Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 69 - 8. apríl 2009 ] Heðin Askham, sum sjálvur hevði ábyrgd­ ina av A­landsliðnum, sum vann á Íslandi her fyri, heldur Brian Kerr vera eitt spenn­ an di navn og ein spenn an di venjara at skula samstarva við FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo – Eg helt beinanvegin, at navn ið var øgiliga spenn an­ di, tí hann hevur arbeitt nógv við ungdómsmenning og eisini verið venjari á hægri stigi. Brian Kerr er ein øgiliga spennandi venj­ a ri, sigur Heðin Askham, sum fyri kortum longdi sátt mál an sum venjari hjá U21­landsliðnum, og tí óivað skal samstarva nógv við Kerr. – Vit venjarar hava havt fund við hann, og tann spæli stílur, hann leggur seg eftir, er sera líkur tí, sum vit før oyingar gera. Tí trúgvi eg avgjørt, at hann kann geva okkum eina rúgvu. Heðin Askham vísir á, at hóast maðurin er nýggjur og teir enn ikki vita ordiliga, hvørj ar venjingar, hann kem ur at koyra og hvørjum hann sum venjari annars kem ur at standa fyri, so er tað, hann er komin við higar til, øgiliga spennandi at síggja fram ímóti. – Ein profilur sum Brian Kerr ger kanska, at onkur av ósæddu spælarunum í Føroyum kemur fram, heldur spælara um­ boðs maðurin, Jákup í Stóru stovu FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Jákup í Stórustovu, sum um boð ar nógvar av okkara ungu og frægu fótbólts­ spælar um, heldur Fótbólts­ sam bandið hava funnið ein stóran profil, nú nýggjur lands liðs venjari er settur. – Onkur av teimum nøvn­ unum, sum vóru uppi og ven du fyrr í ár, vóru av høg um klassa, men nú hava vit fingið ein enn størri pro­ fil. Tað er imponerandi, at vit hava fingið ein mann við hasum royndunum at vera landsliðsvenjari, og at hann enntá vil brúka nógv av sínari tíð í Føroyum, sig­ ur Jákup. – Eg veit ikki, hvussu nógv eg akkurát komi at hava við hann at gera, men ein slíkur profilur kanska ger, at onkur av ósæddu spælar unum í Føroyum kem ur fram, og at kanska tann lokala menningin og menn ingin alt árið her heima fer at økjast mun an­ di. Eisini vísir Jákup í Stóru­ stovu á, at vit eisini hava nakrar sera dugnaligar lands liðs venjarar á ung­ dóms liðunum, men at hann vænt ar, at við Brian Kerr fara vit at síggja eina mið­ vísa venjing. – Tað kann gera teir góðu spælararnar uppaftur betri, um framt at teir, sum eru í síðsta enda á úttøkuni, somu leiðis styrjast, so vit fáa ein bonk, sum er líka góður sum teir, ið eru inni á vølli num, sigur Jákup í Stóru stovu. – Mín fyrsti tanki var, at eg helt, at Fót bólts sam bandið her hevði gjørt eitt gott val, sigur Jens Erik Magnus­ sen, sum í mong ár var formaður í landsliðsnevndini hjá Fótbólts sam bandi­ num FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Sjálvur hevur Jens Erik Magnus sen verið við til at bæði valt og sett fleiri lands liðs venjarar, og hann er ovurfegin, nú tað hevur eydnast Fótbólts sam bandi­ num at fingið fatur á einum venjara sum Brian Kerr. – Mín fyrsti tanki var, at eg helt, at Fót bólts sam­ band ið her hevði gjørt eitt gott val. Tað sigi eg út frá tí, sum eg kenni til mannin. Tað er kanska ikki so nógv, men tó eitt sindur, sigur Jens Erik. – Eg ivist ikki í, at hann gevur góðan íblástur, tí hann hevur royndir og hevur leingi verið partur av spæli num. Hann hóskar væl føroyska mentalitetinum og mentanini, tí hann er sera van ligur og fólksligur persón ur, uttan tað stóra roks ið. Samstundis kann hann vera rættiliga kontant­ ur, tá tað kemur til stykkis, og tað skal hann eisini vera. Jens Erik Magnussen sig­ ur tað vera øgiliga spenn­ andi at síggja, hvussu byrj ­ an in hjá Kerr verður í starvi num, og hann sigur seg vóna, at bæði spælarar, áskoðarar og feløgini fara at taka væl ímóti honum. Hinvegin heldur Jens Erik ikki, at eitt slíkt val av venjara hevði latið seg gjørt tey árini, hann sat sum for­ maðu r í landsliðsnevndini. – Vit vóru ikki í somu støðu, sum Fótbólts sam­ band ið er í í dag, tí ein slík­ ur maður kostar nógv meira pengar. Eg veit ikki, hvat tað kostar at fáa Kerr henda­ vegin, men eg kenni prís­ leguna og hvat slíkir menn kosta. Og tað er meira, enn vit høvdu havt møguleika til fyri fáum árum síðani. Hin vegin haldi eg eisini, at vit hava verið sera hepnir við teimum venjarum, vit hava havt, sigur Jens Erik Magnussen. Nógvur fótbóltur um páskirnar Bæði skírishósdag og annan páskadag rullar føroyski bólturin við fullari ferð. Skírishósdag eru tað 1/8­finalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum eru á skránni, og annan páskadag er fult umfar í bæði Vodafone­deildini og 1. deild hjá monnum. Í 2. deild byrjar kappingin eisini nú á páskum, og har verða dystirnir spældir páskaaftan, leygardagin. Ferguson er bangin Ofta verður tikið til, at Sir Alex Ferguson dugir óvanliga væl at skapa ójavnvág hjá mótstøðuliðunum við sínum sonevndu »mind games«, men hetta tykist tó ikki nerva Rafael Benitez. Venjarin hjá Liverpool hevur – ikki uttan orsøk – sera gott sjálvsálit í løtuni, og hann heldur, at starsfelagin í Manchester er bangin fyri Liverpool. ­ Hatta er ikki bara spæl og nervakríggj. Ferguson tosar dekan ov nógv um hini liðini, og tað kundi veri tekin um, at hann er farin at óttast mótstøðuna, sigur Rafael Benitez við ensku miðlarnar. Á móttøkuni fyri nýggja landsliðsvenjaranum fegnaðist fyrrverandi formaðurin í landsliðsnevndini um góða arbeiðið, sum er gjørt, fyri at fáa eitt gott navn til venjarastarvið Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Beinleiðis í sjónvarpi Dagur Deild Rás Dystarbyrjan 08/04 Sas­ligan 3+ SønderjyskE­FC København 08/04 CL 3+ Liverpool­Chelsea 19.45 08/04 CL TV2 Sport Barcelona­Bayern München 19.45 09/04 Sas­ligan TV2 Sport OB­Esbjerg 13.00 09/04 Sas­ligan TV2 Sport AGF­AC Horsens 15.05 09/04 Sas­ligan 3+ Brøndby­AaB 17.30 09/04 UEFA­Cup 3+ Hamburger SV­Manchester City 19.45 09/04 UEFA­Cup Rás1 Werder Bremen­Udinese 19.45 10/04 Sas­liga TV2 Sport FCN­Randers 15.00 10/04 Sas­liga TV2 Sport Vejle­FCM 17.05 10/04 Eeresdivision Canal+ Sport1 Feyenoord­Heracles 19.45 11/04 Premier League Kanal5 Liverpool­Blackburn 12.45 11/04 Premier League Canal+ Sport1 Liverpool­Blackburn 12.45 11/04 Serie A Canal+ Sport1 Lazio­Roma 14.00 11/04 Premier League Rás1 Chelsea­Bolton 15.00 11/04 Premier League Canal+ Sport1 Sunderland­Manchester United 15.00 11/04 Premier League Canal+ Sport1 Stoke­Newcastle 17.30 11/04 Serie A Canal+ Sport1 Genoa­Juventus 19.30 1. deild menn v t d v ­ j ­ t mál mál +/­ stig 1 VB/Sumba 1 1 ­ 0 ­ 0 5 1 4 3 2 TB 1 1 ­ 0 ­ 0 4 2 2 3 3 HB 1 1 ­ 0 ­ 0 3 1 2 3 4 Víkingur 1 1 ­ 0 ­ 0 2 0 2 3 5 B68 1 1 ­ 0 ­ 0 3 2 1 3 6 B71 1 0 ­ 0 ­ 1 2 3 ­1 0 7 NSÍ 1 0 ­ 0 ­ 1 2 4 ­2 0 8 Skála 1 0 ­ 0 ­ 1 2 3 ­1 0 9 FC Hoyvík 1 0 ­ 0 ­ 1 0 2 ­2 0 10 MB 1 0 ­ 0 ­ 1 1 5 ­4 0 v t d v ­ j ­ t mál mál +/­ stig 1 HB 1 1 ­ 0 ­ 0 3 1 2 3 2 Víkingur 1 1 ­ 0 ­ 0 2 0 2 3 3 B36 1 1 ­ 0 ­ 0 3 2 1 3 4 EB/Streymur 1 1 ­ 0 ­ 0 2 1 1 3 5 KÍ 1 0 ­ 1 ­ 0 1 1 0 1 6 NSÍ 1 0 ­ 1 ­ 0 1 1 0 1 7 AB 1 0 ­ 0 ­ 1 2 3 ­1 0 8 07 Vestur 1 0 ­ 0 ­ 1 1 2 ­1 0 9 B68 1 0 ­ 0 ­ 1 1 3 ­2 0 10 ÍF 1 0 ­ 0 ­ 1 0 2 ­2 0 Spennandi navn Av høgum klassa Eitt gott val