mikudagur 29. apríl 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 81 - 29. apríl 2009
Glaðir pensionistar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Runt um í landinum sita pension
istar, sum eru glaðir og virknir, og
eru fegnir um at sita í egnum hús
um. Ein av hesum, er Elisabeth
Andreassen. Hon er so frísk at
síggja til, at hon lættliga kundi
sagt seg at verið 10 ár yngri, uttan
at nakar setti spurnartekin við tað.
Í stóru húsunum í Varðagøtu
húsast hon saman við manninum.
Higar fluttu tey í 1964. Tá var
grannalagið so tómligt, og hiðani
varð mett at vera langt oman í
býin.
Áðrenn vit komu her niðan at
búgva, búðu vit í Jóannesar
Paturssonargøtu, sum tá ikki var
komin í gjøgnum. So vit hava
roynt at búð í eini aðrari tíð, má
mann siga, sigur Elisabeth
Andreassen.
Elisabeth Andreassen er ættað
úr Trongisvági, men flutti til
Danmarkar seint í 1950 árunum
fyri at byrja uppá útbúgvingina
sum fysioterapeutur. Tað tók tvey
ár og fýra mánaðir at læra til
fysioterapeut. Fyri hana var fysio
terapiin eitt sera áhugavert
arbeiði, sum bæði var vítt og
breitt.
– Tá vóru tað so fá, sum
arbeiddu við fysioterapi í Føroy
um. Tað vóru nakrar fáar eldri
kvinnur, ið arbeiddu við tí. Tí var
tað var eingin trupulleiki at fáa
arbeiði, tá eg kom heim aftur og
søkti um starv á Landssjúkra
húsinum, sigur Elisabeth.
Heimsins býttasti
spurningur
Tað var í 1964 at hon og maðurin
fluttu heim aftur til Føroya.
– Mær dámdi ótrúliga væl í
Danmark, og var kedd av at skula
flyta aftur til Føroya tá. Í dag
hevði eg kortini ikki viljað býtt
Tórshavn um við Roskilde, har
vit búðu tey seinnu árini. Alt er
so nógv broytt síðan tá. Tað var
einki at stúra fyri í Keypmanna
havn, sum vit so ofta vitjaðu.
Ikki sum nú, sigur Elisabeth
Andreassen.
Mannin fann hon í Keyp
mannahavn. Hann var kortini
ikki dani, men strandingur. Hann
fekk starv í Føroyum, sum var
orsøkin til at tey fluttu til Føroya.
Seinni komu tvey børn, og
tilsamans eigur Elisabeth
Andreassen fimm ommubørn.
Tað kemur fyri, at børnini hava
brúk fyri eini hjálpandi hond til
at passa ommubørnini, og tað er
Elisabeth fegin um. Tað er bert
ein av teimum tingunum, sum
fara við hennara tíð.
– Hvat eg fái tíðina at ganga
við? Tað má vera heimsins býtt
asti spurningur, sigur hon flennir.
– Bara tað at leita eftir brill
unum kann fara við nógvari tíð.
Nei, álvara, bara mann er raskur,
er alt gott, haldi eg. Tað er sjálv
sagt nýtt at gevast at arbeiða, og
mann skal læra seg ikki at hava
eitt arbeiði at fara til. Eg minnist,
at tá eg gavst, var tað fyrst í des
ember mánað, og eg var fegin
um at eg ikki skuldi upp og
avstað í ófantaliga veðrinum. Tað
var í 1998 at eg gavst á Lands
sjúkrahúsinum. Tá hevði eg
arbeitt har í tilsamans 20 ár.
Ætlanin var, at eg skuldi halda
fram við vikariera eitt sindur,
men tað vísti seg, at tað einans
var pláss fyri vikarum um
summarið, og tá tímdi eg altso
ikki at arbeiða, greiðir hon frá.
Tilhaldið er fantastiskt
Í staðin tók hon ein part av síni
pensjón út, og bjóðaði manninum
á ein fantastiskan túr til Kina.
Ymsa staðni í stóru húsunum
hanga listaverk, hon hevur keypt
við sær heim av ferðum. Eitt nú
Noreg og Italia, haðani hon
hevur nøkur av sínum yndis
listaverkum. Nakað hava tey ferð
ast gjøgnum árini, bæði heima og
úti, og fyri einum ári síðan seldu
tey summarhúsini á Sandi, tey
annars høvdu havt í mong ár. Alt
skal haldast við líka, og fór tað
við ov nógvari tíð.
Eg haldi, at tá mann hevur
summarhús, forðar tað einum í at
fara aðra staðni. Seinnu árini
hava vit kortini verið ymsa staðni
í landinum. Vit vóru í Klaksvík
fyri nøkrum árum síðan, men tá
kom verkfall, so vit sluppu ikki
avstað aftur tá vit ætlaðu, og tá
vit so fóru út í Hest, fekk skipið
eitt brek, so vit noyddust at bíða
niðri á keiini í fleiri tímar. Eina
ferð fóru vit ein túr til Fugloyar.
Veðrið var so gott her, men tá vit
komu út har, var øgiligt
ódnarveður. Men manningin
umborð á Másanum dugdi
ótrúliga væl, og tað var ein góður
túrur hóast alt, sigur hon og smíl
ist.
Til Trongisvágs er einki hjá
Elisabeth at fara aftur til. Hon
hevur fýra systkin, men eingin av
teimum hevur valt at búseta seg
har. Havnin er heimið fyri hana,
og her hevur hon tað gott saman
við manninum og góðu
vinfólkunum.
– Eg gangi nógv í Tilhaldið,
sum er fantastiskt. Eina ferð um
vikuna ganga vit túrar í Havn, og
maðurin hevur gingið til matgerð
har. Tað stóð einki til her fyri, tá
Tilhaldið varð hótt við
afturlating. Tað hevði verið stór
synd, tí har kemur so nógv fólk.
Smúkkusniðgevi við
grønum fingrum
Elisabeth hevur altíð verið glað
fyri náttúruna. Hon hevur
gjøgnum árini savnað vakrar
steinar, hon hevur funnið á sínum
túrum, tá hon saman við manni
og vinfólki hevur verið og hugt
at fuglum ella blómum.
– Og so gangi eg til stein
slíping og silvurarbeiði á kvøld
skúlanum. Har havi eg brúkt
mínar steinar til at gera smúkkur
við. Tað havi eg gjørt í trý ár, og
dámar mær tað so væl, at eg havi
avgjørt at halda fram við tí.
Í túninum er stórur urtagarður.
Stykkið hjá Elisabeth og mannin
um er at meta við tvey grund
stykki. Óbygda økið var fyrr eitt
spælipláss hjá børnunum í
grannalagnum, men er í dag ein
grasfløta, har eplavelta og
rabarbugarður eru at finna.
Mær dámar væl at vera úti í
garðinum, og ein tílíkur garður
skal haldast, um hann skal síggja
út av nøkrum. Vit hava tíverri
trupulleikar av morðsniglinum,
hóast vit hava roynt at basa
honum. Fyrr vóru vit raskari at
heinta teir, og klárað vit at heinta
50 uppá eitt kvøld, munar tað so
væl. Men eg sá nú tá páskalilj
urnar komu upp, at teir høvdu
etið av páskaliljunum.
Tað eru nøkur ár síðan mað
urin eisini gavst at arbeiða. Tey
eru so heppin at hava góð vin
fólk, ið hava røtur heilt aftur í
lestrartíðina. Saman við vinkon
unum gongur Elisabeth í bindi
klubb, og um summarið sleppa
mennirnir við á túrar.
Tá hon ikki er til steinslíping,
lúkar í garðinum, gongur túr ella
bakar breyð, dámar henni væl
eina góða kriminalroman og at
ganga til sjónleik.
Eg haldi at føroysku sjón
leikararnir eru so fantastiskir, og
gera eitt framúrskarandi arbeiði,
hóst tey hava lítið at arbeiða við.
Ein kann lítið annað enn geva
Elisabeth Andreassen rætt í, at
mín fyrsti spurningur var
heimsins býttasti. Tíðin strekkir
als ikki til, hóast ein er givin at
arbeiða.
Tíðin strekkir ikki til
pensi
nistar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
gladir
Elisabeth Andreassen er fegin um sína tilveru sum pensionistur.
Tað eru 11 ár síðan hon gavst sum fysioterapeutur, og fyllir hon sær
gerandisdagin við øllum hugsandi áhugamálum. Tí er spurningurin
um hvat ein pensionistur fær dagin at ganga við heimsins býttasti,
heldur hon. Tíðin strekkir als ikki til alt
Gjøgnum árini hevur Elisabeth Andreassen savnað steinar. Teir brúkar hon í sínum nýggja frítíðarítrivi, sum
er steinslíping og silvurarbeiði. Her eru nakrar av smúkkunum, hon hevur evnað úr sínum steinum