Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 20. apríl 2009 23 nøvn okkurt galið við trolaranum, og teir lógu so nógv inni, at teir fóru heim aftur. Síðan fór Óli at arbeiða á landi, mest í Havn. Hann arbeiddi millum annað á ísvirkinum hjá Valdemar Lützen og eisini hjá Balslev. Tá var at fara til gongu báðar vegir. Varð arbeitt leingi, fór Elsa við døgurða til hansara. Sá ikki dótrina í seks ár Tey bæði fingu átta børn: Nancy, Anna, Erling, Jud­ ith, Jógvan, Frida, Niels Edvard og Gunnar. Anna fekk eina harða lagnu. Hon var deyv umframt onnur brek. Tá ið Anna er átta ára gomul fáa foreldrini boð um, at Anna skal sendast til Danmarkar á deyvaskúla. Hetta var í sær sjálvum hart, tí hetta merkti, at hon bert vildi koma til Føroyar eina ferð árliga. Men so kemur bardagin, og bar hetta við sær, at einki samband var teirra millum í seks ár. Tá Anna er 16 ár kemur hon kortini heim aftur. Tá hendi ein skakandi hending. Anna var so forlipt í sínum lítla beiggja Gunnar, at hon vildi so fegin sleppa at trilla hann í sínum barnastóli. Men hetta mátti vera undir eftirlitið. Hendan vanlukkuliga dag­ in fer Elsa inn á Toftir á morgni uppá at koma aftur um kvøldið. Elsa er ikki meira enn komin inn á Toftir, tá ið hon fær hesi ógvusligu boðini, at Gunnar í sínum vogni er farin útav hamrinum úti á Argjaboða. Hetta var ikki gamansleikur, tí Elsa visti hvussu høgt hetta var. Hon mátti í skundi fáa sær fart suður aftur til Havnar. Tá var tað hent, at Anna var farin at trilla við Gunn­ ari út á Argjaboða við vogn­ inum. Tá kemur ein hundur og Anna slepti vogninum fyri at reka hundin burtur. Men vognurin fór á rull og útav, har sum bakkin oman­ fyri fjøruna var hægstur. Men til alla eydnu var Gunnar íbundin. Vognurin er komin niður á øllum fýra hjólum við Gunnari í. Tí hendi ikki nakað álvarsligt. Men Elsa heldur, at hetta var eitt Guds undur. Men hvøkkurin var øgi­ ligur hjá øllum. Anna fekk eitt slíkt bakkast, at hon mátti fara niður aftur á stovn, har hon var, til hon doyði 67 ára gomul. Judith er gift í Schweits og Nancy í Bretlandi. Hini børnini búgva í Havn og Argjum. Elsa gongur framvegis í kirkju og møti, har hon eis­ ini hittir nógvar av sínum góðu vinum. Elsa eigur 15 ommubørn og 20 langommubørn. Tað var hugnaligt aftur at hitta hesa fryntligu kvinnu. Vit fara at ynskja Elsu hjart­ aliga tillukku við teimum 100 árunum, sum hon ber virðiliga. Elsa og sonurin Gunnar. Aftanfyri Halgerð, kona Gunnar, og dóttirin Frida Mikukvøldið 22. apríl verður eitt mentanartiltak á Eysturoyar Røktar­ og Ellisheimi við m.a. einum fyrilestri um lív og virki Victor Danielsens. Mentanartiltøkini á Eyst­ uroyar Røktar­ og Ellisheimi halda fram. Í samband við at 25 ár eru liðin, síðan heimið varð tikið í nýtslu, verður sum kunnugt skipað fyri fleiri ymiskum almenn­ um mentanartiltøkum á heiminum. Komandi tiltak verður mikukvøldið 22. apríl kl. 19.30 í samkomu­ høllini. Sangkreftir úr Fuglafirði syngja, og Zacharis Zachari­ asen, trúboðari, heldur fyri­ lestur undir heitinum “Lív og virki Victor Daniel­ sens”. Mentanartiltakið miku­ dagin verður tað næsta av fleiri. Fyrsta tiltakið var týs­ dagin 24. mars, tá Kingo­ bólkurin úr Tjørnuvík sang, og Martin Restorff Jacob­ sen, prestur, helt fyrilestur undir heitinum “Guðs rødd á mannatungu.” Aftaná mentanartiltakið mikukvøldið verður møgu­ leiki at keypa sær ein kaffi­ munn í matarsalinum. Til­ takið er alment, og øll eru vælkomin. mg Eysturoyar Røktar- og Ellisheim 25 ár: Fyrilestur um Victor Danielsen Victor Danielsen