Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2009 Føroyski leikbólkurin Huðrar, sum í fjør set­ ti upp leikin Othello, skal í summar luttaka á heimsins størsta sjón leikarafestivali fyri áhugasjónleik. Festivalurin verður í Monaco í døgunum 16.­27. august LeikList Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Í tíðarskeiðnum 17.-26. august í ár verður heims- festi valur fyri áhugasjónleik í Monaco. Ein bólkur úr Før oyum hevur fing ið til- boð um at luttaka, og er tað føroyski leikbólkurin, Huðr ar, sum í fjør setti upp leik in Othello eftir William Shake speare. Í august í fjør lut tók Huðrar á NEATA festi vali num í Riga, og varð har sæddur og seinni boð in at luttaka á festi valinum í Monaco. Sum einasta land í norður londum. - Vit hava fingið eina inn- bjóð ing frá festivalinum, og eru vit einasti bólkur úr norður lond um, sum sleppur við. Hetta er heimsins størs- ti festi valur av hesum slag- num, og tað er ótrúliga tor- ført at sleppa við á ein tí lík- an festival, sigur Sóley Daniel sen, ein av leikar- unum í Huðr ar. Lítið hevur verið at hoyrt frá Huðrar síðan upp set ing- ina av Othello. Men áðrenn bólkurin fer avstað, fara tey at spæla nakr ar stuðuls sýn- ing ar í Norður landa húsi- num, um framt at hava onkr- ar spon tan ar uttan dura sýn- ing ar. - Onkra broyting mugu vit gera, tí allir leikararnir eru ikki tøkir, tá vit skulu til Mona co. Tí fara vit at hava eina opna upp- tøkuroynd tann 7. juli. Hesin skal altso koma inn fyri ein av mann ligu leikarunum. Ætlanin er at arbeiða hart alla summarfrítíðina við Othel lo. Huðrar skal nevni- liga eisini til Íslands áðrenn bólkurin fer til Monaco. 24 lond eru higartil skr á- sett at luttaka á festivalinum í Monaco, og er hetta størsti festi valur fyri semi pro fes- sion ellar leikarar. Bólkarnir, ið eru við á festivalinum, skulu fram f øra á egnum máli, og verður Othello so statt sýndur í týðing eftir Hanus Kamban. Tað eru ikki komnir so nógvir lutir inn til mark naðardagin hjá Sjón leikarhúsinum, sum undanfarin ár. Eftir ætlan skal pen­ ing ur in, sum kemur inn, nýtast til nýggja úthurð og ein leka í køki num Mentan Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Áhugin fyri at lata Sjón- leikar húsinum í Havn lutir, er ikki líka stórur í ár sum undan farin. Enn eru tveir dag ar eftir at lata lutir inn, men leygardagin skuldi all- ir lutir verið komnir á rætta stað, tí tá letur Sjón leikar- húsi ð dyrnar upp fyri árliga marknaðardegnum. Men higar til er tal ið av lutum langt frá tí, sum plagar at koma inn til mar- knaðardagin. - Vit fara kortini at hava mark naðardag, sum vit plaga. Um framt loppu- mark nað verður køku tom- bola, fiskibrunnur, kaffi og vaflur at fáa. Enn eru tveir dagar eftir, og tað vísir seg ofta at fólk koma í síðstu løtu, so tað kann vera at fólk koma við onkrum spenn andi lutum, sigur Karin Djurhuus, næst for- mað ur í nevndini í Sjón- leikar húsinum. Sjónleikarhúsið tekur í dag og í morgin ímóti klæð- um, lutum og innbúgvi. Um okkurt spennandi innbúgv ella lutur kemur inn, verður kanska skipað fyri upp- boðs sølu. Peningurin, sum kem ur inn, skal nýtast til at halda húsið við líka. Júst nú er tað ein leki í køkinum, sum skal bøtast, og hurðin norðureftir skal skiftast út. - Vit halda, at tey, ið velja at stuðla marknaðardegnum, eru fólk, ið vilja húsinum væl. Tí halda vit tað vera uppá sítt pláss at pengarnir fara aftur til húsið, sigur Karin Djurhuus. Lutirnir, ið ikki vera seld- ir, verða sorteraðir eina ferð afturat. Ein partur fer oman í søluna hjá Reyða Krossi, nakað verður koyrt burtur, og ein lítil partur verður goymdur í Sjón leikar húsi- num til árið eftir. Sjónleikarhúsið saknar lutir Huðrar á heims sjón leikara festival Danska arbeiðsloysið veksur Frá februar til mars mistu 10.600 danir arbeiðið, og tá er broytingin umroknað til fulltíðarstørv. Tað merkir, at í mars vóru 82.100 arbeiðsleysir danir skrásettir í arbeiðsloysisskipanini ella 2,9 prosent av teirri arbeiðstøku fjøldini. Teir seinastu mánaðirnar hevur goingdin verið tann, at talið á arbeiðsleysum monnum er vaksið skjótari enn talið á arbeiðsleysum kvinnum, og hetta stendur við. Danska hagstovan sigur, at 3,4 prosent av monnunum eru arbeiðsleysir, og tað er 0,9 prosentstig oman fyri arbeiðsloysistalið hjá kvinnunum. Rýma úr Meksiko Meksiko er eitt sera væl umtókt ferðamannaland, men svínakrímið hevur fingið ferðafólk at rýma haðani, meðan onnur, sum skuldu hagar, hava valt at finna sær eitt annað stað at halda frí í. Reuters skrivar, at dagliga plaga umleið 70.000 útlendsk ferðafólk at ferðast um altjóða flogvøllin í Meksiko Býi, men at hetta talið er minkað eina helvt ta seinastu vikuna. Árliga plaga 23 milliónir útlendsk ferðafólk at vitja Meksiko, men meksikanska ferðavinnan ber nú ótta fyri, at tað talið fer at minka nógv orsakað av svínakríminum. Hotellini siga seg longu hava mist 60 prosent av bíleggingunum. Sum einasti leikbólkur út norðurlondum, er Huðrar boðin at luttaka á heimsins størsta sjónleikarafestivali fyri amatør sjónleik. Festivalurin verður í Monaco í døgunum 17.- 26. august. Á festivalinum fer Huðrar at spæla Othello í týðingin eftir Hanus Kamban Savnsmynd Borðini við lutum hava onkuntíð verið meir rokað enn tey eru í dag, nú bert tveir dagar eru til stóra marknaðardagin hjá Sjónleikarahúsinum Mynd: Jens Kristian Vang