Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 78 - 24. apríl 2009 ] Í vikuni hevur eitt nýtt andlit verið at sæð til venjingarnar hjá Vodafone-hópi- num hjá ÍF. Nevnliga andlitið á Abraham Løkin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tríggir dystir og einki stig hevur fingið krepputosið at tutla spakuliga fram í Fuglafirði, men enn er ikki talan um nakrar reyð­ ar lampur hjá venjaratoym­ inum. ­ Eg veit ikki, hvat tú skalt rópa tað, men Abra­ ham er í løtuni eitt slag av sparringspartnara hjá mær, sigur Jón Simonsen, venjari hjá ÍF. ­ Vit kennast væl, og vit eru báðir í ferð við at taka seinasta partin av venjara­ útbúgvingini. Fótbóltsliga hugsa vit eisini rættiliga eins, og tá eg noyddist av landinum undan kapp­ ingarbyrjan í fjør, skeyt eg sjálvur upp, at ÍF heitti á Abraham um at standa fyri liðnum, til ein varandi loysn varð funnin, sigur Jón Simonsen. ­ Og nú havi eg so heitt á hann um at fylgja við í venjingunum hjá okkum. Tá tú soleiðis endar í einum aldudali, kanst tú sum venjari hava lyndi til at stara teg blindan upp á nøkur ting, og tí kann tað vera, at eitt nýtt par av eygum kann finna onkrar aðrar loysnir enn tær, sum eg havi roynt, sigur Jón Simonsen. Formliga er Abraham ikki í nøkrum starvi hjá ÍF, og Jón Simonsen sigur, at tað fyribils bert er hesa einu vikuna, at hann gevur sín íblástur. Meðan oddaliðið eftir fyrstu trý um- førini spælir móti botnproppinum, skulu tey fýra, sum av teimum flestu verða spádd at enda ovast, dystast innanhýsis Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan tykist á pappírinum at vera um satt kanón­um­ far, sum stendur fyri framm­ an í Vodafone­deildini. Eftir fyrstu trý umførini er B36 einsamalt á odda við fullum stigatali, og á pappír­ inum eru møguleikarnir góðir at halda fast um støð­ una, tá teir spæla móti 07 Vestur. Uppflytararnir úr Vágum hava enn ikki fingið nakað stig, men í løtum hevur spælið verið á serstakliga góðari leið, og tí er so als ikki vist, at oddaliðið hevur nakra lætta uppgávu í Sør­ vági. Favorittarnir Undan kappingini varð frá fleiri síðum sagt, at EB/ Streymur, HB, Víkingur og NSÍ vóru bestu boðini upp á ein komandi føroyameist­ ara, og tí er talan um eitt slag av framskundaðari próvtøku, nú tey fýra takast í innanhýsis uppgerðum. Í Havn er HB mest sum altíð favorittur, men fyrst GÍ og nú Víkingur hava ofta fingið sera góð úrslit við sær úr høvuðsstaðnum móti júst HB. Úrtøkan hjá báðum liðunum hevur verið á eini leið higartil, men skulu tey veruliga hanga í oddinum eftir hetta umfarið, ræður um ikki at tapa. Og støðan er tann sama í dystinum millum meistara­ liðini tey bæði seinastu árini, EB/Streym og NSÍ. Áhugavert í botninum Og so kann bara staðfestast, at eisini teir báðir seinastu dystirnir hetta umfarið eru av serstakliga áhugaverda slagnum. Í Klaksvík snýr visións­ tosið seg ikki longur um nakað FM­heitið, men held­ ur um at byggja eitt nýtt lið upp, og higar til hevur gingið hampuliga væl við hesum. Tvey stig eru tó í minna lagi, og tí eru vón­ irnar, at fyrsti sigurin á ári­ num kemur sunnudagin, nú AB vitjar. AB fekk hinvegin sín fyrsta sigur fyri viku síðani, og hetta er sjálvandi nakað, sum teir vilja byggja víðari á. Og í Fuglafirði ræður um hjá heimaliðnum at vinna á lítlu kreppuni, sum felagið er endað í. Undan kappingar­ byrjan var málið at koma heilt upp har, sum tað er stuttligt at kappast. Men einki stig eftir trimum umførum bendir so als ikki á nakað sum helst tos um oddasess. Favorittarnir takast Meistaraliðini tey bæði seinastu árini verða roknað sum nøkur av bestu boðunum upp á ein komandi meistara, og tí er talan um spennandi styrkisroynd við Margáir SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Vodafone-deildin 26.04 HB-Víkingur Lars Muller 26.04 EB/S-NSÍ Páll Augustinussen 26.04 KÍ-AB Dagfinn Olsen 26.04 07 V-B36 Ransin N. Djurhuus 26.04 ÍF-B68 Eiler Rasmussen 1. deild menn 25.04 VB/S-Skála Bárður Mortensen 25.04 Víkingur-B71 Andrew Christiansen 25.04 B68-NSÍ Georg N. Rasmussen 25.04 FC Hoyvík-TB Høgni Hansen 25.04 MB-HB Alex Troleis 2. deild menn 26.04 07 V-B36 Allan Manai 26.04 B71-AB Eugen Voda 26.04 EB/S-Undri Birgir Joensen 26.04 Víkingur-TB Karl M. Poulsen 26.04 ÍF-KÍ J. M. Kjell Abraham hyggur at ÍF Dystaryvirlit v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 3 3 - 0 - 0 6 3 3 9 2 Víkingur 3 2 - 1 - 0 10 4 6 7 3 NSÍ 3 2 - 1 - 0 7 3 4 7 4 EB/S 3 2 - 0 - 1 5 2 3 6 5 HB 3 2 - 0 - 1 5 3 2 6 6 AB 3 1 - 0 - 2 4 4 0 3 7 B68 3 1 - 0 - 2 2 6 -4 3 8 KÍ 3 0 - 2 - 1 3 4 -1 2 9 ÍF 3 0 - 0 - 3 1 6 -5 0 10 07 Vestur 3 0 - 0 - 3 4 12 -8 0