mikudagur 8. apríl 2009síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 8. apríl 2009
39
lýsingar
Treytað av góðkendum undirvísingar
virksemi verða frá 1. august 2009 at
rokna 23 føst størv leys at søkja sum
adjunktur/lektorur við faksamanseting
ætlað til lærugreinaraðið í studenta
skúlum og HFskeiðum. Søkt verður
eftir lærarum við eini samanseting av
hesum lærugreinum:
Alis-evnafrøði, evnafrøði, støddfrøði
og sálarfrøði.
Harumframt eru 1214 ársvikariat og/
ella tímalærarastørv í lærugreinunum:
alis/evnafrøði, alisfrøði, danskt,
enskt, evnafrøði, føroyskt, geografi,
ítrótti, religión, samfelagsfrøði,
støddfrøði, søga, tónleikur, týskt og
vinnulívsbúskapur. (Ársvikariat kunnu
eisini søkjast í hesum lærugreinum
saman við eini av lærugreinunum sum
nevndar eru undir føstu størvunum.)
Umsøkjari, ið ikki hevur lokið prógv í
námsfrøði fyri setanardagin, skal taka
lut í innleiðsluskeið í námsfrøði, sum
Mentamálaráðið skipar fyri í august
2009. Nýsett starvsfólk skulu sambært
føroyskari kunngerð um námsfrøði
hava staðið námsfrøðiliga útbúgving í
seinasta lagi tvey ár eftir setanardagin.
Í sambandi við starvsetanina leggur
skúlin dent á, at umsøkjarar hava
kunnleika um føroyskt mál og føroysk
samfelagsviðurskifti, og at umsøkjarar
eru áhugaðir í at ogna sær hetta innlit.
Skúlin leggur somuleiðis dent á góð
samstarvsevni og at umsøkjarar virknir
fara at taka lut í menningini av einum
góðum námsfrøðiligum skúlaumhvørvi,
har samstarv, kunningartøkni og nýggir
arbeiðshættir eru týðandi tættir
Gjørt verður vart við tveyárasáttmálan,
ætlaður umsøkjarum við vantandi
føroyskum málførleika og vantandi
kunnleika um føroysk samfelagsviður
skifti. Tað vil siga, at umsøkjarin
verður settur í tíðaravmarkað starv fyri
tvey ár. Skúlin rindar kostnaðin hjá
umsøkjaranum fyri flyting og ferð fram
og aftur millum verandi bústað og
Føroya Studentaskúla og HFskeið.
Skúlin endurrindar í mesta lagi 30.000
kr. fyri flyti- og ferðaútreiðslur hvønn
vegin gevið gætur upphæddin er
skattskyldug. Ætlar umsøkjarin at halda
fram í starvinum eftir tveyáraskeiðið,
skal umsøkjarin søkja starvið av
nýggjum á jøvnum føti við aðrar
umsøkjarar. Áhugaðir kunnu venda sær
til skúlan.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um
skúlans stevnumið, um teir venda sær
til leiðslu skúlans ella kunna seg á
heimasíðu skúlans: www.hoydalar.fo
Umsókn á oyðublaði frá MMR, YF ella
GL verður stílað og sent til
Føroya Studentaskúli og HF-skeið,
att.: Mikkjal N. Helmsdal,
rektari, Hoydalar,
FO – 188 Hoyvík, Føroyar
í seinasta lagi 27. apríl 2009.
Avrit av próvtøkuskjølum ella úrskrift
úr próvtøkuprotokoll skulu sendast
saman við umsóknini. Setanarsamrøður
fara fram í mai.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
STøRv
á Føroya Studentaskúla
og HFskeiði
Framsýning av gomlum
myndum av Argjum verður í
Róðrarneystinum á páskum
Hevur tú áhuga í fortíð bygd okkara, so sum
gomlum húsum, fólkamyndum, ættarbondum,
serligum hendingum, staðarnøvnum ella hevur
tú spurningar hesum viðvíkjandi? So ert tú
vælkomin í neystið á páskum.
Opið verður soleiðis:
Leygardagin 11. apríl, páskadag og 2. páskadag
Allar dagar frá kl. 15.00 - 20.00
Áhugafelagið
Skíris hósdag 9. apríl
Stongt
Langa fríggjadag 10. apríl
Stongt
Leygardagin 11. apríl
Kókað lambskjøt við súpan
Mánadagin, 2. páskadag 13. apríl
Stongt
Týsdagin 14. apríl
Rivjasteik / Kókað neytakjøt
Mikudagin 15. apríl
Kjøtfrikadellur / Stoktan fisk
Umboðsráðsvalið
ið lýst var at verða
hósdagin 16. apríl 2009, er avlýst.
Havnar SjúkrakaSSi
Skrivstovuinnbúgv ynskist
Sóknast verður eftir góðum skrivstovumøblum,
so sum skrivaraborð, reolir, skrivstovustólar, v.m.
Ring ella skriva til 211996 / kho@post.olivant.fo
Lesið
-tað loysir seg
Hjálmar
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
...tá ið prísurin eisini
er avgerandi!
Flottir hjálmar við allergi
vinarligari bjálving og løtt
um lási til høkureim. Glas,
ið ikki skøvast. Góðkendir
til motorsúkklu og eisini
væl egnaðir til knallert og
skutara.
Fleiri litir og støddir.
790,-
einans
Nýtt felgukatalog kann
nú takast niður á
www.dekkmaster.fo