týsdagur 21. apríl 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 75 - 21. apríl 2009
Hóast Annika Olsen,
landsstýriskvinna í
innlendinsmálum,
metir seyð vera
størsta vandan fyri
ferðslutrygdina á
føroysku vegunum,
so hevur hon onga
konkreta ætlan, um
hvussu hesin vandi
skal fyribyrgjast.
Hon kundi tó væl
funnið upp á at melda
seg upp í bólkin á
Facebook, sum er
ímóti seyði á vegnum
SeyðaSkil
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
– Tað er ein verri ein, sigur
Annika Olsen, lands stýris
kvinna, um seyðin, sum
hon heldur er størsti vandin
fyri trygdina á vegunum.
Í gjár skrivaði Sosialurin
um ein bólk á Facebook,
sum er stovnaður fyri at
vísa á, hvussu keðiligt lim
irnir halda tað vera, at seyð
ur gongur á vegnum, og
hevur skuldina av nógvum
ferðsluóhappum.
Landsverk visti somu
leið is í gjár at siga, at tað
eru yvir 60 ferðsluóhapp
um árið, ið standast av, at
seyður er komin á vegin.
Bøndur hava altíð sagt, at
teir ikki duga at skilja, hví
teir skulu gjalda fyri at
halda seyðinum á sínum
stykki, tí teir hava selt tey
til teir, ið hava bygt vegir
nar.
Somuleiðis heldur Lands
verk tað vera øgiliga keði
ligt, at teir ikki hava nøkt
andi játtan at tryggja harð
ast raktu vegastrekkini.
Kollafjørður
týdningarmestur
Annika Olsen er sannførd
um, at okkurt má gerast fyri
at seyðatryggja vegastrekk
ini, so talið av asfaltseyði
verður munandi skert.
– Tað eru nøkur strekki,
ið eru serliga útsett. Kolla
fjørður er heilt víst týdn
ingarmesta
vegastrekkið,
og tað skal tryggjast sum
skjótast, sigur hon.
Somu leiðis greiðir hon
frá, at hon væl kundi funnið
uppá at fara upp í bólkin á
Facebook ímóti seyði á
vegunum.
– Tað kundi eg væl funnið
uppá, tað ber ikki til, at
seyð ur gongur soleiðis, sig
ur hon avgjørd.
Men hon er ikki avgjørd
ari enn so, at hon heldur, at
málið kann bíða til fíggjar
lógina fyri 2010.
– Eg fari ikki at biðja um
eykajáttan. Løgmaður hev
ur gjørt greitt, at allar út
reiðslur skulu vera út
reiðslu neutralar, so eg fari
at royna at fáa tað við til
fíggjarlógina
fyri
2009,
sigur Annika Olsen.
Ógreitt býti
Somuleiðis er Annika Olsen
hørm um, at onki greitt býti
er, hvør tað er, ið skal gjalda
fyri at stika vegirnar av.
– Tað fyrsta vit mugu fáa
greiðu á, er hvussu hetta
skal skipast. Sjálvandi skal
landið taka sína ábyrgd,
men kommunur og bøndur
eru eisini partur av málin
um, sigur Annika Olsen.
Somuleiðis greiðir hon
frá, at hon væl skilur bønd
urnar, ið ikki vilja gjalda,
men at hon heldur, at hetta
er eitt mál, sum øll hava
ábyrgdina av.
Seyðasjón 2015
Í samferðsluætlanini, sum
av varðandi
myndugleikar
hava gjørt, so skal allur
seyð ur verða fingin av
vegnum í 2015, men Annika
Olsen er ikki heilt sannførd
um, at tað fer at eydnast.
– Eg veit ikki, hvussu
realistiskt 2015 er, men tað
er eitt heilt gott mál at seta
sær. Eg haldi tó, at tað
fyrsta, ið má gerast, er at
stika økini við mest óhapp
um fyrst, og síðani at fara í
gongd við hini økini, sigur
Annika Olsen.
Onki í 2009
Hóast Annika Olsen er
sann førd um, at seyður er
til stóran ampa og skaða á
vegum, og hon situr við
evstu ábyrgd av vegakerv
unum í landinum, so fer
hon ikki at flyta nakrar
pengar á sínum øki í ár, og
hon vil heldur ikki seta
nakrar útreiðslur upp ímóti
onkrari aðrari.
– Tað ber ikki til at sam
an bera ymisku útreiðslu
post arnar,
sigur Annika
Olsen, sum heldur fer at
royna at fáa seyðin burtur
av vegunum í 2010.
Vil rudda seyð
av vegnum á
Facebook
Keypssamtøkan í Hoyvík
Slaktarin í Hoyvík sóknast eftir
FÓLKI AT PAKKA
at byrja 11. mai 2009 ella eftir avtalu
Vit eru deild í einum størri virki, sum er í
støðugari menning.
Vit sóknast eftir einum kvikum og álítandi
fólki, ið er lætt at vera saman við, at pakka
vørur í slaktaradeildini.
Arbeiðstíð: 30 tímar um vikuna, frí annan
hvønn leygardag.
Hevur hetta tín áhuga, vilja vit fegin hoyra
frá tær.
Løn sambært sáttmála við S&K.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
leiðaran, Lars Hansen, tel 314149 ella
281990.
FK Hoyvík
Att. Lars Hansen
Brekkutún 9
Postboks 349
FO-188 Hoyvík
Yvir 2000 limir á Facebook
Klokkan 10 í morgun vóru 2.052 limir í
»Seyðin vekk av vegnum« á Facebook,
men Annika Olsen var ikki í bólkinum tá.
Men millum tey í bólkinum eru Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður, Helena
Dam á Neystabø, landstýriskvinna í
Menta málum, Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn, Jenis av Rana,
formaður í Miðflokk inum, Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldi og Jóannes
Patursson, festari í Kirkjubø. Hetta kundi
merkt, at ein stórur partur av
Føroyingum – bæði bøndur og poltikarar
– eru fyri at fáa seyðin av vegnum.
Annika Olsen er sera tilvitað um ferðslutrygd, men hon fer ikki at gera nakað við at tryggja
vegirnar ímóti seyði í 2009, hóast hon heldur, at seyðurin er til sera stóran ampa á vegunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Fiskimenn kunnu fáa ALS
Teir, ið sigla úti, fáa ikki ALS av sær sjálvum. Heldur er tað
soleiðis, at teir kunnu fáa útgjald, um teir gera av at gjalda inn
í skipanina. Tá kunnu teir fáa útgjald, um teir gerast
arbeiðsleysir. Hinvegin verður tað eisini soleiðis, sum
Sosialurin skrivaði í gjár, at sjófólk kunnu fáa útgjald, tá
skipini eru til umvælingar. Somuleiðis verða treytirnar hjá
útlendingum broyttar. Útlendingarnir hava eitt rættiliga ógreitt
forhold til ALS, tí teir verða bólkaðir ymiskt. Men í framtíðini
kunnu útlendingar, sum ikki kunnu fáa nakað úr skipanini
hóast alt, sleppa undan at gjalda inn til ALS.
Ósemja um ES-politikkin
Teir báðir stjórnarflokkarnir í Íslandi eru ikki á einum máli
um tann komandi ESpolitikkin. Árni Páll Árnason, sum er
altingsmaður hjá Samfylkingini, segði á valfundi í gjár, at
samráðingar við ES um limaskap er fyrsta málið á
dagsskránni aftan á valið í næsta mánað. Men hin
stjórnarflokkurin, Vinstri grøn, hevur ikki somu áskoðan.
Katrin Jakobsdóttir, tingkvinna og mentamálaráðharri, segði á
sama valfundi, at tað er púra burturvið at seta so týðandi og
avgjørd krøv, áðrenn samráðingarnar um at halda fram í stjórn
eru byrjaðar, og áðrenn valið hevur verið.