Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2009 Ferjuskipari hevði kenning Skiparin á einum ferðamannabáti, sum siglir í Kristiansund í Noregi, noyðist nú í fongsul. Aftanposten skrivar, at maðurin hevði 1,56 promillu av alkoholi í blóðinum, tá løgreglan kom umborð at kanna hann. Fyri nøkrum døgum síðani var skiparin í rættinum, og har fekk hann 30 dagar handan rimarnar. Í rættinum viðgekk skiparin, at hann hevði drukkið, tá hann fór umborð tann 24. februar, og at hann eisini drakk, meðan hann hevði vakt. Í úrskurðinum sigur rætturin, at skiparin setti lívið hjá ferðafólkunum í vanda, og at hann var ein vandi fyri hina ferðsluna á sjónum, tí hann var ávirkaður av rúsdrekka. Gloyma frádrátt Nógvir túsund danir gloyma at seta í sjálvuppgávuna, at tey hava latið meiri enn 500 krónur sum gávu tilk vælgerandi felagsskapir so sum Kræftens Bekæmpelse, Børnehjælpsdagen, Blå Kors ella onkran annan av teimum meiri enn 100 vælgerandi felagsskapunum í Danmark. Eftir skattalógini hava fólk loyvi til at draga slíkar gávur frá í skattinum, um tey hava latið meiri enn 500 krónur. Men tað eru bara tey fáu, sum minnast tað, og skattavaldið roknar við, at meiri enn 100.000 skattaborgarar snýta seg sjálvar, tí tey gloyma at geva gávurnar upp. Meðan kilenar stríðast fyri at bjar­ ga leivdunum av ali­ vinnu ni undan ILA, spin na føroyskir alar ar gull. ­ Eftir­ spurn ing urin er øgi­ lig ur, hetta er okkara møguleiki at spin na gull í eini tvey til trý ár, sigur Bogi Jo han­ ne sen, sølustjóri í Vestlax AlivinnA Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Onkur fer væl, tá annar fer illa. Fyri nøkrum árum síða ni hvarv næstan øll tann før oyska alivinnan orsaka av ILA, meðan tann kilens­ ka alivinnan samstundis blóm aði. Hetta hevur kostað før oy ingum dýrt, men nú tykist eydnan hjá før oy ing­ um at verða vend. Alivinnan í Kili er í stór­ ari kreppu, og mett verður at umleið 80 prosent av øll­ um alibrúkum í Kili eru rakt av ILA. Hetta merkir, at kilenar í tíðarskeiðinum frá apríl til desember 2009 fara at taka umleið 65.000 tons, samanborið við 320.000 tons av aldum laksi sama tíðarskeið í 2008. Dimmalætting skrivar 3. apríl, at hetta merkir eina mink ing á umleið 20.000 tons um mánaðin, og at norsk ir alarar væntast kun­ na økja sína framleiðslu við 10.000 tonsum um mánaði, og at hini 10.000 tonsini tí mugu koma aðrastaðni frá. Tað er eisini júst her, at før­ oyingar hava sín møguleika at spinna gull, tí samstundis sum útboðið av aldum laksi minkar, og eftirspurningurin stendur í stað, veksur prís­ urin. Eftirspurningurin er øgiligur Føroyskir fiskaútflytarar eru í hesum døgum á einum av heimsins størstu fiski­ mat vørðu ráðstevnum í Brússel. SamVit luttekur á hvørj um ári á hesi ráð­ stevnu, og í ár er einki øðr­ vísi. Millum luttakararnar í ár er Vestlax úr Kollafirði, og Bogi Johannesen er sølu­ og marknaðarstjóri í Vest lax. ­ Her gongur væl. Vit merk ja væl, at tað er ein øgi lig ur eftirspurningur eftir føroyskum alilaksi. Ser liga eru tað amerikan ar­ ar, ið áður hava keypt sín laks úr Kili, sum nú venda sær móti okkum. Teir eru øgi liga áhugaðir í at keypa laks frá okkum, og tað trýst ur prísin uppeftir, greið ir Bogi Johannesen frá. Søguliga hava føroyskir laksa alarar útflutt nógv til Japan, Russland og eisini Bret land. Men nú eru ameriku menn við at yvir­ bjóða hinar. ­ Hesa vikuna hava vit selt eitt sindur av frystum laksi til Japan, og so er rest­ in seld til USA, sigur Bogi Johannesen. Aggressivir keyparar Vestlax hevur 5 ella 6 fastar kundar í USA, og sambært Boga Johannesen er tað nokk. ­ Men síðan vit eru kom­ nir her, hava vit fingið eftir­ spurningar frá okkurt um 50 ymiskum keyparum, og tað boðar bara frá góðum. Tað trýstir prísin upp, og teir føstu kundarnir, sum vit hava frammanundan ganga og ansa væl eftir at vit ikki selja laksin til onkr­ an annan, greiðir sølu­ og marknaðarstjórin í Vestlax frá. Av tí at amerikonsku fiska keypararnir eru so mik­ ið ágangandi, er tað við til at trýsta prísin á aldum laksi úr Føroyum upp, og er prísurin í hesum døgum oman fyri 32 krónur fyri kilo, meðan prísurin fyrst í 2009 lá um 20 krónur fyri kilo. Spinna gull nøkur ár Eftir at føroyska alivinnan fór í sor fyri bert fáum árum síðani, hava føroyskir alar­ ar saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni reist føroysku alivinnuna aftur, soleiðis at hon í dag er millum heim­ sins bestu og mest burðar­ dyggu. Eisini hetta er við­ virk andi til at prísurin á ser liga føroyskum laksi er sera høgur. ­ Kundarnir í USA siga, at teirra kundar heldur vilja hava føroyskan enn norskan laks. Japanar siga, at liturin á føroyskum laksi er tvey stig betri enn í norskum laksi. Eitt annað, ið eisini er áhugavert, er at summir kund ar eftirspyrja at tað skal verða burðardygt. Teir spyrja eftir eini søgu um, hvussu fiskurin hevur havt tað, og hvussu øll gongdin er, til fiskurin liggur hjá kunda num. Teir skulu vita at fiskurin hevur havt tað gott, og har eru føroyingar væl við, vísir Bogi Johanne­ sen á. Í 2008 hevði Vestlax ein um setn ing á umleið 280 millión ir krónur, og Bogi Johan ne sen væntar at við ver andi gongd, so kunnu teir økja um umsetningin við einum 30 prosentum í ár. ­ Hetta er kanska okkara møgu leiki at spinna gull í nøk ur ár, meðan kilenska ali vinn an er niðri, sigur Bogi Johannesen. Mugu ikki gera sama feil aftur Meðan Bogi Johannesen er sannførdur um, at hetta er ein gyltur møguleiki hjá før oysku alivinnuni at spin­ na gull, ávarar hann móti at vit detta í somu grøv, sum vit fóru í áðrenn. ­ Sum er nú, so er vinnan hjá okkum burðardygg og so skilagóð sum tað kann vera. Men nú ræður um ikki at fáa dollaratekin í eyguni og gera sama feil sum vit gjør du seinast. Nú ræður um at ansa eftir, og halda tí á tí støðinum, sum vit eru á, so skal tað nokk ganga fínt, sigur Bogi Johannesen. Føroyskir alarar spinna gull í Brússel - Hetta er kanska møguleikin hjá okkum at spinna gull í eini tvey til trý ár. Tað sigur Bogi Johannesen, sølu- og marknaðarstjóri í Vestlax. Føroyskur laksur verður í løtuni seldur fyri astronomiskar 32,50 krónur kilo Mynd: Maria Olsen