Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2009 Klaksvíkar Kommuna kláraði ikki longur at betala rokningar og tí mátti býráðið í gjárkvøldið seta ein hóp av sparingum í verk, sum uttan iva fara at føra uppsagnir við sær Fíggjarstøða Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Í gjárkvøldið vórðu klaks- víkingar skornir heilt inn á bein. - Men nú haldi eg, at vit eru komin á botn. Jógvan Skorheim, vara- borgarstjóri í Klaksvík held- ur, at nú kann tað bara ganga ein veg í Klaksvíkar Kommunu. Í gjárkvøldið var fundur í Klaksvíkar Býráð, har býráð- ið samtykti at spara heilar fýra milliónir krónur afturat tí, sum longu er spart. Orsøkin til tað er, at inn- tøkurnar hjá kommununi eru minkaðar so nógv meiri enn tey væntaðu, tá ið fíggj- arætlanin varð løgd í heyst. Inntøkurnar rapaðar niður Býráðið í Klaksvík hevði væntað 130 milliónir í skatti og øðrum inntøkum í ár. Men nú ein ársfjórðingur er farin aftur um bak, vísir tað seg, at inntøkurnar verða ikki meiri enn 118 milliónir krónur, ella 12 milliónir minni enn roknað varð við. - Tað er ein støða, sum er so álvarslig, at tað hevði ført við sær, at kommunan hevði ikki klárað at betalt sínar rokningar, sigur vara- borgarstjórin. Hann sigur, at tí var tað tvingandi neyðugt hjá býráð- num at seta fleiri sparingar í verk fyri at figgja tær 12 milliónirnar, sum koma at mangla í. - Úrslitið er, at vit hava gjørt av at spara góðar fýra milliónir í sjálvum rakstrin- um á teimum ymsu økjunum í kommununum. Samstundis er ætlanin at fáa ein gjaldsskáa fyri at útseta ein avdrátt upp á fýra milliónir av kommununi. Harafturat er tað greitt, at kommunan fer at fáa góðar tríggjar milliónir fyri nøkur vinnulig grundstykki, sum avtala er gjørd um fyri stutt- um. Jógvan Skorheim sigur, at sparingar eru settar í verk á at kalla øllum økjum í kommununi. - Vit hava roynt at spara á øllum økjum fyri at sleppa undan at beina fyri heilum virkisøkjum. Vit royna tí at varðveita tær tænastur, vit hava, men á lægri blussi. Ein stórur partur av rakstr- arútreiðslunum hjá eini kommunu eru lønir og tí er onki at ivast í, at hetta fer at føra uppsagnir við sær. Men varaborgarstjórin vil hvørki seta tal á, hvussu nógvar uppsagnirnar verða og hvar tær verða. Hinvegin vísir hann á, at Býráðið setti nógv spari- tiltøk í verk við árslok fyri at fáa fíggjarlógina at hang- ar saman. - Tí er hetta steinur oman á byrðu og tað er onki at ivast í, at nú vit fremja enn fleiri sparitiltøk afturat tí, sum varð gjørt framman- undan, fer tað at svíða nógv fastari, sigur hann. Gunvá við Keldu, borgar- stjóri vil heldur ikki útihýsa uppsagnum, sum hon mál- ber seg, men heldur ikki hon vil seta tal og navn á. - Nú fáa teir ymsu stovn- arnir undir kommununi boð um nýggja fíggjarkarmin og so finna leiðararnir út av at húsast við pengunum, sig- ur hon. Komin á botn Bæði borgarstjórin og vara- borgarstjórin eru samdir um, at nú verður allarhelst ikki neyðugt við fleiri spar- ingum í ár. - Nú vit fór undir at spara, hava vit roynt at fara so grundiga til verka og at spara tað, sum sparast skal, fyri at sleppa undan enn fleiri sparitiltøkum, so hvørt sum árið líður, siga tey bæði. - Tí eru tey eisini samd um, at nú hava tey spart so nógv, at nú kann tað bara ganga ein veg - og tað er frameftir. - Annars skal tað ganga heilt galið og so ring vóna vit ikki, at støðan verður, siga bæði borgarstjórin og varaborgarstjórin í Klaksvík. - Vit hava vóna avgjørt, at hetta verða tær seinastu sparingarnar. Hendir nøkur broyting, skuldi tað helst verið til tað betra, so verður fíggjarætlanin endurskoðað einaferð afturat, verður tað helst uppeftir, so at vit kunnu skapa meiri arbeiði hjá kommununi, siga Jógv- an Skorheim og Gunvá við Keldu. Nú hava klaksvíkingar spart so nógv, at bæði borgarstjórin og varaborgarstjórin eru mestsum sannførd um, at nú eru tey komin á botn og at tað nú bara kann ganga ein veg og tað er uppeftir Fleiri fáa gonoré Kanningar í Danmark vísa, at danir og serliga tað unga ættarliðið leggja ov lítlan dent á at verja seg ímóti kynssjúkum. Eitt úrslit av hesum er, at kynssjúkan gonoré er farin at breiða seg, sigur DR. Susan Cowan, deildarlækni á Serumstovninum, sigur við danska kringvarpið, at í fjør fingu 410 danir staðfest gonoré, og tað var tvær ferðir fleiri enn í 2004. Susan Cowan sigur, at tey bestu ráðini hjá tí, sum vil verja seg, er at brúka hít. Deildarlæknin vísir á, at gonoré kann vera eitt hættislig sjúka og kann hava við sær, at kvinur gerast sterilar og fáa óhepnar fylgisjúkur. Stórt 1. mai dagshald á Tvøroyri - Suðuroyingar og Føroyafólk fylkist. Í morgin verður skipað fyri 1. mai haldi á Tvøroyri. Tiltakið byrjar klokkan 21, og Smyril fer av Havnini klokkan 18.30, og bussar koyra av Krambatanga til tiltakið, sigur Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri tiltakinum, í tíðindaskrivi. Viðrar byrjar tiltakið úti á Gamla fiskaplássinum hjá Thomsen, seinni verður farið inn á Seglloftið. Klokkan 21: Javnaðarflokkurin skipar fyri hugleiðandi og kveikjandi røðum og felagssangi. Røðarar vera Jóannes Eidesgaard, Elin Mortensen, Bergur Dam og Ingeborg Vinther. Kl. 21.30: Suðuroyar Tónleikarafelag hevur tikið stig til konsert á Seglloftinum. Á skránni eru kend nøvn sum: Karsten Vogel, Fagrir Fuglar og K-trio. Kl. 23.30 Javnaðarflokkurin skipar fyri “Speakers corner”, felagssangi og livandi tónleiki. – Øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir. Nú eru klaksvíkingar komnir niður á botn Fíggjar- ligir brota- sjógvar í Klaksvík Hesi síðstu árini eru klaksvíkingar ikki óvan- ir við fíggjarligar brota- sjógvar av teimum heilt stóru. Í 2006 var inntøkan hjá kommununi 127 milliónir og í 2007 var inntøkan 134 milliónir. Á fíggjarætlanini fyri 2008 varð roknað við eini inntøku til komm- ununa í skatti og øðr- um, upp á tilsamans 140 milliónir. Tað varð skjótt greitt, at hetta fór ikki at halda og tí vóru inntøkurnar endurskoðaðar niður í 134 milliónir. Men tá ið árið var úti, endaðu inntøkurnar heilt niðri á 128 milli- ónum, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri. Á fíggjarætlanini fyri 2009 varð roknað við eini inntøku upp á 130 milliónir. Men eftir at nýggjar inntøkumeting- ar eru gjørdar eftir tí, sum er komið inn í skatti og øðrum inn- tøkum hendan fyrsta árs- fjórðingin, er inntøkan sett til 118 milliónir, ella 12 milliónir lægri. Sostatt er greitt, at tað hevur verið neyðugt at seta stórar sparingar í verk hesi seinastu árini.