Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 20. apríl 2009 21 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Longsta dag í fjør høvdu vit, studentar í 35 ár, sett okkum stevnu úti í Hornahúsunum, eitt summarkvøld, har blaðað varð aftureftir í lívsins bók, soleiðis sum vit hava gjørt tað fimta hvørt ár síðan 1973, at síggja til glað og væl uppløgd, gamlir vinir og gamlar vinkonur, orð varð skift um gamlar dagar, tosað og flent í kíki, sangir sungnir og røður hildnar. Vit vóru mitt í verðini, bæði í verki og í virki – alt tóktist ganga upp á stás. Tá ið tú hyggur at felagsmynd­ ini, sum varð tikin hetta kvøldið, og hugsar aftur á løtuna hetta kvøldið, sært tú Finn standa eitt sindur leysan av okkum øðrum longst úti í vinstru síðu sum eitt satt tekin. Okkara stóri og sterki vinur. Og líka so einsamallur, sum hann tykist standa ytst úti í borð­ inum, líka so fáorðaður og álvar­ samur var hann hetta kvøldið. Viðurskiftini millum Finn og meg hava verið heilt serlig hesi 35 árini. Vit gingu ikki í sama flokki í Hoydølum, vit spældu hvørki hondbólt ella fótbólt sam­ an, og dagliga duttu vit ikki um beinini á hvørjum øðrum. Kortini vóru vit vinir. Og helst kom vina­ lagið í lag tann dagin Ásmundur Johannesen í einum fimleikatíma spurdi, um vit báðir ikki kundu hjálpa sær úti á Føroya Skúla­ savni, sum Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð tá kallaðist, og sum tá í tíðini helt til úti á Venjingarskúlanum. Í tvey ár sótu vit saman harúti, sendu und­ irvísingartilfar út á bygd og fingu kærkomin oyru í lumman. Vit lósu bøkur saman, viðgjørdu verðina, soleiðis sum hon lá fyri okkum tá, og á ein hátt byrjaði lærutíðin hjá báðum tveimum longu har. Finnur legði lunnar undir sítt sosialpolitiska virksemi, og eg til bókavarðaryrkið. Sum árini liðu hittust vit av og á og altíð hevði Finnur stundir til viðmerkingar: á vegnum, í tele­ fonini, á bókasavninum, í Gunda­ dali, í veitslum, og nú at enda í eini løgtingsnevnd. Altíð spurdi hann eftir tínum kæru og hevði viðkomandi spurningar ella við­ merkingar, sum lógu uppat tínum yrki, tínum áhugamálum ella tí, tú og tíni tókust við: fótbóltur, hondbóltur, talv, bókmentir, bóka­ søvn, Ísland, Mentamálaráðið ella hvat tað nú kundi verða. Hetta kvøldið úti í Hornahús­ unum prátaðu vit, sum vera man um, hvussu heppin vit vóru at hava livað í heili 35 ár aftrat, flestøll við maka, børnum og summi enntá við ommu­ og abba­ børnum. Tað kendist sum vóru vit mitt í lívsins meldri við stór­ um avbjóðingum og í bestu árum, og øll ætlaðu at fáa nógv frá hondini komandi árini. Men longu undan stytsta degi hetta sama árið er myndin broytt. Tann stóri og álvarsami maðurin úti í vinstra borði, kempan mill­ um okkum hini, tann sum burtur­ av altíð vildi fjálga um tann, ið lítið og einki formáddi sær, hevur fingið okkum øll at steðga á enn eitt bil. Eftir situr saknur, virðing og samkensla við so ótrúliga nógvum, ið hjarta hansara brann fyri og fyrst og fremst við hansara allarkærastu, familjuni, ið átti huga hansara fram um øll onnur. Við hesum fátæksligu orðum takki eg tær, Finnur, fyri førningin tú bar, fyri ta ávirkan tú hevur havt og fyri at vera góður vinur og felagi. Friður verið við minninum um Finn Helmsdal. Martin Næs Finnur Helmsdal 20. apríl 1952 – 5. desember 2008 Eitt bil Eitt bil valdar friður og av er hæsað alt. Kanska var tað ein sigur tað lag, tú hevði valt? Gloymd og forfjónað sirkusgentan treður dans, steðgar á – missir tónan – eina løtu uttan ans. Eitt bil, eitt bil valdar friður. Eitt bil, eitt bil hjá tær. Týtt eftir Kim Larsen: Om lidt bli’r her stille Palli Dalsgaard í Skálavík hevur givið út nýggja bók um staðanøvn í Skálavík. Fyri seks árum síðan kom Palli Dalsgaard við síni fyrru bók, sum hevði heitið „Staðanøvn uttangarðs í Skálavík og litir á seyði“. Nú er onnur bók hansara komin út. Hon eitur “Staða­ nøvn innangarðs í Skálavík og tey eldru húsini”. Tá løgtingið eftir kríggið setti eina staðanevnd at taka sær av at savna inn tilfar um staðanøvn, varð heitt á lærarar í teimum ymisku bygdunum um at taka sær av hesi uppgávu. Ein teirra var Leifur Tróndarson (1901­1980), sum var lærari í Skálavík, sum fekk góða hjálp frá staðkendum fólki. Tá Leifur doyði, 78 ára gamal í 1980, lá nógv skrivligt tilfar um staðanøvn í Skálavík eftir hann. Tað bleiv so Palli Dalsgaard, sum átók sær uppgávuna at geva út bøkur við staða­ nøvnunum í Skálavík. Talan er um eina sera snøgga og væl úr hondum greidda bók við nágreini­ ligari frágreiðing um staða­ nøvn innangarðs í Skálavík. Myndir eru í bókini av húsum í Skálavík, sum eru bygd áðrenn ár 1900. Bókin er 166 síður og er prentað hjá Føroyaprent. Hon verður seld gjøgnum Bókamiðsøluna og verður til keyps í bókabúðum í Havn, Eldhús á Sandi og í Neystinum í Skálavík. mg Palli Dalsgaard við nýggju bókini um staðanøvn í Skálavík Mynd: Jens Kristian Vang Nýggj bók um staðanøvn Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Alice (Alisa) Joensen Tórshavn andaðist leygardagin 18. apríl, 94 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikukvøldið kl. 19.00. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju hósdagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Gunvi, Dánjal og Margith Tey, ið ynskja at minnast Alicu, kunnu lata ungdómsdeildini hjá B36 eina gávu, konta í peningastovnunum. 100 ára føðingardagur Týsdagin 21. apríl verður Elsa Olsen, Argir, 100 ár. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum frá kl. 15.00 til 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp 29. apríl 2009 hava Solveig og Jens Peter Arge, Tórshavn, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum leygardagin 2. mai kl. 19.00. Um tit ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tit boða okkum frá á tlf. 313173 ella 213171 innan 20. apríl 2009. Dagurin 20. apríl. Sulpicius, deyður umleið 1115. Háborin rómverji, sum saman við einum øðrum, Serilianusi, gjørdist kristin; teir vórðu hálshøgdir. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)