mánadagur 20. apríl 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 74 - 20. apríl 2009
lýsingar
sóknast eftir nýggjum
lærara til 1. august 2009
Okkara skúli er ein frískúli, sum hevur
virkað í 43 ár. Hann hevur 107 næmingar
frá 1. til og við 7. flokk.
Vit eru 10 lærarar í føstum starvi og ein
skúlaleiðari. Vit eru ein kristin skúli, ið
leggur dent á samanhald og felagsskap,
har tað einstaka barnið fær stuðul til at
mennast.
Vit royna at skapa eitt heildasamstarv
millum heim og skúla, soleiðis at for
eldrini uppfata skúlan sum ein longdan
arm hjá heiminum og øvugt.
Tað gera vit m.a. soleiðis:
• Morgunsangur við søgu hvønn dag.
• Tætt samstarv millum starvsfólkini.
• Stutt frá hugskoti til verk.
• Vit síggja skúla okkara sum ein
felagsskap, ið byggir á tryggleika,
opinleika og álit millum øll, ið starvast
her.
Vit vænta at tú:
• Hevur eina kristna lívsáskoðan.
• Ert góð/ur við børn.
• Kanst laga teg til ein fjølbroyttan
gerandisdag.
• Hevur hugflog og áræði.
• Ert opin fyri nýggjum avbjóðingum
• Hevur hug at taka lut í menningini av
skúlanum.
Vit kunnu bjóða tær:
• Gott arbeiðslag millum góðar
starvsfelagar.
• Góð foreldur at samstarva við.
Umsóknarfreistin er sett til 1. mai.
Umsónin verður svarað skjótt
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Skúlaleiðaran Janne Schantz Johnsson
Adventistaskúlin
Hoyvíksvegur 56
100 Tórshavn
Hoyvíksvegur 56 · FO100 Tórshavn · Tel. 31 32 60 · sdaskuli@post.olivant.fo
www.skulin.fo/adv
Vártilboð 2009
Galdandi allan apríl-mánað
Keyp ein Strømberg Sorano SKC5850 kromaðan
handklæðsturkara og fá eitt VK300 ventilsett óKeypiS
Vert at vita om Strømberg
Leiðandi veitari av
handklæðaturkarum í
Danmark
Allir Sorano turkarar hava
5 ára trygd
Skandinaviska sniðið er
reint og eyðkent
Tel 312000 · Smyrilsvegur 6-8 í Havn
TÍN ORKA
Business Controllari til Magn
Sum ein liður í framhaldandi menning av Magn søkja vit eftir einum Business Controllara
Um Magn
Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Vit eru 130
starvsfólk, svarandi til 80 árverk. Høvuðsskrivstova
okkara er í Havn og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á
tvøroyri. 10 service støðir bera Magn navnið, av hesum
eigur Magn 4. Vit hava goymslur í Klaksvík og í Havn, og
mált uppá sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum.
Um starvið:
tú verður lyklapersónur í fyritøkuni. tú arbeiðir bæði á
strategiskum og taktiskum støði, og uppgávurnar spenna
víða. tú skalt, í samstarvi við deildarleiðarar og
leiðsluna, betra leiðslukunningarskipanina á Magn, so at
leiðsla og leiðarar felagsins fáa bestu og rættastu vitan
at taka avgerðir útfrá. Business Controllarin fær hartil
ábyrgd av fleiri størri og smærri prosjektum av bæði
taktiskum og strategiskum slagi, sum hon/hann hevur
ábyrgd av at fyrireika og seta í verk. Fyrsta stóra
uppgávan verður at fyrireika og seta í verk nýggja
fíggjarstýringsskipan á Magn.
Business controllarin vísir til fíggjarstjóran á Magn, men
fer vegna tvørgangandi uppgávurnar at hava eina breiða
kontaktflatu í øllum felagnum.
Uppgávur í stuttum:
• Ábyrgd av fyrireiking, implementering og framhaldandi
dygdarmenning av nýggjari leiðslukunningarskipan.
• Fyrireika, implementera og framhaldandi menna nýggja
fíggjarskipan
• gera lønsemiskanningar, bæði eftir egnum hugskoti og
eftir umbøn frá, og í samstarvi við, leiðslu felagsins
• Betra mannagongdir á ymsum umráðum við tí fyri eyga
at betra rakstur felagsins
• Hjálpa til við mánaðarroknskapum og øðrum vanligum
roknskapar- og fíggjararbeiði
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini
fyritøku í menning. Her er vítt millum veggja, og um tú vilt
og dugir, so sleppur tú eisini! tað er avgerandi, at tú ert
før/ur at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar
uppgávur væl. av hesi orsøk fært tú góðan stuðul og
víðar heimildir frá leiðslu felagsins. sjálvstøðugt arbeiði
merkir eisini, at tað er møguleiki fyri fleksiblum
arbeiðstíðum.
Vit vænta:
• Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
• royndir, gjarna frá útlandinum, við fíggjarstýring,
strategi- og lønsemisgreining og prosjektleiðslu
• royndir við nýmótans fíggjarskipanum
• stórt áræði og eitt positivt sinnalag
Okkara virði eru:
• Kundin í fokus
• Vitan og førleiki leingi livið
• skjótt er gott
• gleði gevur megi
um tú umhugsar at søkja starvið, vinarliga fær inn á
www.magn.fo og hygg nærri eftir, hvussu vit á Magn
arbeiða við virðum felagsins í okkara dagliga arbeiði.
um tú hevur spurningar, vinarliga vend tær til Johnni
Poulsen, fíggjarstjóra, á telefon 347420, 237420 ella á
johnni@magn.fo
umsóknir við prógvum skulu latast inn innan 20. apríl
kl. 16.00. antin við at senda bræv til:
Magn
Vestara Bryggja 8
FO 110 Tórshavn
Att: Johnni Poulsen
ella við at senda teldupost til johnni@magn.fo