Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 73 - 17. apríl 2009 lýsingar Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna søkir eftir starvsfólki til býarskipanardeildina at byrja skjótast til ber. Viðkomandi skal vera útbúgvin arkitektur ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Nakrar av høvuðs- uppgávunum eru: • byggisamtyktir og lokalplanir • býarplanlegging • sektorplanlegging • útstykkingarætlanir • verkætlanarskitsur og fylgja málum upp • bygging av kommunalum bygningum • luttaka í verkætlanum við uttanhýsis ráðgevum • samskifta við áhugabólkar, feløg, privatpersónar og stovnar Førleikakrøv Tú ert útbúgvin arkitektur ella hevur viðkomandi útbúgving, umframt at tú: • hevur royndir innan planlegging, prosjektering, eftirlit og umsiting • hevur góðan telduførleika (Cad tekniprogram og/ella MicroStation) • dugir væl føroyskt, bæði í skrift og talu • kanst arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at leggja arbeiði til rættis • ert fyrikomandi og dugir væl at arbeiða saman við starvsfólkum á deildini Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikael H. Viderø, býararkitekt, ella Jákup Egholm Hansen, tekniska stjóra, telefon 30 20 10. Umsókn Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi týsdagin 5. mai 2009 kl. 13.00. Merkið umsóknina »Arkitektur til býarskipanar- deildina«. Arkitektur til býarskipanardeildina Ábyrgdarøkið Ábyrgdin hjá nýggjum leiðara fevnir m.a. um tilbúgving, fyribyrging, váðameting, málsviðgerð, góðkenning, eftirlit, vegleiðing, og annars ásetingum, ið eru fevndir av bruna- og tilbúgvingarlógini. Leiðarin skal hava fakliga vitan á hesum ábyrgdarøkjum. Tann, ið settur verður, skal halda stovninum á høgum vitanarstøði viðv. fyribyrging, brunatrygd, sløkking, bjarging og tí, ið knýtir seg at hesum. Fakligur førleiki Sóknast verður eftir fólki, ið hevur hollan kunnleika, starvsroyndir og útbúgving innan m.a. • kommunala og landsfevnandi tilbúgving, • brunatrygdarligar byggireglur og brunatekniskar serfyriskipanir um vandamikil evni, • vanliga og óvanliga byggimálsviðgerð á teim yisku byggiligu økjunum og, • skal hesin umframt evna at lata stovnsins vitan koma myndugleikum, vinnuvirkjum og almenninginum til kunnleika og gagns. Dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, at setti persónurin er fyrikomandi, hevur góð samstarvs- evni, dugir at skipa fyri á arbeiðsøkinum og at taka sjálvstøðugar avgerðir í minni sum stórum málum. Setanarviðurskifti Løn, viðbøtur og setanartreytir annars, verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkis- felag. Tænastustaðurin er á skrivstovuni í Tórshavn. Tann, ið settur verður, skal kunna taka við starvinum tann 1. juli 2009. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til Tilbúgvingarstovn Føroya, Tinghúsvegi 64 Tórshavn, og skal vera skrivstovuni í hendi innan 11. mai 2009. Brævbjálvin eigur at merkjast »Starv á Brunaumsjón landsins«. Stovnurin skilar sær rætt til at velja ein umsøkjara til starvið ella at vraka allar umsóknirnar og at søkja av nýggjum. Umsóknir, prógv, førleika- og útbúgvingarlýsingar o.a. verða viðgjørd í trúnaði. Nærri upplýsningar um starvið kunnu fáast frá Petur Olsen, deildarstjóra á tel. 35 66 10 ella 21 50 46. Teldupostur: brl@brl.fo T i n g h ú s v e g i 6 4 • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n • T l F . + 2 9 8 3 5 6 6 1 0 • F a x + 2 9 8 3 5 6 6 1 1 • b r l @ b r l . F O • w w w . b r l . F O Byggifrøðingur, verkfrøðingur ella arkitektur til Brunaumsjón landsins Starvið at taka við leiðsluni á Brunaumsjón landsins er leyst at søkja.