Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 28. apríl 2009 5 lýsingar Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT · løggilt grannskoðaravirki · R.C. Effersøesgøta 26 · Tórshavn · Tel 314700 · Fax 313815 · inpact@inpact.fo · www.inpact.fo Fíggjarkreppa og niðurgangstíðir skapa trupul­ leikar, men eisini nýggjar møguleikar og stórar av­ bjóðingar. Um tú vilt verða við til at møta hesum avbjóðingum, so hevur tú møguleikan her. Grannskoðaravirkið INPACT søkir næmingar, ið hava hug og hegni at útbúgva seg innan roknskap og grannskoðan. INPACT er ein tænastufyritøka, hvørs kjarnuøki er at veita vitanar grundaðar tænastur serliga til vinnulívið, men eisini almenna geiran. INPACT byggir sína framtíð á førleikarnar hjá starvsfólkunum. Tað er tí fyritreyt fyri víðari menning, at vit hava dugnalig og væl útbúgvin starvsfólk. Um tú hevur evnini, so vilja vit nýta tað tilfeingi, sum skal til, fyri at tú kanst fáa eina av heimsins bestu praktisku og ástøðiligu útbúgvingum innan økið. Vit ímynda okkum, at tú byrjar á skrivstovuni hjá okkum 1. august 2009. Heilt frá byrjan verður tú við til at loysa grannskoðaraupp­ gávur fyri kundar okkara, fyrstu tíðina undir leiðslu av roynd um grannskoðara. Vit leggja dent á, at tú skjótt megn ar at arbeiða sjálvstøðugt við smærri uppgávum, men eisini sum partur av einum toymi. So hvørt sum tú kem­ ur longri í útbúgvingini og royndirnar verða fleiri, vaksa avbjóð ingarnar og ábyrgdin sam svarandi. Um somu tíð byrjar ástøðiligi parturin av útbúgvingini, har tú við síðuna av vanliga arbeiðnum fert undir at lesa 1. part av HD. Harumframt luttekur tú á skeiðum, ið vit skipa fyri sam an við fakligu samstarvsfeløgum okkara. Tú ræður sjálv/­ur fyri, hvussu stóran part av útbúgv­ ingini tú tekur, men vit mæla til, at tú í minsta lagi nemur ástøðiliga útbúgving á bachelorstøði. Um hugurin er til tess, kanst tú halda fram við at lesa cand. merc.aud. og taka útbúgvingarrøðina, sum krevst fyri at kun na gerast statsautoriseraður / løggildur grannskoðari. Vit leggja dent á, at tú hevur persónligar eginleikar sum: • evni at menna teg við uppgávunum • vilja og evni til at arbeiða sjálvstøðugt • søkir ábyrgd og ávirkan heldur enn sleppa tær undan Førleikar: • Miðnámsútbúgving, so sum HH, fiskivinnu- útbúgving, student ella annað • Tekur tú prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja • Enskt í skrift og talu • Góðan telduførleika • Fólk við bankaútbúgving ella líknandi eru eisini vælkomin at søkja Umhugsar tú at søkja og vilt hava meira at vita, ella ivast tú bara í onkrum, kanst tú ringja til okkara og spyrja eftir Heina Thomsen, statsaut. revisor (tlf. 794707), ella Jógvan Joensen, løggildur grannskoðari (tlf. 794722). Er hetta nakað fyri teg, kanst tú senda okkum eina umsókn við CV. Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT løggilt Grannskoðaravirki R.C. Effersøesgøta 26 Postbox 191 FO-100 Tórshavn Teldupostur: inpact@inpact.fo ­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­ Limur í INPACT AUDIT Ltd. An International Network of Accounting and Auditing Professio nals. INPACT Audit Limited is registered in the UK as INPACT Audit Limi­ ted, a private company limited by guarantee. INPACT Audit Limited is a member of the Forum of Firms, an association of international networks of accounting and auditing firms that perform transna­ tional audits. Grannskoðaranæmingar TÍN ORKA Business Controllari til Magn Sum ein liður í framhaldandi menning av Magn søkja vit eftir einum Business Controllara Um Magn Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Vit eru 130 starvsfólk, svarandi til 80 árverk. Høvuðsskrivstova okkara er í Havn og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á tvøroyri. 10 service støðir bera Magn navnið, av hesum eigur Magn 4. Vit hava goymslur í Klaksvík og í Havn, og mált uppá sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Um starvið: tú verður lyklapersónur í fyritøkuni. tú arbeiðir bæði á strategiskum og taktiskum støði, og uppgávurnar spenna víða. tú skalt, í samstarvi við deildarleiðarar og leiðsluna, betra leiðslukunningarskipanina á Magn, so at leiðsla og leiðarar felagsins fáa bestu og rættastu vitan at taka avgerðir útfrá. Business Controllarin fær hartil ábyrgd av fleiri størri og smærri prosjektum av bæði taktiskum og strategiskum slagi, sum hon/hann hevur ábyrgd av at fyrireika og seta í verk. Fyrsta stóra uppgávan verður at fyrireika og seta í verk nýggja fíggjarstýringsskipan á Magn. Business controllarin vísir til fíggjarstjóran á Magn, men fer vegna tvørgangandi uppgávurnar at hava eina breiða kontaktflatu í øllum felagnum. Uppgávur í stuttum: • Ábyrgd av fyrireiking, implementering og framhaldandi dygdarmenning av nýggjari leiðslukunningarskipan. • Fyrireika, implementera og framhaldandi menna nýggja fíggjarskipan • gera lønsemiskanningar, bæði eftir egnum hugskoti og eftir umbøn frá, og í samstarvi við, leiðslu felagsins • Betra mannagongdir á ymsum umráðum við tí fyri eyga at betra rakstur felagsins • Hjálpa til við mánaðarroknskapum og øðrum vanligum roknskapar- og fíggjararbeiði Vit bjóða: Vit bjóða eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt millum veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini! tað er avgerandi, at tú ert før/ur at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl. av hesi orsøk fært tú góðan stuðul og víðar heimildir frá leiðslu felagsins. sjálvstøðugt arbeiði merkir eisini, at tað er møguleiki fyri fleksiblum arbeiðstíðum. Vit vænta: • Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • royndir, gjarna frá útlandinum, við fíggjarstýring, strategi- og lønsemisgreining og prosjektleiðslu • royndir við nýmótans fíggjarskipanum • stórt áræði og eitt positivt sinnalag Okkara virði eru: • Kundin í fokus • Vitan og førleiki leingi livið • skjótt er gott • gleði gevur megi um tú umhugsar at søkja starvið, vinarliga fær inn á www.magn.fo og hygg nærri eftir, hvussu vit á Magn arbeiða við virðum felagsins í okkara dagliga arbeiði. um tú hevur spurningar, vinarliga vend tær til Johnni Poulsen, fíggjarstjóra, á telefon 347420, 237420 ella á johnni@magn.fo umsóknir við prógvum skulu latast inn innan fríggjadagin 1. mai kl. 16.00. antin við at senda bræv til: Magn Vestara Bryggja 8 FO 110 Tórshavn Att: Johnni Poulsen ella við at senda teldupost til johnni@magn.fo