Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 198 - 13. oktober 2001 Nr. 198 - 13. oktober 2001 31 Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Almanna og heilsuatstøðingar/ sjúkrahjálparar Tvey størv eru leys til setan sum skjótast • fast starv 30 tímar um vikuna • tíðaravmarkað starv 30 tímar um vikuna til 31. august 2002 Uppgáva: Uppgávan verður í høvuðsheitum at røkta ein respiratorsjúkling á Landssjúkrahúsinum við serligum tørvi fyri fastari vaktarskipan døgnið runt.Tíðarskeiðið er tengt at tørvinum hjá hesum sjúklinginum. Førleikakrøv: • útbúgving sum almanna og heilsuatstøð- ingur ella sjúkrahjálpari • royndir innan sjúkrarøkt í 1-2 ár • evni til at skapa eitt trygt og heimligt umhvørvi • evni til at arbeiða sjálvstøðugt • evni til gott samskifti og samstarv Upplæring: Upplæring í hesum serligu uppgávum verður givin á Landssjúkrahúsinum Lønar - setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála við viðkom- andi yrkisfelag. Setanarøkið verður Landssjúkrahúsið við tæn- astu á tí deild sum sjúklingurin til eina- og hvørja tíð er á. Nærri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við deildarsjúkrasystrina Helena Dal- Olesen á tlf 31 35 40 lokal 106 ella til Ásu Poulsen, yvirsjúkrasystir á lokal 300 e-post asap@ahs.fo Umsóknarfreist: 29. oktober 2001 kl. 12.00 Umsókn saman við avriti av prógvi v.m. skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir lastbilførara og avgreiðslufólki til farmastøðina í Tórshavn og Eysturoy. Uppgávurnar hjá farmastøðini Høvuðsuppgávan hjá farmastøðini, sum er undir farmaflutningsdeildini, er at samskipa, viðlíkahalda og menna farmaflutningin millum meginøkið og útjaðarøkini í Føroyum. Aðrar høvuðsuppgávur eru: • Planlegging • Rakstur • Koyrisamskipan • Umsiting Størvini fevna um Høvuðsuppgávurnar hjá lastbilførarunum-/av-greiðslufólkunum eru at vera við til at: • Fylgja uppgávum, málsetningum o.ø. fyri farmastøðina • Tryggja gott samstarv við kundar, myndugleikar og aðrar samstarvs- felagar • Vegleiða og upplýsa kundar • Frágreiðingarskyldu yvirfyri leiðaranum Førleikakrøv • Koyrikort til lastbil/trailara • Krana- og trukkprógv • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Góðan røkjuskap • Kundavinarligur Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmálan- um millum Fíggjarmálastýrið og avvar- andi yrkisfelag.. Umsóknir Umsókn við avriti av prógvum, um- mælum,CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2001, kl. 12.00 Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til Heina á Borg, farma- flutningsleiðara, á tlf. 343060 ella e-post: hab@ssl.fo Størv Fólk til farmaavgreiðslur Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutning- urin setir stór krøv um eina góða kundatæn- astu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Hús til sølu Um nóg høgt boð fæst, verða húsini Millum Gilja 58, Hoyvík, seld. Grundøkið er 500 m2. Húsini eru bygd í 1988, og eru í 2 hæddum, uml. 120 m2 hvør hæddin. Í stovuhæddini er durur, gongd, grovkøkur, køkur og stova í einum (niðursenkað stova), hjúnarúm, 2 kømur, 2 baðirúm. 1/3 av kjallaranum er inn- rættaður til kamar og trappuuppgongd.Restin er óinnrættað. Møguleiki er at innrætta loftið, hæddin er 219 cm á miðjuni. Áhugað kunnu ringja á tlf. 219555 - 320555 Grundstykki í Klaksvík (á Vágsheygnum) til sølu, um hóskandi boð fæst. Tlf. 225233 Jóla sølustevna verður á Giljanesi 24.-25. november. Teir handlar, fyritøkur og onnur, sum ætla at vera við, verða biðin um at siga frá skjótast gjørligt á telefon 333050 ella 211072. Miðvágs Róðrarfelag Leikhúsið Gríma sýnir leikin Fótur í hosu eftir Súsonnu & Hans Tórgarð leikstjórn Hans Tórgarð á Meiarínum týskvøldið 16.10.2001 kl. 20.00 mikukvøldið 17.10.2001 kl. 20.00 hóskvøldið 18.10.2001 kl. 20.00 Atgongumerki á kr. 100,- fáast á Kunningar- stovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning. Bólkar uppá 10 ella fleir fáa 20% avsláttur. Søkt verður eftir tveimum løgfrøðingum og tveimum rokn- skaparfrøðingum til nýggju kolvetnisskattadeildina í Klaks- vík at byrja so skjótt til ber. Fyrisitingin er nýggj í føroysk- um skattahøpi, tí fáa umsøkjararnir at byrja við eina rættu- liga sjálvstøðuga uppgávu saman við deildarleiðaranum at byggja upp eina kolvetnisskattafyrisiting. Høvuðsuppgávurnar verða eitt nú: – at taka avgerðir í principiellum spurningum, har siðvenja enn ikki er løgd, herundir gera tilmælir í slíkum spurn- ingum til Toll- og skattaráðið, – fyrireika neyðug skjøl og leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðingar sambært kolvetnisskattalógini og kolvetnisskattafyrisitingarlógini, – at leggja innanhýsis mannagongdir til rættis, – at skipa fyri bæði innan- og uttanhýsis kunning, – at álíkna/grannskoða roknskapir frá loyvishavarum, – at taka sær av álíkning, roknskapareftirliti/grannskoðan, skráseting og viðgerð av upplýsingum um útlendsk vinnu- rekandi og útlendskar løntakarar, sum eru umfataðir av kolvetnisskattalógini, – at gera krøv galdandi um ábyrgd fyri skatti, avgjøldum v.m., – at viðgera kærur, – at vera við at skipa fyri útbúgving av starvsfólkum, – at hava samband við útlendskar kolvetnisskattamyndug- leikar o.a.m. – og at virka sum ráðgevi hjá politiska myndugleikanum í løgfrøðiligum og roknskaparligum spurningum innan kolvetnisskattingina. Uppgávurnar verða at byrja við loystar í felag av bæði løg- frøðingum og roknskaparfrøðingum. Um kolvetnisfram- leiðsla fer í gongd, verða uppgávurnar meira náttúrliga býtt- ar upp í ein løgfrøðiligan og ein roknskaparligan part, sam- stundis sum ein partur av álíkningaruppgávunum verður lagdur á Tvøroyri. Førleiki Umsøkjarar til løgfrøðiligu størvini skulu hava útbúgving sum cand. jur. ella líknandi útbúgving. Roknskaparfrøðing- arnir skulu hava roknskaparliga útbúgving á slíkum stigi, sum ger teir førar fyri at viðgera torgreiddar roknskaparlig- ar spurningar. Fólk, sum eru í ferð við at gera seg liðnan við lesnað eru eis- ini vælkomin at søkja. Vit bjóða • eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga, • at vera við til at leggja títt egna arbeiðspláss til rættis frá byrjanini av • flextíð • sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag. Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Stýrinum, Marjun Reinert Simonsen ella Óla Heinesen tlf. 352600. Toll- og Skattstova Føroya Fulltrúar til kolvetnisskattadeild Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevj- ing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík, røkja raksturin. Núverandi setanarøki er Klaksvík, men fevnir annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir hennara, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, í hendi í seinasta lagi 30. oktober 2001. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postsmoga 2151 FO-165 Argir Á Toll- og Skattstovu Føroya, Suðuroyar Øki, eru tvey størv leys at søkja til setan skjótast til ber. Arbeiðsuppgávur Talan er um fjølbroytt arbeiði, og eru arbeiðsuppgávurnar m.a. skráseting av persónstølum í samband við oljuvinnuna, harumframt innkrevjing av gjaldi í samband við barsils- skipanina, umsiting av frítíðarløn og frítíðargrunni, arbeiðs- marknaðareftirlønargrunninum o.a.m. Annars skal viðkomandi altíð vera villigur til at taka sær av øllum teimum uppgávum, sum verða álagdar økisskrivstovuni. Stórur partur av arbeiðinum er bóking og avstemman av inngjøldum. Tær ymsu skipaninar hava sín egna roknskap, sum verður grannskoðaður av uttanhýsis grannskoðara. Til arbeiðsuppgávuna krevst eisini at luttikið verður á fundum. Arbeiðsuppgávurnar, sum nú liggja í Stýrinum á Argjum, verða fluttar til Tvøroyrar. Stýrið syrgir tí fyri neyðugu upplæringini av nýggjum starvsfólkum í samband við at uppgávurnar verða fluttar Um so er, at nýggjar ella broyttar uppgávur í hesum sam- bandi verða álagdar økinum, skal viðkomandi vera villigur at taka sær av teimum. Førleikakrøv Tey, sum sett verða, skulu hava skrivstovuútbúgving e.l. og helst roknskaparligan kunnleika, vera arbeiðssom, fyrikom- andi og duga væl at leggja arbeiðið til rættis. Stórur dentur verður lagdur á, at viðkomandi arbeiðir sjálvstøðugt, er van- ur við telduarbeiði, og er førur fyri at mynda avgerðir í dagliga arbeiðinum. Harafturat skal viðkomandi vera fúsur at luttaka á skeiðum og útbúgvingum, ið Toll- og Skattstova Føroya fyriskipar. Vit kunna bjóða • eitt spennandi og krevjandi starv við nógvum og fjøl- broyttum uppgávum • flextíð • eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi Løn og setanarviðurskifti Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroynd- um og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og Starvsmannafelagið. Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag. Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Mai-Britt Vinther, økisstjóra á Toll- og Skattstovu Føroya, Suðuroyar Øki, á tlf. 37 10 51. Toll- og Skattstova Føroya Størv í kolvetnisumsiting o.ø. Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskatta-lógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at plan-legging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Núverandi setanarøki er Suðuroyar Øki, men fevnir annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir teirra, og tey, ið sett verða, skal kunna røkja tæn-astu á hesum støðum, um tað verður kravt. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya, Stýrinum, í hendi í seinasta lagi 22. oktober 2001. Toll- og Skattstova Føroya Suðuroyar Øki Postsmoga 69 FO-800 Tvøroyri Frá Tórshavnar Bátafelag Ársveitslan verður 10. nov. kl. 19.30 í neystinum hjá Argja Róðrarfelag. Borðreitt verður við røstum kjøti og súpan. Kaffi og køkur omaná. Morgunmatur við við føroyskum viðskera. Jentoft og vinmenn spæla til dansin. Atgongumerki á kr. 230,- fáast til keyps í Kunningarstovuni til 1. nov. Tórshavnar Bátafelag -tað loysir seg C M Y K 31 30