Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2009 23 lýsingar Starv sum skrivstovufólk á Lønjavningarstovuni verður við hesum lýst leyst at søkja til setan frá 1. juli 2009 ella eftir avtalu. Talan er um parttíðarstarv. Fiskimálaráðið Lønjavningarstovan er deild í Fiskimálaráðnum. Høvuðsuppgávurnar hjá Lønjavningarstovuni eru: at veita fiskivinnustuðul, so sum inntøkutrygd til fiskimenn, sjúkratrygd, forskot til langfarafiskimenn, stuðul til fiskaflutning og umsiting av mynstringum og avreiðingarhagtølum. Starvsøkið • skráseting av avreiðingum og mynstringum • viðgerð og avgreiðsla av fiskivinnustudningum • telefonavgreiðsla • aðrar fyrifallandi uppgávur Harumframt verður roknskapareftirlit møguliga eisini partur av starvsøkinum. Førleikakrøv • HH, skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving • góður telduførleiki á brúkarastigi • sjálvstøðugt arbeiðslag • góð samskiftis- og samstarvsevni Fyrimunur er at hava roknskaparkunnleika og kunnleika til FSL-skipanina, men hetta er ikki ein treyt. Setanartreytir Lønar- og setanartreytir eru sambært avtalu millum Fíg- gjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar tess, umframt um hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin er í løtuni á Lønjavningarstovuni. Lønjavningarstovan er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum, og tann, ið fær starvið, má kunna tola broytingar í starvi- num, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, lívrensli og møgu- ligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. mai 2009 kl. 12.00. Umsóknir skuldu sendast til: Lønjavningarstovan Postsmoga 347 110 Tórshavn ella til fisk@fisk.fo. Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hanna Thomsen, deildarstjóra, tel. 353030. SKRIVSTOVUFÓLK TIL LØNJAVNINGARSTOVUNA