneyðugar skattalættar út til
tey vælbjargaðu, sleppa øll-
um avtalum við kommunur-
nar og sleppa øllum íløgu-
ætlanum. Hevði fullveldis-
málið og málið um ein sjálv-
berandi búskap verið hildið,
so høvdu landskassin og
kommunurnar verið væl fyri í
dag til at gjørt neyðugar
íløgur, og bankarnir høvdu
aldri farið út í sínar nýggju
lánseksperiment.
Men øll mál vórðu slept.
Studningur aftur veittur til
vinnulívið. Landsstýrismenn
brúktu í heimildarloysi meira
enn 170 mió. krónur meira,
enn tingið játtaði – og ongin
veit, hvør hevur fingið tað
betri av hesum pengum. Ong-
in vinnupolitikkur, sosialpoli-
tikkur, umhvørvispolitikkur
ella útbúgvingar- og mentanar-
politikkur varð førdur. Og
útlendingamálini vórðu vavd í
ein ellibita, hóast tørvurin á
arbeiðsmegi vaks, orsakað av
tí økta peningin, ið varð
sprændur út í samfelagið.
Ein óheppin blanding
Tað løgna við politiska ABC-
num er, at allir flokkar sjálv-
sagt hava fleiri góð mál og
virðir í sínum skjøldri. Men
blandingin fær ikki teir góðu
partarnir fram hjá flokkun-
um, men heldur teir ringastu.
Í ABC-samgonguni sleppur
sambandsflokkurin sjálvt
teirri konservativt kjølfestu
búskaparligu ábyrgdini, sum
flokkurin hóast alt hevur átt í
forum. Javnaðarflokkurin
sleppur øllum hugsanum um
samhaldsfesti og førir høgra-
vendan politikk. Og Fólka-
flokkurin sleppur øllum mál-
um um fullveldi og rekur
reinan sambandspolitikk.
Eftir stendur einans eitt
stríð um vald, persónligar
markeringar í ymsum spjadd-
um málum, og eitt opinlýst
stríð millum teir seráhuga-
bólkar, sum flokkarnir og
teirra politikarar umboða.
Naggatódnin í seinnu
ABC-samgonguni
Meira álvarsligt er, at søgan
endurtekur seg. Endurskipaða
ABC-samgongan hevur nú
sitið í 7 mánaðir. Vit hava
ongantíð havt størri tørv á
politiskari broytingarmegi,
greiðum málum og atgerðar-
fastleika. Men onki politiskt
mál er komið frá landsstýri-
num, uttan ein melding um at
byggja kjarnorkuverk. (Hetta
man vera einasta tjóð í heimi-
num, sum hóast hon hevur
allar náttúrligar orkukeldur
kring seg, tosar í álvara um at
nýta hundraðtals milliónir
uppá ein skipan, ið kann gera
av við alla tjóðina í einum,
um óhappið skuldi hent!)
Annars eru bert komin
uppskot frá donsku stjórnini,
ymsum seráhugabólkum inn-
an vinnu og fiskivinnu (Smyr-
il Line, fiskiveiðisamráðingar
og kvotabýti) og teknisk upp-
skot frá embætisverkinum,
sum lógu í Tinganesi áðrenn
landsstýrið tók við.
ABC-samgongan hevur í
fíggjarligu avbjóðingunum
bert samtykt at skera niður
hjá veikastu pensjónistunum,
einkjum og einkjubørnum, á
sosiala økinum hjá veikastu
familjunum – og innan út-
búgvingarøkið er tað spolað
aftur, sum sett varð í verk
undir CHE-samgonguni.
Atlantsflog drigið gjøgnum
politiskt valdsspæl
Hvørji mál eru so á dags-
skránni millum samgongu-
flokkarnar?
Í vikuvís hevur tjóðarflog-
felag okkara verið endavent
og álað sundur í fjølmiðlun-
um – orsakað av landsstýris-
flokkunum. Einasti politiski
spurningurin eigur at vera,
um landsstýrismaðurin røkir
áhugamálini hjá landinum og
situr fyri sínum málsøki á
fullgóðan hátt. Er illgruni
um, at landsstýrismaðurin
ikki ger tað, so má løgmaður
kanna embætisførslu hansara
– ella tingið má gera tað og
reisa møguligt misálit. Men
heldur enn at gera eina greiða
niðurstøðu um tað, so felagið
ikki verður skatt óneyðugt,
tykist tað góðtikið, at polit-
isku flokkarnir sita handan
stongdar dyr og sjussa seg
fram til onkran rossahandil.
Man úrslitið ikki verða, at
landsstýrismaðurin onkus-
vegna við góðkenning frá
Fólkaflokkinum velur onkrar
nevndarlimir, so at javnvág
verður millum seráhugamál
flokkanna og tey hjá privatu
partaeigarunum?
Í øllum meldrinum verður
gloymt, at landsstýrisfólk
skulu taka sakligar og grund-
givnar avgerðir, og at tey
standa til svars fyri sínum
avgerðum. Men hvar fer
ábyrgdin, tá samgonguflokk-
arnir sita og handla slík mál
sínamillum? Hvør kann nú
setast til svars – og hvar eru
avgerðirnar skjalfestar, so tær
kunnu eftirkannast?
Svartkjaftabýtið ein
fólkaræðislig skandala
Hitt málið, sum hevur mynd-
að ABC-samgonguna í al-
menninginum, er svartkjafta-
býtið. Eftir okkara meting í
Tjóðveldi, er talan um eitt
sera álvarsligt mál, sum í
framtíðarvirði snýr seg um
millardir av krónum av ein-
um tilfeingi, ið vit øll eiga.
Landsstýrismaðurin hevur
fyrst avreitt ein alt ov stóran
part av tilfeinginum (bæði
svartkjaft og makrel) í sam-
ráðingunum við Russland og
Noreg, tí hann nærum bert
hevur miðað eftir at tryggja
kvotur hjá flakatrolarunum í
Barentshavinum – bæði
russisku og norsku megin.
Síðani fer hann av sínum
eintingum at luta út ta nógv
skerdu svartkjaftakvotuna
(sum fyrr var felagskvota hjá
skipunum) í eginkvotur til
skip og reiðarí. Og hann
velur at gera eina frymil, har
skip og loyvir, ið eru komin
inn í flotan uppá løgnar
mátar, telja við – ogenntá
hava summi fyrr fingið
pening frá landinum fyri at
fara úr flotanum.
Privatisering av almennum
tilfeingi
Tað, sum landsstýrismaðurin
ger, svarar til, at hann sat og
býtti út alla landsjørðini í
Suðuroy ella í Norðoyggjum
út til ávísar bøndur at eiga. Og
sjálvsagt eiga slíkar prinsipiell-
ar avgerðir, sum flyta ovurstór
felags virði á privatar hendur,
at fáa eina prinsippiella
viðgerð í Løgtinginum og í
almenninginum.
Tjóðveldi vil tildømis, at
kvoturnar verða bodnar út í
einari almennari tilfeingisbúð
fyri stutt tíðarskeið ísenn, so
at ongin kann eiga tær, og at
kvoturnar eftir hvørt tíðar-
skeið fella aftur til landið,
sum so bjóðar tær út aftur. Tey
reiðarí, ið reka skilagóða
vinnu og veruliga gagnnýta
kvotuna sleppa sostatt altíð
framat í kappingini, og eitt
møguligt eykavirði fellur til
landið – og ikki til privat, ið
fara úr vinnuni.
Bluffið hjá
Javnaðarflokkinum
Men hvat hendir? Jú, sam-
gonguflokkarnir hava sitið á
einum landsstýrisfundi og
góðkent hesa ovurstóru prin-
sippiellu avgerð. Eisini Javn-
aðarflokkurin. Men nú vakn-
ar Javnaðarflokkurin við kald-
an dreym, tí andstøðan ger
vart við seg, og tí at fólk í
baklandinum vakna og hótta.
Og aftur sita samgongu-
flokkanir handan stongdar
dyr og siga opinlýst, at nú
skulu kvotur býtast og av-
gerðir takast í einum parta-
politiskum power-play.
Út kemur Javnaðarflokkurin
og roynir at bluffa sínar veljar-
ar við at siga, at nakað er
broytt. Men avgerðin hjá
landsstýrismanninum stendur
við. Hann hevur bert lovað at
endurskoða býtið saman við
vinnuni næsta ár – og tey reið-
arí, sum eru nøgd við býtið,
eru jú í meiriluta. Og vil Javn-
aðarflokkurin billa fólki inn, at
rættindini verða drigin innaft-
ur, sum eitt reiðarí hevur fingið
pappír uppá sum eginkvotu?
Landsstýrismaðurin og tey
áhugamál, hann arbeiðir fyri,
standa í veruleikanum nógv
sterkari nú. Ikki bert stendur
útlutingin hjá landsstýris-
manninum í eginkvotur við.
Nú hevur Javnaðarflokkurin
eisini alment góðkent tað, og
hvør hevur nú ábyrgdina, tá
avleiðingarnar fara at síggjast
komandi árini?
Eisini her átti fólkaræðis-
liga og ábyrgdarmannagongd-
in at verið, at um ein lands-
stýrismaður ikki fyrisitur á
fullgóðan hátt, so skal løg-
maður traðka til – ella tingið
má reisa misálit. Men Javn-
aðarflokkurin og Løgmaður
sita sjálvir og hava góðkent
framferðina, so móti hvørjum
skal misálitið reisast?
Rot og líkasæla í
fólkaræðinum
Og løgmaður, sum hevur
evstu ábyrgdina av øllum
hesum, sleppur glaður at tosa
um stabilitet og at hann gleð-
ist um, at flokkarnir tosa sam-
an. Sjálvt kritisk fjølmiðlafólk
mugu geva upp at fáa nakra
meining burturúr tosinum hjá
ovastu leiðslu landsins.
Talan er sostatt um eina
miðvísa niðurbræðing í fólka-
ræðinum, har dýrabær sam-
felagsvirði máast burtur. Og
tað ringasta er, at ein líkasæla
og andstygd fyri politikki,
vindur uppá seg, sum bert
gagnar teimum somu flokk-
um og politisku kreftum, sum
ynskja at varðveita støðuna
sum hon er.
Tí var tað kærkomið, at
lesandi og ungmannafeløg
gera vart við seg um skerj-
ingarnar á Setrinum og fáa
greiðar og prinsippiellar røð-
ur og boðskapir fram. Tað
einasta, ið kann forða niður-
bræðingini er, at fólk gera
vart við seg og siga “nú er
nóg mikið”.
Vit í andstøðuni hava
skyldu at rópa varskó og
leggja okkara alternativu
uppskot fram. Tað er eisini
gjørt við greiðum uppskotum
um grundleggjandi broytingar
og framtíðarkós á øllum sam-
felagsøkjum. Men hesi upp-
skot drukna í viðgerðunum av
rossahandlum samgongunnar.
Og samgongufólk nýta alla
orku í miðlununum at leggja
eftir andstøðuni (!) Hóast teir
hava havt meirilutan og valdið
í nærum 5 ár, hava teir ongi
politisk mál at leggja fram og
verja, men nýta orkuna til at
leggja eftir andstøðuni og at
leggja alla ábyrgd av sam-
felagsgongdini frá sær.
Enn eitt týðiligt tekin um,
at rot er í fólkaræðisligu
skipanini.
Olof Palme lýsti vandarnar
Tá ið fyrsta ABC-samgongan
tók við í 2004, gjørdust sam-
gongufólk heldur firtin um, at
eg í tinginum nýtti høvi at
sitera Olof Palme, sála. Kort-
ini loyva eg mær at gera tað
aftur, tí eg haldi, at sjón er
gingin fyri søgn. Palme segði:
“Tær søguligu royndirnar
vísa okkum týðiliga, at í
somu stund teir sonevndu
“praktisku” menninir vísa
hugsjónum og hugflogi burt-
ur frá politiska pallinum, tá
er leiðin løgd fyri einum
forfalli í fólkaræðinum.”
Fólkaræðislig niðurbræðing
Høgni Hoydal
Tollfrítt rúsdrekka heldur
enn eldra- og sjúkrarøkt?
Dag um dag mótmæltu
íslendingar vánaliga polit-
ikkinum, førdur varð, heilt til
arrogantir politikkarar
noyddust at lurta og lúta.
Fríggjadagin mótmæltu
fyrstu føroyingar skilaleysu
raðfestingunum, gjørdar
verða. Hendan fyrsta mót-
mælisgongan var vend móti
manglandi raðfestingini
innan útbúgving og gransk-
ing, men kundi eins væl verið
vend móti náðileysa poltikki-
num, førdur verður á eldra-
økinum, ella skilaleysu viður-
skiftunum, sum halda fram
innan heilsuverk okra.
Hugsjónarleyst niðurlag
Vágar tú tær at mótmæla, er
svarið - jamen hvar skal pen-
ingurin koma frá. Og sum um
talan er um eitt nýmótans
gandaorð kappast politikkarar
úr øllum flokkum um ognar-
rætt til orðið: útreiðsluneu-
tralt. Tá tað er sagt liggur
líkasum í luftini, at nú er best
at tú tegir - ella...
Ein einføld kunngerð kundi
givið 40- 60 milliónir í
inntøku!
Kunngerðin, eg vísi til oman-
fyri, var av landsstýrismanni
Miðfloksins gjørd klár at
verða sett í verk, tá »mætir«
politikkarar úr CHE sam-
gonguni bráddliga kravdu
hana steðgaða. Sama hendi
núverandi fíggjarmálarað-
harranum, »mætir« politikk-
arar við »røttum« sambond-
um kravdu kunngerðina
steðgaða - og so varð! Mitt í
alheimskreppu høvdu 40, 50
ella kanska 60 milliónir
bráddliga ongan týdning.
Man ikki talan vera um
heimsmet í undirmeting av tí
fólki, tú er valdur at tæna?
Somu politikkarar, sum yppa
øksl til ynski teirra eldru um
pening til matútbering, og
ynski teirra ungu um heim-
liga útbúgving, siga uttan at
himprast nei til kungerð, sum
kann geva ikki bert 2-3 milli-
ónir, men tíggjutalsmillióna
íkast til landsbúskapin?
Ikki manglandi milliónir,
men skeiv raðfesting
Omanfyrinevnda dømi er bert
eitt av mongum, sum
Miðflokkurin kann vísa tær á.
Dømir, sum klárt vísa, at
orsøkin til at føroyskir polit-
ikkarar ikki bjóða føroyskum
tannáragentum ta koppseting,
sum heilsustýrið tilmælir,
ikki veita eldru okkara sjálv-
sagda røkt og ikki veita ungu
okkara neyðuga útbúgving,
snøgt sagt hevur við miðvísa
skeiva raðfesting at gera.
Frælsi til tollfrí rúsandi evnir
verður raðfest framum heilsu,
lív og útbúgving!
Kom og ger tína
ávirkan galdandi!
Beint eftir páskir fer Løgtingið
at atkvøða um broytingarupp-
skot frá Miðflokkinum til
uppskot, ið liggur í fíggjar-
nevndini. Uppskot Miðfloksins
snýr seg m.a. um at broyta
omanfyrinevndu kunngerð um
tollfrælsar cigarettir og tollfrítt
rúsdrekka. Áheitan Mið-
floksins á føringar innan og
uttan tinggátt er at gera tína
ávirkan galdandi, so hesar
milliónir, heldur enn at verða
veittar sum kamufleraður
vinnustuðul við heilsuskaði-
ligari ávirkan sum »síðu-
vinningi«, kunnu verða kan-
aliseraðar til útbúgving til unga
ættarliðið, røkt av teim eldru,
koppseting av tannáringa-
gentum v.m.
Tollfríar cigarettir heldur enn útbúgvingarog koppseting?
floksformaður,
Miðfloksins vegna
Jenis av Rana
viðmerkingar