Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 76 - 22. apríl 2009 Tollingin má broytast Framtíðar avbjóð ingin hjá Postverkinum er at skapa nýggjar inntøkur, og her er tollavgreiðslan ein avgerandi spurningur Postverkið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sofus Clementsen, stjóri í Postverkinum, sigur, at talan verður ikki um at flyta seg burtur frá kjarnu økinum. Men at virksemið sjálvt verður øðrvísi. - Vit arbeiða jú við flutningi, umframt at vit hava giro, og tað verða eisini hesi virkisøki, sum vit koma at røkja í fram- tíðini. - Men eins og restin av samfelagnum, so hava stórar broytingar verið á flutningsmarknaðinum. Í dag hava vit umlagt út - ber ing av vanligum bræva posti, og vit hava eina kurértænastu, har vit hava lagt okkum eftir at røkja áhugamálini hjá vinnukundum. - Næsta stóra takið er so at fáa lønsemi í pakkaflutningin, og er ein stórur trupulleikar tollavgreiðslan. Tað er jú so, at ein postlóg varð sam tykt í 2005, men ein slík lógarbroyting ger ofta, at neyðugt er við øðrum lógarbroytingum eisini. So tað er okkara vón, at tær broytingar, sum eru neyðugar, eisini verða framdar, sigur Sofus Clementsen. Talan tykist ikki at verða um rok millum fakfelag og leiðsluna á Postverkinum, sum í dag hevur sagt 32 fólkum úr starvi Postverkið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá Postverkið seinast framdi eitt spariumfar, stóðst harður orðadráttur millum Postverksleiðsluna og Starvsmannafelagið. Hetta tí fakfelagið als ikki kundi góðtaka framferðina hjá Postverkinum í málin- um, sum tey søgdu ikki var eftir spælireglunum. Men tann vandin tykist vera munandi minni hesa- ferð. - Vit eru sjálvandi ikki fegin um uppsagnirnar, men vit hava verið kunnað allan vegin í tilgongdini. Og her hevur okkara lutur so verið at tryggjað, at alt er farið fram eftir for skrift- unum, sigur Súni Selfoss, næstformaður í Starvs- mannafelagnum. Saman við øðrum um - boðum hjá felagnum var Selma Ellingsgaard, for- kvinna, í dag á fundi við uppsøgdu starvsfólkini á Postverkinum, har tey mill- um annað kanna eftir, um framdu uppsøgnirnar eru rætt grundgivnar og um reglurnar annars eru fylgd- ar. -mørk - Marknaðurin hjá okkum er nógv minkaður, og tað er ikki fyrr enn seinastu trý árini, at vit eru farin undir at umskipa virksemi. Og tí gerast inntrivini ógvusligari, enn tey annars vildu verið, sigur Sofus Clementsen, stjóri á Postverkinum, sum aftur í dag hevði tung boð at bera starvsfólkum sínum Postverkið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tey vóru 227 við árslok í 2006. Við árslok 2007 vóru tey 215, og við árslok í fjør vóru ársverkini á Postverki Føroya 192 í tali. Í morgun varð boðað frá, at 22 ársverk afturat verða skorðin burtur. 32 fólk eru við hesum koyrd í arbeiðs- loysi í eini rationalisering, sum síðani 2006 hevur skert starvsfólkahópin við góðum fjórðingi. Ov seinir í gongd Sofus Clementsen, stjóri á Postverkinum, harmast upp sagnirnar, men hann sigur samstundis, at hetta eru fullkomuliga neyðug stig, sum verða tikin. - Tað er sjálvandi ikki nøk ur løtt avgerð hjá okkum at taka, tá fólk verða søgd úr sínum arbeiði, tí sjálvandi vita vit, at hetta rakar heil húski. - Men samstundis standa vit í einum veruleika, har vit eru tvingað at fremja tær umleggingar, sum skulu til, um vit skulu hava løn- semi í rakstrinum. Veru- leikin er eisini, at Postverkið ikki varð umlagt fyrr enn í 2005, og tí vóru vit sum virki rættiliga langt aftur- úrsigld, tá umleggingarnar byrjaðu. Og tað hevur aftur borið við sær, at inntrivini hava verið so ógvuslig, tí vit eru noydd at renna skjótari um kapp við tíðina, enn vit annars skuldu gjørt, sigur Sofus Clementsen. Tit hava minkað talið av ársverkum við einum fjórð- ingi seinasta hálva triðja árið. Er hetta seinasta spari- umfarið? - Tað vóni eg, at tað er. Men eg fái ikki veitt nakra vissu fyri tí. Vit liva jú ein- um marknaði, sum krevur støðugar tillagingar frá okk um, og tí kemur talið av ársverkum helst at minka í framtíðini eisini. Men tað er mín vón, at vit við hesum hava skorið somikið, at sparingar í framtíðini kunnu fremjast við náttúrligari frá gongd og ikki upp sagn- um, sigur Sofus Cle ment- sen. Hann sigur víðari, at spar ingarnar í hesum um far inum geva ein árliga minniútreiðslu upp á 7 mió kr., men at hetta talið tó ikki sæst aftur í 2009, tí talan í nógvum førum er um starvsfólk við hálvt ára uppsagnartíð. Skorið um alt virkið Talan er um skerjingar, sum raka stovnin breitt, og eru tað fólk á øllum deildum, sum í dag hava fingið at vita, at teirra framtíð ikki longur er á Postverkinum. Sofus Clementsen sigur, at Postverkið hevur eina tilbúgving, sum hevur til endamál at geva uppsøgdu starvsfólkunum ta hjálp, sum teimum tørvar. Spælireglurnar fylgdar Norðsjógvurin dálkaður Kommunurnar fram við Norðsjónum vilja nú hava ES-myndugleikarnar at taka neyðug stig fyri at fáa altjóða skipaferðsluna at gevast við at dálka sjógvin. Áheitanin kemur, eftir at myndugleikarnir í Skotlandi hava almannakunngjørt úrslitið av einari kanning, har teir hava skrásett alt burturkast, sum fiskiskip úr tíggju býum hava tikið upp av sjónum tey seinastu fýra árini. Niðurstøðan er, at umleið 20.000 tons av burturkasti enda í Norðsjónum á hvørjum ári. Umleið 15 prosent av burturkastinum rekur til lands, meðan hitt søkkur á botn ella rekur omaná til ampa fyri fisk, fugl og fiskimenn. Jóhanna væntar semju Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, sum eisini er formaður í stjórnarflokkinum Samfylkingini, heldur, at ov nógv verður gjørt burturúr, at teir báðir stjórnarflokkarnir draga ikki eina línu í ES-málinum. Hon segði í gjár, at hon er ikki í iva um, at aftan á valið fara Samfylkingin og Vinstri Grøn at semjast um eina leið, sum skal leiða Ísland upp í ES. Fleiri leiðandi politikarar hjá Samfylkingini hava sagt, at ES-limaskapur er tað fyrsta, sum tann komandi stjórnin fer undir at fremja. Vinstri Grøn siga, at fólkið skal spyrjast, áðrenn nakrar samráðingar verða um ES-limaskap. Renna fleiri ár aftaná Postverksstjórin staðfestir, at umleggingarnar á Postverkinum eru komnar alt ov seint ígongd, og at hetta er fremsta orsøkin til, at inntrivini, sum eru gjørd seinastu 30 mánaðirnar, eru somikið ógvuslig Mynd: Jens Kristian Vang