fríggjadagur 17. apríl 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 17. apríl 2009
lýsingar
31
STARVIÐ
Talan er um eitt sera frítt, sjálvstøðugt, spennandi og av
bjóðandi starv, har høvuðsábyrgd tín verður at selja trygg
ingar til vinnukundar og ráðgeva teimum. Samstundis fært
tú ábyrgdina av einum kundabólki, sum skal hava virkna
kunda røkt.
Stórur dentur verður lagdur á at koyra út til bæði verandi og
nýggjar kundar við sølu og kunning í hyggju. Í sambandi við
sølu kann roknast við nakað av umsitingarligum uppgávum.
Upplæring syrgir TRYGD fyri, og saman við starvinum fylgja
møguleikar fyri útbúgving á tryggingarakademinum umframt
onnur útbúgving eftir tørvi.
TÚ
Tú ræðist ikki avbjóðingar og dugir væl at selja. Tú trívist
væl við at arbeiða sjálvstøðugt, ert jasøgin, dugir væl at
sam starva og tekur ábyrgd. Tú arbeiðir eisini skjótt og hevur
sjálvandi handilsligan sans. Kunnleiki til føroyskt vinnulív er
ein fyrimunur.
UMSÓKNIR OG STARVSSETAN
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum millum Arb
eiðs gevarafelagið fyri fíggingarstovnar og Finans for bundet.
Vit vilja seta starvið sum skjótast, men eru sinnað at
bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við avritum av
viðkomandi skjølum um útbúgving og arbeiðsroyndir skal
vera okkum í hendi innan 21. apríl 2009.
Send umsóknina til: P/F TRYGD, att: Jean Djurhuus
Gongin 7, boks 44, 110 Tórshavn ella til jdj@trygd.fo.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband
við Ellu Mortensen, leiðara á vinnudeildini, á tel. 55 81 11
ella á elm@trygd.fo.
lES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRyGd.fO
UMSÓKNARfREISTIN ER 21. APRÍl 2009
SOlEIÐIS ER TRyGd
TRYGD er ein skjótvirkin og
slóðbrótandi fyritøka, ið mangan
setur dagsskránna í føroyska
tryggingarheiminum. TRYGD
grundar virksemi sítt á dygd, skjóta
avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og
lønsemi.
TRYGD er eisini ein sterk og
framlítandi eind, ið veit, hvussu
týðandi tað er at geva fjølbroyttum
og skapandi menniskjum rásarúm.
Hjá TRYGD starvast 21 fólk, og vit
umseta í dag fyri meira enn 90 mió.
krónur um árið.
TRYGD bjóðar tær góðar møgu
leikar fyri yrkisligari og persónligari
menning í einum virknum og
nýskapandi toymi. Tú verður við til
at flyta felagið inn í framtíðina, og
vit síggja tínar persónligu dygdir
sum ein týðandi lut í at gera TRYGD
enn sterkari.
Kemur tú við?
Sølufólk við
vinnuinnliti søkist
TRyGd leitar eftir sølufólki til vinnudeildina
Pílagrímsferð við Kristine Hestbech
í Føroyum 8. og 9. mai 2009
Nøkur fá pláss eru eftir til pílagrímsferðina, har vit ganga
úr Hósvík og tveir dagar seinni koma til Norðradalsskarð.
Kristine Hestbech, prestur, sum á ferðini heldur andaktir
og gevur okkum nøkur góð orð at hugsa um, meðan
vit ganga. Randi Meitil, ferðaleiðari, fer at greiða frá
ymiskum søguligum og serligum náttúrufyribrigdum, vit
síggja á leiðini.
Hvønn dag ganga vit einar 8 til 10 tímar, íroknað steðgir.
Tilmelding á trekking@olivant.fo
Prísurin fyri hvønn er 1950,- kr.
Við í prísinum er góður matur og gisting í einakamari.
www.sosialurin.fo
Keypssamtøkan í Hoyvík
2 starvsfólk
til matstovuna
í Hoyvík
A. Frítíðaravloysari
Søkt verður eftir frítíðaravloysara at byrja
beinan vegin.
B. Fast starv
Søkt verður eftir fólki at starvast fast 30
tímar um vikuna at byrja 1. mai.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
leiðaran, Maud Matras, tel 314149.
FK Hoyvík
Att. Maud Matras
Brekkutún 9
Postboks 349
FO-188 Hoyvík