fríggjadagur 17. apríl 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 73 - 17. apríl 2009
lýsing
Rúsdrekkasølan skal
lyftast upp á eitt
hægri tænastustig
Leiðari til handilin í Tórshavn søkist
Í handlinum í Havn starvast millum 11 og 17 fólk (søla og goymsla), og sølan liggur um 50
mió. kr. árliga. Handilin í Havn stendur fyri knapt helminginum av samlaðu søluni hjá Rús-
drekkasøluni og er tí ein týðandi táttur í virkseminum hjá Rúsdrekkasøluni.
Viðkomandi, ið settur verður, skal standa fyri leiðsluni av handlinum í Havn, herundir
service-management, resursu- og fíggjarstýring, sølu og starvsfólkaleiðslu. Í sambandi við
at Rúsdrekkasøla Landsins setur fokus á at menna tænastuveitingar sínar, skal viðkomandi
duga at standa á odda fyri hesari menning á sínum starvsøki.
Aftur at dagligu leiðsluni fevnir arbeiðið eisini um tvørgangandi arbeiðsuppgávur, leypandi
ad hoc uppgávur, íverksetan og verkætlanarleiðslu. Arbeiðsuppgávan er breið og fjølbroytt,
og tí er neyðugt við góðari stýring og fokusering.
Leiðarin í handlinum vísir til sølu- og tænastuleiðaran.
Faklig førleikakrøv
Merkantil útbúgving (hægri/millumlong útbúgving) ella annar
javntstillaður førleiki saman við viðkomandi leiðsluroyndum.
Herundir førleikar innan
Service Management
Business Development
Broytingar- og starvsfólkaleiðslu
Resursu- og fíggjarstýring
Persónligur profilur
Menningarsøkin
Góð tænastuevni
Innovativt og skipað arbeiðslag
Fíggjarliga røkin
Góð leiðslu-, samskiftis- og samstarvsevni
Dugnaligur sparringspartnari (coaching)
Setanartreytir
Setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við CV, avriti av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum skal
vera Rúsdrekkasølu Landsins í hendi í seinasta lagi 23. apríl 2009 kl. 12.00. Umsóknirnar
skulu sendast til: Rúsdrekkasølu Landsins, att.: Elsa Maria Holm Olsen, Hoyvíksvegur 51,
FO-100 Tórshavn.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinaliga set teg í samband við Elsu Mariu Holm Olsen,
stjóra, á tlf. 580 129 ella á emo@rusan.fo ella við Guðrið Ellefsen, sølu- og tænastuleiðara, á
tlf. 580 126 ella á gudrid@rusan.fo.
FT Samskifti mennir, marknaðarførir og selur tænastur, sum Føroya
Tele veitir fyritøkum og einstaklingum. Á Rakstrardeplinum arbeiða
27 starvsfólk, og depilin hevur ábyrgd av at menna og reka tøkniligu
útgerðina.
Vit kunnu bjóða einum komandi starvsfelaga góðar møguleikar
fyri fakligari og persónligari menning, umframt góðar og nýmótans
arbeiðsumstøður.
Arbeiðsinnihald
Arbeiðið fevnir um umsiting av nýggja hýsingarumhvørvinum á Føroya
Tele, so sum VMware, VPN-loysnir, Cisco og ymiskar servaraloysnir.
Arbeiðið fevnir eisini um at menna verandi internettænastur, herundir:
• ráðgeving til viðskiftafólk
• menning av nýggjum hýsingar- og internettænastum
• rakstur av highend ciscoútgerð
• forritan av serútgerð
Vit ímynda okkum, at tann, ið fær starvið, hevur:
• royndir í framkomnum hýsingar- og vevloysnum
• hugsjónir um internetið
• góðan kunnleika í enskum
• nærlagni og sjálvstøðugt arbeiðslag
• jaligt sinni og góð samskiftisevni
• viðkomandi tøkniútbúgving ella drúgvar royndir á økinum
Fyrimunur er at hava førleikar og royndir innan:
• VMware ESX
• Ciscoútgerð, herundur VLAN
• Windowsskipanir sum Exchange og MOM
• IIS/Apache vevservarar
• TCP/IP og internet
• Linux
Umsóknir
Umsóknir við avritum av CV og viðkomandi skjølum skulu vera
starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. apríl 2009
og skulu sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
110 Tórshavn
ella til:
starvsfolkadeildin@ft.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Páll Wiberg
Joensen á tel. 243521 ella á pwj@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til
starvsfólkadeildina á tel. 303030.
KT-fólk til Rakstrardepilin á FT Samskifti
Til Rakstrardepilin á FT Samskifti søkja vit eftir einum
KT-fólki við serkunnleika innan hýsing og vevloysnum
FT Samskifti er dótturfelag í Føroya Tele. Í felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti við privatkundar og vinnukundar, alt
GSM-samskifti og øll staðarútgerð til fastnettelefoni og breiðband. Í felagnum starvast gott hundrað fólk. Tænastur frá FT Samskifti
verða marknaðarførdar undir navninum Føroya Tele.