Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 81 - 29. apríl 2009 Meksiko Bý. - Her hendir ótrúliga nógv í senn, og vit royna bara at fylgja við í tí heila, greið ir Sverri í Sandagerði frá. Fólk eru nervøs og bangin Sambært Sverra í Sanda- gerði er stemningurin mill- um fólk eitt sindur dapur. - Eitt er tað, at stjórnin hevur mælt fólki til ikki at fara út. Men eitt annað, sum eisini er eitt sindur ó hug na ligt, tað er at stjórnin hevur sagt, at hevur herurin mistanka um at eitt hús er smitt að við svínakrími, so hev ur militerið fingið loyvi at koma inn og seta alt hús- ið í karantenu, vísir Sverri í Sandagerði á. Umframt at fólk í Meksi- ko óttast at fáa militerið á dyrnar, so er ein av or søku- num til at fólk eru nervøs og bangin eisini, at vanliga fólkið í Meksiko ikki hevur so nógvar pengar at fara um við. - Fólkini her eru eitt sind- ur fátøk, um man kann siga so. Her er tað ikki heilt sum í Føroyum, at tú bara kann møta upp á einum sjúkra- húsi og verða viðgjørdur púra ókeypis. Her kostar tað nógvar pengar, og fólk- ini her hava ikki ráð at fara á sjúkrahús uttan at tað er allarhægst neyðugt, sigur Sverri í Sanda gerði. Støðan er álvarslig At støðan er álvarslig í Meksiko, er Sverri í Sanda- gerði ikki í iva um. Tvørt- urímóti. Í sjónvarpinum upplýsa alla tíðina um, hvussu fólk best kunnu verja seg, eitt nú við at vera inni, og við ikki at gera, sum van ligt er í Meksiko, og mussa fólk á kjálkan tá tú heilsast og við at upplýsa um týdningin á rein førinum. - Og so er tað eisini tað, at her í Meksiko hava skúlar nir ikki verið stongdir síðan stóru jarðskjálvtarnar í 1985, sum komu upp á 8,1 á Richterstiganum, og nú eru teir stongdir. Tað vil siga at støðan er nokkso álvar s lig. Men vit fáa ikki so øgiliga nógv at vita sum so, men tað er kanska fyri okkara egna besta, soleiðis at tað ikki verður panikkur. Men at tey stongja skúlan er kanska ikki so løgið, tí har ganga hóast alt 100.000 næm ingar, sigur Sverri í Sanda gerði. Sjálvur sigur Sverri í Sanda gerði at tey hava tað gott, og at eingin í familjuni har er vorðin sjúkur enn. Tó er sjúkan ikki longri burtur enn so, at eitt ella tvey fólk tætt við Atizapan fyri kortum eru vorð in sjúk av svínakrími. Ósemja um Turkaland Fyrrverandi danski varaforsætisráðharrin Bendt Bendtsen, sum nú er høvuðsvalevnið hjá teimum konservativu til Evropatingið, hevur ikki somu áskoðan sum hansara egni flokkur í spurninginum um at taka Turkaland upp í ES. Við Jyllands-Postin sigur Bendt Bendtsen, at hann fer ikki at mæla til, at Turkaland fær fullan limaskap í ES. Fyri fýra vikum segði danski uttanríkisráðharrin Per Stig Møller, sum eisini er úr konservativa flokkinum, at samráðingarnar millum ES og Turkaland skulu enda við fullum turkiskum limaskapi í samveldinum. Svínakrímið uppruna í USA Serfrøðingar halda nú, at tað nógv umrødda svínakrímið hevur sín uppruna í amerikanska statinum Texas og ikki í Meksiko sum higartil hildið. Danski tíðindamaðurin Jens Ole Nielsen, sum er í Meksiko, sigur við TV2, at sambært serfrøðingum var tað helst ein eldri kvinna, sum hevði smittuna við sær til Meksiko, eftir at hon hevði verið í Texas og vitjað skyldfólk. Fyrr hava myndugleikarnir í Meksiko sagt, at 26 fólk vóru deyð av svínakrími, men nú siga teir, at tað rætta talið er sjey. Umleið 2.500 fólk í Meksiko eru smittað, og í USA er talið 68. Herumframt er smittan staðfest í Kanada, Spania, Skotlandi, Týsklandi, Ísrael og Ný Sælandi. Sverri í Sandagerði býr saman við unnustu sínari, Sandra Maria, í Atazapan, ið er góðan tíma frá Meksiko Býi. Dagliga gongur hann á málskúla, og ætlar at byrja á universiteti eftir summarfrítíðina Meksiko Býur við sínum 22 milliónum íbúgvum er vanliga ein livandi og ovurfyltur stórbýur. Men í dag standa vegir og skúlar tómir, og Meksiko Býur minnir mest um ein spøkilsisbý. Tað sigur Sverri í Sandagerði, ið býr í útjaðaranum á Meksiko Býi