Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 21. apríl 2009 31 lýsingar Søkt verður eftir góðskuleiðara til Faroe Seafood Eysturoyar øki, at byrja so skjótt sum gjørligt. 2 fiskavirkir eru í Faroe Seafood Eysturoyar øki. Eitt stórt og sera framkomið flaka virki í Runavík og eitt sera framkomið salt fiska virki á Toftum. Bæði virkini famleiða til krevj andi kundar. Eisini er ein stór land ing ar mið støð og 9 trolarar í Eysturoyar økinum. Góðskuleiðarin kemur at arbeiða við hesum økjum: • Leiða góðskuskipanina í tøttum samstarvi við formennirnar á ymsu deildunum • Tryggja framhaldandi uppbygging og víðlíkahaldi av HACCP grundaða innaneftirlitsskipanini á virkjunum • Samskifta við almennar matvørumyndugleikar • Tryggja neyðuga vitan um góðsku á virkjunum • Tekniskt kundasamstarv • Vørumenning Fakligir førleikar • Eina viðkomandi hægri matvøruástøðiliga útbúgving ella verkfrøðingur. • Góðan kunnleika til KT og royndir við KT amboðum, m.a. office pakkan, goymslustýring í Axapta og framleiðslustýringsskipanir. • Kunnleika til HACCP grundað innaneftirlit. Persónligir førleikar Tú ert opin, fyrikomandi, og hevur góð samstarvsevnir. Tú megnar at inspirera og motivera starvsfelagar tínar við tínum góðu evnum at samskifta. Tú megnar at arbeiða í eini dynamiskari skipan og klárar at skapa struktur og yvirlit á ein dynamiskan og motiverandi hátt. Arbeiðstaður Runavík Vit kunna bjóða: • Eitt framkomið fakligt umhvørvi • Eitt virkið og framkomið framleiðsluumhvørvi • Løn sambært avtalu Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Guðrið Andorsdóttir tlf. 555510. Umsóknin skal sendast áðrenn 1. mai 2009 til: Faroe Seafood att. Erlendur Johannessen Postboks 68 FO-110 Tórshavn ella á t-post adressu: erlendur@faroe.com www.faroe.com Góðskuleiðari www.faroe.com Starvslýsing TÍN ORKA Business Controllari til Magn Sum ein liður í framhaldandi menning av Magn søkja vit eftir einum Business Controllara Um Magn Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Vit eru 130 starvsfólk, svarandi til 80 árverk. Høvuðsskrivstova okkara er í Havn og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á tvøroyri. 10 service støðir bera Magn navnið, av hesum eigur Magn 4. Vit hava goymslur í Klaksvík og í Havn, og mált uppá sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Um starvið: tú verður lyklapersónur í fyritøkuni. tú arbeiðir bæði á strategiskum og taktiskum støði, og uppgávurnar spenna víða. tú skalt, í samstarvi við deildarleiðarar og leiðsluna, betra leiðslukunningarskipanina á Magn, so at leiðsla og leiðarar felagsins fáa bestu og rættastu vitan at taka avgerðir útfrá. Business Controllarin fær hartil ábyrgd av fleiri størri og smærri prosjektum av bæði taktiskum og strategiskum slagi, sum hon/hann hevur ábyrgd av at fyrireika og seta í verk. Fyrsta stóra uppgávan verður at fyrireika og seta í verk nýggja fíggjarstýringsskipan á Magn. Business controllarin vísir til fíggjarstjóran á Magn, men fer vegna tvørgangandi uppgávurnar at hava eina breiða kontaktflatu í øllum felagnum. Uppgávur í stuttum: • Ábyrgd av fyrireiking, implementering og framhaldandi dygdarmenning av nýggjari leiðslukunningarskipan. • Fyrireika, implementera og framhaldandi menna nýggja fíggjarskipan • gera lønsemiskanningar, bæði eftir egnum hugskoti og eftir umbøn frá, og í samstarvi við, leiðslu felagsins • Betra mannagongdir á ymsum umráðum við tí fyri eyga at betra rakstur felagsins • Hjálpa til við mánaðarroknskapum og øðrum vanligum roknskapar- og fíggjararbeiði Vit bjóða: Vit bjóða eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt millum veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini! tað er avgerandi, at tú ert før/ur at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl. av hesi orsøk fært tú góðan stuðul og víðar heimildir frá leiðslu felagsins. sjálvstøðugt arbeiði merkir eisini, at tað er møguleiki fyri fleksiblum arbeiðstíðum. Vit vænta: • Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • royndir, gjarna frá útlandinum, við fíggjarstýring, strategi- og lønsemisgreining og prosjektleiðslu • royndir við nýmótans fíggjarskipanum • stórt áræði og eitt positivt sinnalag Okkara virði eru: • Kundin í fokus • Vitan og førleiki leingi livið • skjótt er gott • gleði gevur megi um tú umhugsar at søkja starvið, vinarliga fær inn á www.magn.fo og hygg nærri eftir, hvussu vit á Magn arbeiða við virðum felagsins í okkara dagliga arbeiði. um tú hevur spurningar, vinarliga vend tær til Johnni Poulsen, fíggjarstjóra, á telefon 347420, 237420 ella á johnni@magn.fo umsóknir við prógvum skulu latast inn innan fríggjadagin 1. mai kl. 16.00. antin við at senda bræv til: Magn Vestara Bryggja 8 FO 110 Tórshavn Att: Johnni Poulsen ella við at senda teldupost til johnni@magn.fo