mikudagur 8. apríl 2009síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 8. apríl 2009
47
lýsingar
Søkt verður eftir góðskuleiðara til Faroe
Seafood Eysturoyar øki, at byrja so skjótt
sum gjørligt. 2 fiskavirkir eru í Faroe
Seafood Eysturoyar øki. Eitt stórt og sera
framkomið flakavirki í Runavík og eitt sera
framkomið saltfiskavirkið á Toftum. Bæði
virkini framleiða til krevjandi kundar. Eisini
er ein stór landingarmiðstøð og 9 trolarar í
Eysturoyar økinum.
Góðskuleiðarin kemur at
arbeiða við hesum økjum:
• Leiða góðskuskipanina í tøttum samstarvi
við formennirnar á ymsu deildunum
• Tryggja framhaldandi uppbygging og
víðlíkahaldi av HACCP grundaðari
innaneftirlitsskipanin á virkjunum
• Gjøgnumføra og luttaka í øllum
skoðanum (1. part, 2. parts og 3. parts
skoðanir, so væl sum skoðanir framdar av
matvørumyndugleikunum).
• Samskifti við almennar matvøru-
myndugleikar
• Tryggja neyðuga vitan um góðsku á
virkjunum, gjøgnum innanhýsis talgildu
útbúgvingar- og upplæringarskipan
okkara.
• Reingerð og reinføri á virkjunum
• Heilsufrøðiligar starvsskipanir
• Reglugerðir (vørulýsingar og merkingar)
• Etikettuskipan
• Góðskuskrásetingar og góðskuskjøl
• Tekniskt kundasamstarv
• Klagur og klaguviðgerð
• Skrásetingar og eftirlit í rakstrinum í
samráð við økisleiðaran.
• Vørumenning
Fakligar førleikar
• Eina viðkomandi hægri matvøruástøði lig
útbúgving ella verkfrøðingur, við royndum
frá øðrum matvøruframleiðarum.
• Góðan kunnleika til KT og royndir
við KT amboðum, m.a. office
pakka, goymslustýring í Axapta og
framleiðslustýringsskipanir
• Góðan kunnleika til HACCP grundað
innaneftirlit og helst eisini kunnleika til
BRC, IFS og aðrar líknandi matvøru-
framleiðsluskipanir.
• Sera góðan kunnleika til enskt, bæði
skrivliga og munnliga, er ein fyritreyt.
Persónligar førleikar
Tínir persónligu eginleikar eru: opin,
fyrikomandi og góð samstarvsevnir. Tú ert
engagerað/ur, fleksibul og megnar at taka
ábyrgd og avgerðir, eins og tú megnar at
inspirera og motivera tínar starvsfelagar. Tú
megnar at arbeiða í eini dynamiskari skipan
og klárar at skapa struktur og yvirlit á ein
dynamiskan og motiverandi hátt.
Arbeiðstaður
Runavík
Vit kunna bjóða:
- Eitt framkomið fakligt umhvørvi
- Eitt virkið og framkomið framleiðslu-
umhvørvi
- Løn sambært avtalu
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Guðrið Andorsdóttir tlf. 555510.
Umsóknin skal sendast áðrenn 15. apríl
2009 til:
Faroe Seafood
att. Erlendur Johannessen
Postboks 68
FO-110 Tórshavn
Góðskuleiðari til Faroe Seafood
Starvslýsing
Virkisbygningur
til leigu
Bygningurin liggur útímóti Hoyviksvegnum við frálíka
góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð, og er umleið 2700
fermetrar í 3 hæddum.
Niðasta hædd er vælegnað til handilshøli, meðan
2. og 3. hædd eru vælegnaðar til skrivstovuhølir.
Aftantil á bygninginum eru 2 bilverkstøð, eitt lastbila-
/maskinverkstað og eitt persónbilaverkstað.
Bygningurin kann leigast partvís ella í einum.
Parkeringspláss er til umleið 30 – 40 bilar
á grundøkinum.
Áhugað kunnu ringja tlf. 614900,
313178 ella 213178.
P/f Hvarvið
Tlf. 61 49 0 0 Fa x 4 4 3 3 49