Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Damucruise Sosialurin apríl 2009 Hi ladies So fara vit allar til sjós - vit mynstra 28. mai ;-) Vit gleða okkum at bjóða tær og øðrum spennandi damum úr øllum landinum vælkomnar umborð á Norrönu, sum verður PINK í døgunum 28. mai til 1. juni. Vit vænta ein fantastiskan túr. Sjeikarnir duga so væl at savnast í óformellum høpi. Alt eftir árstíðini savnast teir at skjóta harur, fara eftir nátum, á flot, mála bátin, fiska síl, hyggja eftir ella spæla fótbólt – ja, listin er langur. Tá vit so koma til okkum sjálvar, duga vit illa nokk at finna nakað at seta uppá listan, uttan bindiklubb aðru hvørja viku. Ájú, vit hittast at hjálpast at til føðingardagar, konfirmatiónir, hátíðarhald og líknandi – nærum altíð við børnunum rundanum beinini. Alt gott um tað, men ladies, nú er stundin komin, har vit eiga vikuskifti – saman við øðrum spennandi kvinnum úr bindklubbanum, familjuni, ítróttarliðnum, til polerabend ella hvat við at savna kvinnurnar á arbeiðsplássinum? Vit skulu nokk eisini – eins og menninir – koma heim við onkrum góðum fongi – ongin ivi um tað;-). Umborð nýtast tit als ikki at keða tykkum. Nógv spennandi og annarleiðis er á skránni, líka frá vælveruviðgerðir til biograf, second-hand torg, fyrilestrar og ikki minst Fancy Damuparty. Hava tit brúk fyri at liggja við beinunum hægst onkra løtuna, so gera tit tað – hetta er tykkara vikuskifti. Brúsandi Champagnu og jarðber verður tað fyrsta vit fáa, tá vit koma til Esbjerg:-). Bussur koyrir okkum niðan í Esbjerg Storcenter, stórsta shoppingcentrið í vesturjyllandi, har vit fáa champagnu áðrenn vit fara at shoppa. Í Esbjerg finnur tú longstu gongugøtu í Danmark, so hon er avgjørt eisini eina vitjan verd. Og tað ger tað ikki verri, at vit hava ein heilan frídag, tá vit koma aftur, so vit fáa eisini stundir at hugna okkum saman við børnunum og sjeikunum áðrenn vit fara aftur til arbeiðis. Soleiðis kunnu bara kvinnur náða alt uppá onga tíð ;-). So er bert eftir at siga… Hjartaliga vælkomnar á Festligt Damucruise og til sjeikarnir… góða Hvítusunnu • Ferð t/r • Vælkomudrykkur • 3 rætta menu • Damuparty • Tiltøk hvønn dag • Fyrilestur um Enneagram • Fancy partydrykkur • Fyrilestur um stíl • Fyrilestur um makeup • Shopping umborð • Shopping í Esbjerg • Buss til shopping • Dansa disko • Syngja karaokee • Secondhand torg • Hot Tub • Venja í "maskinrúminum" • Beauty Sleep • Meditatión • Sóla sær á dekkinum ■ Stylecoaching ■ Neglaviðgerð ■ Makeup áleggjan ■ Kanna tína heilsustøðu ■ Roulette ■ Black Jack ■ Bio ■ Solarium ■ Massagu ■ Zoneterpi ■ Coaching ■ Bingo ■ Spælimaskinur • íroknað prísin ■ tilboð umborð