hósdagur 30. apríl 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 30. apríl 2009
17
Í
sambandi við fíggjarjáttanina
fyri árið 2009 kom mestsum
allur niðurskurðurin á fíggjar
lóg ini á Fróðskaparsetrinum at
verða lagdur á Søgu og Sam
felagsdeildina. Einasta orsøk til
tað er, tí at tað í teirri akuttu
støðuni vísti seg at verða tann
minst katastrofala loysnin, tí
har vóru fleiri enn ósett størv,
har bíðast kundi við at seta
fólk, og bíðast kundi við at taka
upp nýggj lesandi.
Tað, sum gjørdi, at henda
avgerð mátti takast, var, at tað
var ein vanlig fatan ikki bert í
leiðslu Setursins, men eisini
millum politikarar, at fíggjar
nevndin í hesum føri hevði tikið
eina avgerð úr upplýsingum í
leiðslukunningarskipan land
sins, sum ikki samsvaraðu við
faktisku gongdina á Setrinum.
Tað, sum sagt varð frá, var, at
tað ongantíð var ætlanin hjá
fíggjarnevndini at skerja nakað
virksemi, men at tálma
nýggjum vøkstri í 2009.
Tá tað um Fróðskaparsetrið
ráddi, var veruleikin tann, at alt
sáðið var sáað longu í fíggjar
árinum 2008, men tað kom ikki
at geva ávøkstur fyrr enn um
ársskiftið 2008/09. Tá var ov
seint at tálma nøkrum, uttan at
tað fekk ógvuliga stórar fylgir.
Tosar tú við teir einstøku
politikararnar, so vóru teir ikki
greiðir yvir, at hetta fór at verða
skilið.
Hin vegin vísti tað politiska
veðurlagið upp undir fíggjar
lógarsamtyktina seg at vera av
slíkum slag, at tað vildi volda
stevinum í samgonguni stórar
trupulleikar, um fíggjarnevnd
ar samtyktin kom at verða
broytt. Tí var einki annað at
gera enn at halda fast um
fíggjarlógarsamtyktina og
harmast tað, sum hent var.
Einasta gongda leiðin burtur
úr hesum kyksendi tykist tí at
hava verið, at landstýris
kvinnan í mentamálum sjálv
mátti royna at finna eina
upphædd á øðrum øki í sínum
egna ráði, sum kann bøta um
tað ringasta, so tað ikki kom
at verða neyðugt at fara undir
hópuppsagnir.
Eitt slíkt uppskot er borið
niðan í tingið, men tað er ikki
nóg mikið Hóast tað er við
sera ringum tannabiti, so er
veruleikin hóast hetta tann, at
um ikki okkurt heilt nýtt
hendir, so mugu vit liva við
einari skerdari Søgu og
Samfelagsdeild árið 2009, og
ongar nýggjar studentar taka
upp heystið 2009. Stýri
setursins tordi ikki annað, tí
fíggjarliga støða Setursins var
so óviss.
Søgu og Samfelagsdeildin
hevur alla grund til at stúra fyri
hesi avgerð, serliga um tað
skuldi hent, at henda støða
kemur at standa við fíggjarárið
2010. Her er Setrið tí farið at
sigla úti í veruligum vanda
sjógvi, og mugu vit tí vera á
varðhaldi longu nú og gera alt
fyri, at deildin fótar sær aftur í
2010, soleiðis at tey leysu
størvini koma at verða sett, so
at farast kann undir aftur bæði
undirvísing og gransking út frá
einum nýggjum dagførdum
málsetningi, sum samsvarar við
samfelagstørvin og profilin hjá
teimum nýggju fólkunum.
Søgu og Samfelagsdeildin
hevur gjørt eitt ómetaliga stórt
arbeiði, bæði tá tað kemur til
undirvísing og gransking fram
til dagin í dag, sum áður er
greitt frá. Nú ungdóms
arbeiðsloysi kann koma at
verða ein veruleiki, gera øll
hini norðurlondini undir
vísingarstovnarnar til reiðar til
at taka ímóti fleiri lesandi, sum
kunnu brúka tíðina til at fáa sær
útbúgving og ikki spilla hana
burtur í arbeiðsloysi.
Eitt er, at hetta ikki bar til í
2009, men tørvurin verður ikki
minni í 2010, tá, um politiskur
vilji er til tað, farast kann undir
nýggjar bachelor og mastar
útbúgvingar á Søgu og Sam
felagsdeildini í samstarvi við
onnur universitet uttan fyri
Føroyar. Stig eru longu nú tikin
fyri at kunna okkum um
royndirnar við fjarundirvísing á
Universitetinum í Akureyri, og
vónandi kunnu tey fyrstu fetini
við slíkari tøkni longu takast
við lestrarársbyrjan 2010.
Uttan mun til politiskan lit so
kenna allir føroyingar seg at
hava egnan samleika, sum er
bundin at okkara jørðildi,
okkara søgu, okkara mentan,
siðalagi og okkara samfelag.
Eitt er, at vit hava eitt Forn
minnissavn og eitt Lands skjala
savn, sum varða um okkara
samleika, men tað er so
avgerandi neyðugt eisini at
hava dagførda gransking og
undirvísing á universitetsstigi í
teimum samleikabyggjandi
lærugreinunum. Soleiðis er tað
í øllum londum.
Ikki fyri at reypa, men tað er
hend ein øgilig menning á
hesum øki tey seinastu árini.
Taka vit her uppí ta fólksligu og
journalistisku søguskrivingina,
ber ikki til at siga annað enn, at
tað grør væl og virðiliga um
gangandi fót í hesum landi.
Henda seinna søguskrivingin
ella fólkagranskingarliga
søguskrivingin eigur eisini at
verða tikin upp og viðgjørd í
einum vísindaligum høpi.
Tað er sjálvandi freistandi at
gera sum strutsurin, stinga
høvur í sand, nú fíggjarkreppa
er, og so kubba alt av nú, sum
ikki ber ávøkstur beinanvegin,
tað er sum at eta seteplini,
áðrenn tey koma í jørðina.
Støddin á einum landi er ikki
bert tað landafrøðiliga vavið,
men støddin á einum landi
røkkur eisini aftur í tíðina sum
landsins søga, og støddin fær
eisini kropp og veldi í tí
mentan, sum kann fáast og
berast fram í ljósi í okkara
dagliga lívi. Tað er eisini
neyðugt at kenna okkara
samfelag fyri at kunna taka
politiskar avgerðir. Tí er tað
avgerandi neyðugt fyri okkum
sum land og tjóð, at vit ikki lata
søguna doyggja ella sleppa
gransking í søgu, samfelag og
mentan okkara. Nýggj og køn
fólk eru sett við. Fólk við
góðum førleika at taka sær av
hesum granskingarøki. Fólk,
sum eru klár at bretta upp um
armar og undirvísa.
Tað vildi verið ein óbótagerð
at latið staðið til. At føra poli
tikk er at vilja og tora, at vilja
tað, sum ber eina framtíð í sær,
og sum ger, at okkara land
veksur bæði í søguni, nútíðini
og framtíðini. Okkara størsta
tilfeingi eru tey ungu, sum vit
mugu geva bestu møguleik
arnar.
Vit hava konkretar møgu
leikar at geva fleiri ungum
fólkum bachelorútbúgvingar í
náttúruvísindum, føroyskum og
í søguligum og samfelagsligum
vísindum, og masterútbúgv
ingarnar eru heldur ikki sleptar.
Fleiri liggja framvið og spyrja
hvønn dag. Hetta fer ikki við
teimum stóru pengunum.
E
itt hjartasuff at enda.
Hvussu skulu okkara
ungfólk tora at hava álit á
einasta hægra undirvísingar
stovni í landinum, tá politiska
skipanin fyrst rósar tí nýggja
Fróðskaparsetrinum til skýggja
og so gloymir allan retorikkin
og missir áhuga fyri hesum
stovni fyri at skinkla og liða
hann sundur og nærum fremja
karaktermorð móti honum.
Hetta er tann reina tristess,
grøtuligt og grátuligt. Ikki tí,
tosar tú við tann einstaka
politikaran, so er hann bæði
skilagóður og fatandi.
Samanbera vit við Island, so
heldur meira enn 90% av
íslendska fólkinum Háskóla
Íslands vera tann stovn, sum tey
hava størst álit á í øllum
landinum.
Gævi tað var so her hjá
okkum, at vit høvdu rygg til at
fegnast um okkara egna. Vit,
sum í okkara akademiska
samstarvi við onnur universitet
og universitetsfólk, kenna, at
Setrið er høgt í metum, og at
tey virða okkara arbeiði. Vit
hava eitt gott universitet, sum
nú tá Læraraskúlin og Sjúkra
røktarfrøðskúlin er komin undir
sama hatt, kann koma at verða
uppaftur betri og fáa ein størri
og breiðari týdning í samfelag
okkara og í altjóða samstarvi.
Gevið Fróskaparsetrinum ein
møguleika. Haldið fram at
verða glað yvir ta nýggju
seturslógina, sum tá hon varð
løgd fram. Raðfestið okkara
universitet og gevið hesum
stovni stundir til at taka seg
fram og mennast. Gevið
ungdóminum ein møguleika at
líta á Fróðskaparsetrið og ikki
taka teppið undan stovninum og
skapa fíggjarligan ótryggleika
um Setrið, so at tey ungu vita,
um Setrið er vert at satsa uppá
ella ikki. Tey vilja fegin. Álit
skapar meira álit. Misálit
skapar hinvegin meira misálit,
spyr bert bankafólkini um tað.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Latið ei søguna doyggja!
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jóan Pauli Joensen,
rektari á Fróðskaparsetri Føroya