Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2009 21 lýsingar FT Online er nýggj deild á Føroya Tele, ið umsitur og mennir onlinetænastur felagsins, umframt útgávuna av Telefonbókini. Onlinetænasturnar, ið talan er um, eru portal.fo, sportal.fo, planet.fo, nummar.fo og gulu.fo. Vit kunna bjóða einum komandi starvsfelaga góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning, umframt góðar og nýmótans arbeiðsumstøður. Arbeiðsinnihald Arbeiðið fevnir um at samskipa partar av KT-menningini hjá FT online. Samskiparin skal m.a. standa fyri kravfestingum og prosjektleiðslu í mun til menning av nýggjum tænastum á onlineøkinum, eins og viðkomandi kemur at standa fyri samskifti við uttanhýsis KT-veitarar og við innanhýsis KT-umhvørvið á Føroya Tele. Vit ímynda okkum, at tann, ið fær starvið, hevur royndir á hesum økjum: • Prosjektleiðslu av KT-verkætlanum • Ger av kravfestingum, analysu og designi á KT-økinum • PHP, MySQL umframt onnur forritanarmál og aðra databasutøkni • Viðkomandi útbúgving ella drúgvar royndir á økinum Vit rokna eisini við, at rætti umsøkjarin hevur: • Hugsjónir um internetið • Góðan kunnleika til føroyskt og enskt • Nærlagt og sjálvstøðugt arbeiðslag • Jaligt sinni og góð samskiftisevni Umsóknir Umsóknir við avritum av CV og viðkomandi skjølum skulu vera starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi 4. mai 2009 og skulu sendast til: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postrúm 27 110 Tórshavn ella til: starvsfolkadeildin@ft.fo Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla á Deild Olsen á tel. 243011 ella á odo@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til starvsfólkadeildina á tel. 303030. Føroya Tele er fremsta KST-fyritøka í Føroyum. Felagið er eitt samtak av einum móðurfelag og trimum dótturfeløgum. FT Online er partur av móðurfelagnum. KT-samskipari til FT Online FT Online søkir eftir samskipara til KT-menningina á deildini Hevur tú tørv á at marknaðarføra tínar vørur ella tænastur í útheiminum? Skeið í altjóða marknaðarføring verður í døgunum 6. og 7. mai. Fokus verður sett á marknaðarføring á internetinum, og hvussu vit marknaðarføra okkum rætt á netinum. Hjørtur Smárason (Ísland) er skeiðshaldari. Hjørtur kemur frá Scope Communications og er serkønur í altjóða marknaðarføring. Skeiðið er ætlað tær, ið tekur marknaðarføring í álvara og hevur allan heimin sum marknað. Skeiðið verður hildið á Hotel Føroyum, og kostar 1.200,- fyri hvønn. Les meira um skeiðið á samvit.fo. Tekna teg á samvit@samvit.fo ella á tlf. 30 69 00. Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 4. mai. Er heimurin tín marknaður? Skeið í marknaðarføring á internetinum Vinnuframagrunnurin Stigtakari