fríggjadagur 24. apríl 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 62 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 78 • 24. apríl 2009
Sjáldan er ein politisk sjálvævi
søga fallin í so góða jørð hjá
ummælarum, sum Farvel til
Slotsholmen hjá Hans Engell,
sum kom út um jóltíðir. Serliga
er tað óvanliga góði pennurin
hjá fyrrverandi formanninum í
Konservativa flokkinum, sum
hugtekur ummælarar og fær teir
at kalla bókina eina serstakliga
undirhaldandi lesiuppliving. At
Engell hartil er ein framúr gløggur
politiskur analytikari gevur bókini
eina serstøðu í longu røðini av
politiskum sjálvævisøgum, verður
sagt.
Speiskur hermaður
Farvel til Slotsholmen tekur
støði í sonevnda Tamilmálinum
og tess avleiðingum, har Engell
fær víst seg sum greinaran
við stóra innlitinum í danskan
politikk og ikki minst søguna
hjá konservativa flokkinum. Tá
sama mál í 1993 letur Engell
koma framat sum formann fyri
Konservativa flokkinum, verður
bókin eitt satt studie í politiskum
handverki og snildum frá fremstu
røð. Engell skrivar so framúr væl,
halda ummælarar, at tú verður
sogin inn til at góðtaka hansara
treytir: At hann mest sum er
ósekur í øllum karaktermorðunum
og heldur sjálvur er offrið fyri
teimum.
– Aðrastaðni frá vita vit, at
so leiðis var tað neyvan altíð. Men
tað má lesarin minna seg sjálvan
um, tí meðan tú lesur, heldur tú
við Engell. Tú stuttleikar tær og
flennir hart eftir óndskapsfult
neyvu lýsingunum, hann borð
reiðir við, av sínum parta
monnum, skrivar David Rehling á
Information.
Hóast rivin og skræddur eftir
fallið sum floksformaður buldrar
Engell víðari við síni frásøgn og
sínum stríði, sum ein hermaður,
ið bara má halda fram at berjast,
langt aftaná at vápnahvíld er
undirskrivað, sum ummælarin
á Weekendavísini, Arne Hardis
tekur til.
Beiska kríggið um, hvør skuldi
hava sessin sum floksformaður
eftir hann, gevur Engell høvi at
steikja bæði sínar mótstøðu og
viðhaldsmenn yvir einum speisk
um eldi, sum svíður tess meir,
tí nógvir av teimum framvegis
eru í politikki. Tað er Engell ikki,
og tí nýtist honum ikki at leggja
fingrarnar ímillum. At Engell
ongum skyldar nakað ger ikki
bara bókina til óvanliga sterkan
politiskan lesnað, heldur Kenneth
Praefke, ummælari á litteratur.
nu.dk. Tað gevur eisini hesi
sjálv ævisøguni eina munandi
størri heimild enn líknandi bøkur,
ið framvegis mugu taka alskyns
politisk atlit.
Lagnutungi
betongkubbin
Sjálvspeiið er sjáldan langt
burturi í bókini, og tykist at
byrja longu á permumyndini, har
ein mál rættaður Hans Engell
kemur súkklandi ótarnaður av
ferðsluni kring seg. Á myndini
tykist hann lættliga at kunna
smoyggja sær uttan um allar
forðingar á vegnum. Verri gekst
honum sum kunnugt víðagitnu
náttina í februar í 1997, tá
Hans Engell í bili og við eini í so
ríkiligari promillu rendi inn í ein
betongkubba, og harvið gjørdi
enda á síni politisku karrieru.
Heldur enn at umbera hend
ingina, letur Engell hana fylla ein
stóran og sera undirhaldandi og
dramatiskan part av bókini. At
tað var tápuligt at seta seg í bilin
ta náttina, letur hann ongan iva
vera um. Hinvegin var hendingin
kanska ikki bara úrslitið av, at
hansara dømikraft var sett úr gildi
eitt lagnutungt sekund, tí sum
Engell hugleiðir:
»Politikarar liva í sínum egna
veruleika, og um ongin rundan
um teir hevur styrki til at toga
teir út úr tí veruleikanum, kann
tað enda galið. Tað var uttan
iva ein av orsøkunum til, at eg
endaði í hasum betongkubbanum,
sum broytti bæði mítt privata og
politiska lív«
Skilagóð orð frá einum
manni, sum eftir øllum at døma
er vorðin klókari. Tí kann tað
undra, at Engell avdúkar, at
fleiri løgreglufólk bjóðaðu seg
at fjala út yvir hendingina. Sum
ummælarin á Berlingske Tidende,
Ditlev Tamm, turrisliga viðmerkir
– Fólk siga so nógv, men tað er
ikki alt, tú eigur at endurgeva tey
fyri og serliga ikki heingja tey út
fyri, tá tey vilja hjálpa tær men
tey kunnu jú eisini bara halda
munn.
Heilsan til Føroyar
Hans Engell var formaður í
Kon servativa flokkinum, tá
føroyska bankakreppan leikaði
á fyrst í nítiárunum. Eftir øllum
at døma fylti kreppan nógv í
innan hýsis orðaskiftinum á
Christiansborg, og eisini í bókini
fær bankakreppan fitt av umrøðu.
Serliga nógva orku brúkar Engell
uppá at greiða frá, hví hann
ikki vildi vera við til at eftirlíka
føroyska kravinum um eina
dómarakanning.
Hóast Engell roynir at sannføra
um, at ein slík kanning einans
hevði havt við sær, at konservativi
og hinir andstøðuflokkarnir kundu
vaska sínar hendur, tykist tað ikki,
sum hann heilt fær rist málið av
sær.
Minnini um bankakreppuna
fáa eisini Engell at hugleiða um
føroysku tjóðskaparkensluna á
ein rættiliga persónligan hátt.
At føroyingar ynskja at ráða
yvir sínum egna landi er væl
skilligt, staðfestir hann. Men
tá føroyingar tosa um loysing
frá Danmark skal tað takast við
fyrivarni, sambært Engell. Víst
meina teir tað – men teir kenna
eisini trupulleikarnar: Hvussu
skal eitt lítið oyggjasamfelag,
sum er fullkomiliga bundið
at fiskivinnuni, klára seg, um
fiskurin svíkur? Og hvat nyttar
tað at vera eitt sjálvstøðugt land,
um tú bara ert ein so lítil moli á
stóra fatinum, at ongin tekur teg
í álvara? Danmark og Føroyar
hoyra saman, og soleiðs verður
tað nokk, til oljan kanska einferð
spríkir úr dýpinum í Norður
atlants havinum, staðfestir Engell.
Sjálvur letur hann heldur ongan
iva vera um, at hann fegnast
um sítt persónliga samband við
føroyingar.
»Bæði sum politikari og seinni
sum blaðstjóri elskaði eg at koma
til Tórshavn til fundir og samveru
við Løgting og Landsstýri og
seinni við góðum vinum í Før
oya mest framsókna miðlahúsi
»Sosialinum« undir leiðslu av Jan
Müller og hansara eldhugaðu
fólkum«, skrivar Hans Engell
Besta tíðin
Tað kom óvart á mong, tá Hans
Engell tók við sum blaðstjóri á
Ekstra Blaðnum í 2000. Var tað
nøkur avís, sum hevði verið við
til at steðga politisku karrieruni
hjá Hans Engell við at trampa
áhaldandi í betongkubba
søguni, so var tað júst Ekstra
Blaðið. Hetta mátti vera besta
dømið um ein mann, ið ikki
var beiskur av lyndi, meinti ein
viðmerkjari á Ekstra Blaðnum.
Undir yvirskriftum sum »Frá offri
til bøðil« tulkaðu onnur bløð
starvskiftið hjá Engell sum eitt
slag av hevnd.
Sjálvur lýsir Engell tíðina sum
blaðstjóri á Ekstra Blaðnum,
sum sjey av teimum bestu
arbeiðsárunum í sínum lívi.
»Í nógvar mátar er starvið sum
blaðstjóri og ráðharri ikki so ólíkt.
Í báðum sessum ræður um at
hava yvirlit og ikki vera bangin
fyri at taka avgerðir heldur ikki
tær illa lýddu. Tú skalt helst vera
rættiliga sjálvhjálpin tað er gott
at hava góðar starvsfelagar, men
í síðsta enda skalt tú bæði duga
at lesa, skriva og hugsa sjálvur«.
Og tað dugir Engell – so mikið
væl sambært ummælaranum
á Information, David Rehling,
at Farvel til Slotsholmen eigur
at fáa fast pláss í pensum í
stjórnmálafrøði.
__________________________
Hans Engell, Farvel til Slotsholmen,
Gyldendal, 2008, 412 bls.
__________________________
Gløggur buldribassi
skrivar politiska søgu
BØKUR
Umrøða
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Erliga sjálvævisøgan hjá Hans Engell
gevur eitt tað mest undirhaldandi og
neyvasta innlitið í danska politiska søgu
í nýggjari tíð, meta ummælarar
Fólksligur buldribassi ella hvassur, politiskur analytikari. Flestu viðmerkjarar
eru samdir um, at Christiansborg gjørdist munandi minni litríkt, eftir at Hans
Engell gavst sum politikari