hósdagur 30. apríl 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 82 - 30. apríl 2009
Eini 10 góð ár eyka – tað er
vinningurin! Hetta er
niðurstøðan í nýggjari
vísindaritgerð.
Tú fært eitt betri lív, og tú kanst
liva longri. Tað fært tú burtur at
røra teg regluliga nakrar tímar
um vikuna. Hetta er høvuðs
úrslitið í nýggjari vísindaritgerð,
sum prógvar, at fólk sum
regluliga røra seg, íðka motión
av einumhvørjum slag, liva upp
til 10 ár longri enn tey sum ikki
røra seg, og tey eru minni
stressað og betri nøgd við lívið.
Og so verður sligið fast, at tað er
aldrin ov seint at koma ígongd.
Hetta er niðurstøðan av mest
víðfevndu fólkaheilsukanning
nakrantíð av hesum slagnum. Tað
er sonevnda Østerbrokanningin,
sum doktararnir Peter Schnohr
og Gorm Jensen hava fyriskipað.
Kanningin fevnir um 20.000 fólk
millum 20 og 93 ár, og er higartil
gjørd í fýra umførum, fyrstu ferð
í 197678, seinast í 200103, og
næsta ferð aftur verður í 2011.
Kanningarnar prógva, at reglu
lig motión er heilsufremjandi og
verjir móti hjartaæðrasjúkum,
sukursjúku, krabbameini, lungna
sjúkum, lið og vøddasjúkum,
psykososialum trupulleikum o.ø.
Rørsla ella motión – tað kann
verða kviklig gongd, renning,
súkkling, bóltspæl, svimjing ella
annað likamsvirkni, har vit brúka
vøddarnar og pøsa okkum eitt
lítið sindur.
Gagnliga ávirkanin er beinan
vegin, t.d. bert við einar 2 tímar
um vikuna. Enn betur eru úrslit
ini við 4 tímum ella meira. Tá
vísa úrslitini m.a., at lívið kann
longjast við uml. 10 árum.
Eisini um tú kemur seint í
lívinum ígongd við at røra teg,
fært tú nógv burturúr. Kanningin
vísir t.d., at um fólk í 70ára aldri
økja um teirra likamsvirkni, frá
at spáka spakuliga minni enn 2
tímar um vikuna, til kvikliga
gongd (alt eftir førleikanum)
meir enn 4 tímar um vikuna,
longja tey lívið við 34 árum,
aftrat munandi betri heilsustøðu
og vælveru. Granskarin Peter
Schnohr orðar seg sjálvur
soleiðis: “Við øðrum orðum:
hvørja ferð tey íðka motión í 1
tíma, longja tey lívið við 15
tímum.”
Hvussu ber hetta til? Orsøkin
er henda, sigur granskarin:
“”Motión ávirkar nógvar tættir:
motión setir blóðtrýstið niður,
økir tað góða HDLkolesterolið,
minkar triclyceridfitievnið í
blóðinum, økir iltupptøkuna
(konditalið), styrkir hjarta vødd
arnar, gevur betri hvílipuls,
betrar vøddastoffskiftið, minkar
hjartarytmuórógv, betrar
blóðtynningina, og betrar sukur
stoffskiftið (minkar munandi um
vandan fyri diabetestypa2).
Haraftrat eru sálarligir vinningar:
motión mótvirkar tunglyndi,
minkar um angist, gevur minni
stress, betri humør, og minni
vanda fyri demens, herundir
Alzheimersjúku”.
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
Keldur: Peter Schnohr, “Physical activity
in leisure time: impact on mortality.
Risks and benefits”, Danish Medical
Bulletin 2009;56(11): 4071. Á netinum
ber til at leita undir “Østerbro
undersøgelsen”
Tá ið eg hoyrdi, at felagsmøtir
skuldu verða í Frelsunarherin
um millum mangar trúar
bólkar her í Tórshavn, kom
teksturin frá Nehemias 1,3
fyri meg: ”Og múrar Jerusa
lems eru niðurbrotnir og
portrini brend upp.”
Tað var í gomlu tíð, at býir
vórðu bygdir upp av stein
múrum. Hetta var, fyri at
fíggindin ikki skuldi hertaka
býin. Portur máttu tó vera í
múrunum, fyri at sleppa inn
og út. Tað skuldi ganga skjótt
fyri seg, uttan óneyðugt drál,
og tí vóru portrini av træi.
Men træið er ikki líka sterkt
sum grót, og tí var hesin
parturin av múrinum veikari
enn restin, og tí var hann
eisini tess betur vardur. Tá vit
í Nehemias síggja, at múrarnir
vóru niðurbrotnir, vita vit, at
tað var tí, at fíggindin slapp
inn gjøgnum portrini, tí at
vaktararnir á múrunum ikki
vóru árvaknir. Flest øll kenna
úttalilsi ”Troyanski hesturin”.
Ein skuldi trúð, at vaktararnir,
ið standa á múrunum í dag,
høvdu lært av frásøgnini um
henda ræðuliga hestin – men
hetta tykist ikki so at vera.
Søgnin lærir okkum, at
Troyanar (sum vóru innanfyri
múrarnar) hildu, at hesin
hesturin var ein gáva frá gudi
teirra, og fagnaðu honum tí
vælkomnum. Teir hildu enntá
veitslu um hesa gudgivnu
gávu. Men náttin kom, og
tann ræðuligi verðuleikin vísti
seg. Fíggindin var komin inn
um múrarnar. Lítið vóru teir
vitandi um, at goymdir elitu
hermenn, hvørs einasta enda
mál var at drepa og oyði
leggja, lógu goymdir handan
”skinnið” á hestinum. Tað, at
tit hava rætt Katólsku kirkjuni
bróðurhond, og loyvt henni
inn um múrarnar, kemur at
verða tykkara deyði – trúgvið
tit mær!
Bábylon, og útleggingin av
Opinberingini kapittul 17,
kann uttan nakran iva bert
vísa til Rómversku Katólsku
kirkjuna. Hon er mamman til
allar viðurstygdirnar á jørðini.
Uttan at fara í mangar smálut
ir, kunnu nevnast tvey dømi,
fyri at vísa á, at tað sum eg
sigi, er sætt.
Skriftin sigur, at kvinnan
situr á sjey fjøllum, hetta er
ein mynd av Róm, ið er ein
býur, sum er á teimum sjey
fjøllunum Op. 17,9.
Skriftin sigur eisini: Báby
lon – Kvinnan var klædd í
purpur og skarlak Op. 17,4.
Skarlak er liturin, ið umboðar
Róm. Kardinalarnir, ið eru
prinsar í tí Rómversk
Katólsku kirkjuni, bera klæðir
við hesum liti. Pávakappin er
fóðraður við skarlak, hansara
heilaga húgva, ið vísir hansara
makt og styrki er í purpur.
Eg kundi nevnt fleiri onnur
dømi, men hetta hevði blivið
ov rúgvismikið. Eitt stendur
tó fast – eingin kann mót
prógva, at tíðin frá tí søguliga
Bábel, frá 1.Mós. 10, endar,
og er enn, í Róm.
Lesa vit so kapitlarnar 17
og 18 í Opinberingini, er tað
ein samanhangandi frágreið
ing, av tí skipan, sum Satan
sjálvur hevur sítt stýri útfrá!
Hann ynglar fram allan
devulskap, vit kunnu ímynda
okkum. Sum ein religiøs
skipan, er katolisisman tað
allar ringasta, sum hevur
eksisterað á hesi jørð – bæði
innanfyri og uttanfyri kristin
dómin! Tað er ein villleiðandi
makt, og hevur hon leitt
milliónir av menniskjum til
ævigt fortapilsi.
Rómverska kirkjan er tann
blóðigasta forfylgingarmaktin,
sum heimurin nakrantíð hevur
sæð! Thoralf Gilbrant sigur, at
skríggini frá bálunum ljóða
líka inn í okkara tíð. Hitler,
sum var rómversk katólskur,
verður sæddur sum ein
kolosalur massamordari, og
tað var hann eisini, men hann
er ein smádrongur og ein
dropi í havinum, samanborin
við katólsku kirkjuna! Inter
nationalar nevndir hava
granskað og funnið skjøl, um
hvat hendi, tá katolikkarnir í
nýggjari tíð herjaðu á Serbia.
Talið á dripnum og for fylgd
um, var 1,7 millión. Menn
iskju blivu torturerað á mest
groteska hátt. Eyguni blivu
stungin út, oyru nøs og kyns
organir høgd av, tey blivu
kross fest á teirra egnu úthurð
um. Hetta er hon, sum Opinb.
kap. 17 eisini umtalar sum:
”Eg sá kvinnuna drukna av
blóði hinna heilagra og blóði
vitna Jesusar.”
Gjøgnum ár hundraðir,
máttu tey sonnu trúgvandi, ið
trúðu á ein Gud og Dópin í
Jesu navni, og ikki lótu seg
smitta av statsreligiónini møta
forfylging. Maður at navni
Laktantius, skrivar: ”Um eg
hevði hundrað tungir, og um
rødd mín var hin sterkasta, so
hevði eg ikki megnað, at lýst
tær brotsgerðir og teir pínslu
háttir, sum katolikkarnir
út førdu móti teimum sakleysu
kristnu. Menn og kvinnur, ung
og gomul blivu bundin føst
saman og kastað í havið.
Mong blivu geislabrotin og
rivin sundur av hamarasløg
unum á ein jarnmeitil. Dripin
og pínd á allar hugsandi háttir
og óhugsandi!” Eingin veit
ávísa talið, men søgubøkurnar
meina 60 milliónir, sum eru
dripin og forfylgd. Kettara
bálini logaðu yvir alt Evropa.
Upp til 3.000 menniskju
kundu verða brend á einum
stórum báli. I einkultum
býum og bygdum bleiv fólkið
útruddað.
Ápostulin Jóhannes kendi
væl til at hesin býur var Róm.
Profetiskt og søguligt er tað
eisini prógvað. Vit síggja, at í
endatíðini vil henda skøkja –
fráfalna kirkja – á nýggjan
dominerandi hátt fáa politiska
og religiøsa megi. Einki er,
sum tíðir á, at henda kirkja vil
leggja seg afturá, men tvørtur
ímóti vil hon halda á við síni
viðurstygd, og hetta viðganga
katolikkarnir sjálvir. Nú eru
nøkur ár síðani, at eitt blað
var útgivið, ið æt ”Bålenes
velsignede flammer”. Har
skrivar katolikkurin Ronald
Knox, at ”en katolsk stat vil
ikke avstå fra at bruke
undetrykkende midler, for å
sikre at katolske prinsipper
dominerer”.
Nú havi eg givið eina sera
avmarkaða lýsing av tí rotin
skapi, henda katólska móðir
skøkjan hevur borgað fyri upp
gjøgnum tíðirnar. Tí vil eg nú
venda mær til tykkum skøkju
døtur, sum eru byrjaðar ein
andaligan horðulevnað við
móðurskøkjuni.
”Vita tit ikki, at likam
tykkara eru limir Kristusar?
Skal eg tá taka limir Kristusar
og gera teir til skøkjulimir!
Minni enn so! Vita tit ikki, at
tann, ið heldur seg til skøkj
una, er eitt likam við henni?
Hann sigur jú: „Tey bæði
skulu vera eitt hold.“ Men
tann, ið heldur seg til Harran,
er ein andi við Honum.” 1.
Kor. 6,1517. Paulus er knív
skorin í talu síni viðvíkjandi
limunum, og hann kann ikki
misskiljast. Antin gerst tú
limirnar til skøkjulimir, við at
halda teg til skøkjuna, og
verður eitt við henni ella
heldur tú teg til Harran og er
ein andi við honum! Nú tit
eru farin undir eitt sataniskt
religiøst parlag við skøkjuna,
eru tit við at villleiða mong
frá tí ektaðu brúður Kristusar,
ið er sanna samkoma guds,
sum umtalað er í Opinb. kap.
19.
Opinb. kap. 2. Talar til eina
samkomu um eina kvinnu við
navnið Jesabel. Hon verður í
G.T. lýst sum ein hin ræðu
ligasta kvinnan. Hon virkaði
eisini eftir sterku virkan
Satans, og lá eftir øllum guds
profetum og tí fólki, sum
aktaðu profetarnir. Eitt
sermerki við henni var eisini,
at hon leiddi alt guds fólk í
eitt stórt fráfall. Harrin hevur
lagt dóm yvir skøkjuna
Jesabel og alt hennara virki,
og hetta tekur ápostulin
profetiskt inn í okkara tíð, fyri
at vísa á ta størru skøkjuna,
sum mangir horast við. ”Eg
kasti hana á sjúkalegu; og teir,
ið horast við henni, kasti Eg í
stóra trongd, um teir venda
ikki við frá verkum hennara.
Børn hennara skal Eg sláa við
deyða, og allar samkomurnar
skulu sanna, at Eg eri tann, ið
rannsakar nýru og hjørtu; Eg
skal geva tykkum, hvørjum
eftir verkum sínum.” Opinb.
2,2223.
Dómurin liggur fyri durun
um og syndin skal finna
tykkum!
Mong halda, at henda
sameiningin, sum fer fram í
dag, er undurfull. Fá eru tey,
ið kenna til hvat skriftin sigur.
Frá sínum religiøsu leiðarum
hoyra tey leysrivin skriftstøð,
sum verða lívshættisliga
útløgd. Við sínum lúnsku
talum villleiða teir veikar
sálir. Økumenisku leiðararnir
eru skjótir at rættvísgera seg
sjálvar við Jesu egnu orðum
frá Jóh. 17. har Jesus biður
fyri ápostlunum og eftir
fylgjarum teirra, at ”At tey øll
skulu verða eitt, ...” Og hetta
sóu vit enn eitt dømi uppá, á
felags møtinum 3. páskadag.
Sum skriftin vísir, gerst
hesin einleikin sterkari og
meira umfatandi við tíðini.
Men eitt stendur fast. Um
hesin einleikin skal vera
møguligur, so er tað heilt
100% sikkurt, at tað verður
protestantisman, við sínum
undirnøvnum, sum má víkja
og leggja niður alt fyri
demon besettu mammuni í
Róm. Tað eru jú ikki døturnar,
ið ráa yvir mammuni, men
øvugt. Pávakirkjan hevur aldri
givið so mikið sum ein tumma
eftir í veg og vilja, og tað fer
hon heldur ikki at gera her.
Ein kirkjulig eindarsaman
seting kann bert koma í lag,
um tað verður uppá treytirnar
hjá Rómversku kirkjuni. Tann
katólska kirkjan heldur enn
uppá Mariukult, halgu
dyrkan og mong onnur Satans
sakramentir, sum ikki kann
stuðlast upp av so mikið sum
einum versi í Bíbliuni! Tað
var slíkum, at reformatorarnir
gingu hart ímóti men
summurin av sumarum tykist
at vera uttan úrslit. Vatikanið,
pávin og øll skipanin sum hon
er, er væl vard av sterku
virkan Satans!
Mín vón og bøn til Gud er,
at tað finnast nøkur ósek, sum
kenna seg sum fremmand og
útlendingar í hesum, men ikki
tora ella makta at taka eitt stig
útfrá Bábylonska forvirring
inum, so tí rópi eg: „Farið út
frá henni, fólk mítt, so tit hava
ikki lut í syndum hennara og
verða rakt av plágum henn
ara!” Skjótt skal Harrin útføra
tann dóm, Hann hevur felt
yvir skøkjuna og døtur
hennara, og Hann fer at
brenna alt tað upp, sum hon
hevur avrikað. Hví vilt tú tá
kasta burt tínar andaligu
gávur uppá nakað, sum Harrin
hatar og fer at oyða? Hann
skal drepa Antikrist við Anda
muns Síns. Um tú ikki kemur
út frá henni, men velur at
fylgja teimum blindu
leiðarum, sum hava leitt teg
inní hetta Satans reiður, ert tú
í vanda, eisini at gerast
blindur. Jesus setti líknilsi
fram í Luk. 6,3940: „Man
blindur kunna leiða blindan!
Koma teir ikki báðir at falla í
grøvina! Lærisveinurin er ikki
yvir meistara sínum; men ein
og hvør, ið er fulllærdur,
verður sum meistari hansara.”
Táið leiðarar tykkara hava
leitt tykkum henda vegin,
boðar tað frá, at teir eru
blindir. Tá ið so tit lýða á,
meðan teir tala og læra sum
tykkara meistarar, gerast tit
eisini blind – lærisveinurin
verður sum meistarin.
Eg havi tað álit á Gud, at
hetta skriv nær tey, tað er
ætlað til og sum hava oyru at
hoyra, hvat Andin sigur við
samkomuna. Jesus sigur í Jóh.
kap. 18: „Eg misti ongan av
teimum, ið Tú hevur givið
Mær.“
Keldulisti
Bíblian
Thoralf Gilbrant – “Tidens
tegn”
Egil J. Eberson – “At de alle
må være ett”
Torkild Terkelsen – “Babylon
den store skjøge”
Babylon – Katólska kirkjan og døtur hennara
Hallur
SørenSen
Rør teg meira – aftur fyri fært tú eitt betri og longri lív