Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 71 - 15. apríl 2009 tíðindi Far á eina kinesiska heima síðu. Har finn­ ur tú evnið, ið tú kall ar fyri baðisalt, sum tú síðani fært tey at senda til tína adressu. Kemur góðs­ ið fram, so er tað bara fínt. Í ringasta føri verð ur evnið tikið í postinum. Men tú verður ongantíð tik in fyri at royna at inn­ flyta eitt rúsandi evni, ið líkist ecstasy heilt nógv Rúsevni Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað gerst alsamt vanligari. Fólk bíleggja sær rúsevni, sum síðani koma við post­ inum. Hesi rúsevnini eru ikki júst sum upprunaliga evn ið, men heldur er ein lítil broyting gjørd í struktur in á evninum, so evnið ikki longur er bein­ leið is rúsevni á listunum hjá landinum. Ofta verður navn ið eisini lagt í annan ham, soleiðis at móttakarin kann halda fast um, at talan er um baðisalt, sjampo ella okkurt annað, ið ikki skal inn takast í kroppin, tí á pakka num stendur, at tað ikki er til menniskju. ­ Eg havi eitt fornemmilsi av, at hetta vindur uppá seg, men fólk verða ikki revsaði fyri hesi evni, hóast tey í prin sippi num eru ólóglig, stað fest ir Brynjer Johanne­ sen, narkopolitistur. Hetta er talan um evni, sum bróta apo teks lógina, men ikki rús evnis lógina, og tí er í veru leika num ikki talan um upp gáv ur hjá narko politi­ num, hóast evnini líkjast heilt nógv vanligum rús­ evn um. ­ Tað er sjálvandi ikki í lagi, at rúsevni, sum líkjast nógv ecstasy, kunnu flytast inn soleiðis, men so leingi ongin lóg er, so fáa vit onki gjørt, staðfestir Brynjer Johanne sen. Hann leggur aftur at, at bíðað verður eft­ ir, at lógin verður broytt. Hann vísir eisini á, at narko politiið hevur eyguni eft ir hesum evnum, hóast tað í veruleikanum ikki er teirra trupulleiki, tí evnini fara ikki inn í revsilógina enn. Fýra í seinastu viku Hjá TAKS kenna tey væl til hesi evnir, og fleiri tilburðir eru, samstundis sum tað eru tey somu fólkini, sum fáa hesi evni sendandi. ­ Vit høvdu til dømis fýra tilburðir í seinastu viku, so vit finna rættiliga nógv, sig­ ur Annsy Høghamar, toll­ ser frøðingur. Hon leggur aftur at, at tað eru øll møgu­ lig sløg, sum koma til land­ ið, og so hyggja tey at, um tað er lógligt ella ikki. ­ Vit kenna rættiliga nógv av evnunum, og serliga verð ur orðið »baðisalt« brúkt um nógv av hesum evn um. Og tá vit ivast, hvat vit skulu gera við evnið, so senda vit tað til kanningar hjá landsapotekaranum ella hjá narkopolitinum, greiðir Annsy Høghamar frá. Tá evnið síðani er kannað, og tað verður fram til, at tað er á markinum til føroyska lóg gávu, so sendir post­ deild in hjá TAKS eitt bræv út til fólkini, har tað stendur, at tann, ið hevur bílagt hen­ da pakka, skal koma eftir hon um og gera krav uppá hann. ­ Og tá er tað næstan altíð, at fólk ikki koma eftir pakka num, staðfestir Annsy Høg hamar. Hon veit eisini at greiða frá, at tað ikki er TAKS, sum rættarsøkir hes um fólkunum, tí TAKS sendir bara evnini víðari. Brúka grásonuna Hjá landsapotekaranum hava tey fingið nøkur av hes um evnum og kanna tey, men tey hava heldur onki við málið at gera. ­ Tað einasta vit hava gjørt, so hava vit loyst kemis ka spurningin, sigur Heri Mørkøre, lands apo­ tek ari. Hinvegin dugir hann øgi­ liga illa at síggja, um hesi evn ini veruliga kunnu nýt­ ast til baðisalt, tá tað vísir seg, at tey kunnu hava eina effekt, á sama hátt sum heili vág ur og tí kann vera tað, umframt, at tey kunnu geva ein rús. Hann leggur afturat, at hetta hesi evnini eru í eini grá sonu, sum í summum lond um er stór, og í øðrum lond um er heldur minni. ­ Veruligi spurningurin er, um vit eru nóg væl fyri við víkjandi innflutningi av kemi kali um, staðfestir hann, og greiðir víðari frá, at bæði vitan og kreativitetur hjá fólkunum, ið innflyta he si evni er nógv størri, enn mann kann ímynda sær. Men hann hevur heldur ikki nakra loysn við hond­ ina. ­ Vit kundu altíð latið staðið til, tí innflutningurin verður helst ikki størri enn tað sama, metir hann, men hann leggur afturat, at vit eisi ni kundu at hugt at okkara lógarverki, um tað kans ka var onkur mangul har. Sosialurin hevur roynt at fáa fatur á Bergleifi Brim­ vík, kriminalovasta, men hann hevur ikki verið at fáa fatur á at svara, hvat løg­ regl an ger við tílík mál. Somu leið is hevur Sosial ur­ in tosa við fólk innan ákæru mynd ug leikan, men tey dugdu ikki at upplýsa, um nøkur tílík mál eru í rættar skip an ini. Soleiðis innflytur tú ecstasy Tað eru tílíkir lítlir pakkar, sum TAKS ofta møtir í postinum. Talan er um evni, ið kunnu nýtast til rús Lítil áhugi fyri ES-vali Sviar hava eftir øllum at døma ikki serliga stóran áhuga fyri, hvør situr í Evropatinginum. Í hvussu er vísir ein nýggj meiningakanning, at minni enn helmingurin av veljarunum ætla sær á val, tá Evropatingið skal mannast tann 7. juni. 48 prosent av teimum spurdu siga, at tey ætla sær á val, men 52 prosent ætla sær at sita við hús valdagin. 64 prosent siga beinleiðis, at tey hava lítlan ella ongan áhuga fyri valinum. Hetta er kortini ikki nakað nýtt, tí tá sviar seinast valdu umboð í Evropatingið í 2004, vóru bara 37,8 prosent av veljarunum á vali. Svøríki hevur verið uppi í ES síðani 1995. Rottangadagur í Nólsoy Í dag var tann stóri rottangadagurin í Nólsoy. Tórshavnar Kommuna sendi klokkan átta í morgun tríggjar tangabilar til Nólsoyar við Sam at tøma rottangarnar hjá teimum umleið 100 húskjunum, sum búgva í Nólsoy. Tveir av bilunum vóru frá IRF og ein frá Kommunalu Orku­ og Brennistøðini hjá Tórshavnar Kommunu.