Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 75 - 21. apríl 2009 ] Eitt lítið plástur á eitt stórt sár Kundi Sámal Joen sen valt, so hevði hann skift heitið sum ársins spælari um við heiðurin sum føroyameistari Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá atkvøðurnar vórðu tald ar upp, var eingin ivi um, hvør átti heiðurin sum ársins spælari í før­ oysk um manshondbólti í 2009. Sámal Joensen var greið ur vinnari framman fyri Áka Mørk og Jugo­ slav Djumic. Kvøldið tóktist annars vera merkt av silvurið hjá Sá ma li Joensen. Um framt silv ur í lands­ kapp ingini, gjørd ist ann ars væl vaksni vest­ menn ing ur in nummar tvey á mál tindi num. Hann varð nummar tvey sum árs ins verjuspælari og sum ársins álops­ spæl a ri var søgan tann sama. Samanlagt var hann tó best ur av øllum, og tá vit eft ir handanina fingu orð ið á hann, segði hann, at tað fyrst og fremst lá nógv hart ar beiði aftan­ fyri. ­ Vit hava vant øgiliga nógv í ár. Og í mun til hi ni árini, so var eg nógv skadd ur í fjør. Í ár havi eg runn ið aftaná hvør ja venj ing, og havi eg eisini vant meira, enn eg plagi at gera. So tað er nokk tað, sum hev ur givið úrs­ lit. Nú gjørdust tú og VÍF ov stuttir í lands kapp­ ing ini, har tað gjørdist til silv ur. Er hetta eitt stórt plást ur at fáa á sár ið. ­ Nei. Eg vil heldur siga, at hetta er eitt lítið plást ur á eitt stórt sár. Í tí ligg ur kanska eisini, at hetta næstan einki er vert, men sjálvandi er tað stutt ligt kortini. Men eg hevði í øllum førum gjarna veksl að hetta um við eitt gull merk ið í lands kapp ing ini, segði Verjir Berbatov Sir Alex Ferguson noktar at geva Dimitar Berbatov skuldina fyri tapið hjá Manchester United móti Everton í hálvfinaluni í FA­Cup. Everton vann dystin eftir brotsspark, og hjá flestu hyggjarunum verður mest sum arroganta kiksið hjá Berbatov standandi sum løtan, tá Manchester United tapti dystin. – Hatta er tað, sum kann henda. Eg veit væl, at fólk halda, at tá tú rindar £30 milliónir fyri ein spælara, so má hann skora upp á brotsspark, men við hvørt tapir tú slíkar brotssparkskappingar, segði Sir Alex Ferguson. Manchester United hevði annars vunnið tríggjar brotssparkskappingar á rað undan hesum. Millum annað Champions League finaluna móti Chelsea í fjør. Tips-monopolið avtikið Eftir 60 ár við einkarrætti at bjóða út veddingarspæl um ítrótt, skal Danske Spil nú virka í fríari kapping við aðrar aktørar á marknaðinum. Hóast ES í nógv ár hevur kravt frían marknað á økinum, so hevur danska lóggávan vart Danske Spil. Men tað er nú liðugt. Einastu spølini, sum útlendskir útbjóðarar ikki sleppa at kappast við Danske Spil um, verða nú Lotto og skavispøl. Leygarkvøldið varð rimm ar gallaveitsla fyri hondbóltin hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi, og sjálvandi vórðu bestu spælar ar­ nir í landinum heiðr­ að á degnum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetta var 11. ferðin, at galla kvøldið varð hildið, og fyri fimtu ferð á rað var tað Hond bóltsdómarafelagið, sum skipaði fyri til taki­ num. Tá dómararnir í sínari tíð tóku yvir, var hetta, tí teir ikki vildu hava, at kvøldið datt niðurfyri, tá einki felag tók tist so øgiliga áhugað í at skipa fyri veitsluni. Men leygar kvøldið søgdu dómar ar nir, at nú høvdu teir fyribils skipað fyri síni seina stu veitslu. Tað verður tó ikki so, at galla veitslan dettur niður­ fyri. Tí í mest sum sama anda drátti staðfesti Eyðun Samuel sen vegna dómara­ felag ið, at gallaveitslan um eitt ár verður hildin í Vest­ manna. Tá tey bestu skuldu kjós­ ast, var tað ikki óvæntað Ad ina Petrea úr Tjaldri, sum streyk avstað við tí mes ta. Tað var longu greitt, at hon var besti málskjútti hjá kvinnum, men umframt steyp ið fyri tað, gjørdist hon eisini ársins álops­ spælari og ársins spælari, um framt at hon eisini var part ur av ársins liði. Hjá monnunum var tað Sámal Joensen, sum gjørd­ ist ársins spælari. Eftir handanina var sjálvandi tíð upp á at taka stóru felagsmyndina av teimum, sum høvdu verið á pallinum hendan dagin Mynd: Álvur Haraldsen Nógv verður gjørt burturúr gallakvøldinum. Ikki minst eru klæðini av slíkum slag, sum tað sømir seg til eitt kvøld av hesum slagnum Mynd: Álvur Haraldsen Tey bestu av teimum bestu