fríggjadagur 1. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 • 1. mai 2009
Vikuskifti
4
Heima hjá Inga Olsen, landsliðs
leikara og handbóltsvenjara,
er tað handbólturin, ið fyri ein
stóran part setir dagsskránna.
Ingi Olsen arbeiðir í Føroya Banka
í Havn. Fram til summarfrítíðina
fór hann beinleiðis til venjingar
hjá Neistanum, har hann seinastu
tvey árini hevur verið leikandi
venjari, og er hann tískil seint
heima aftur um dagarnar.
Hann er annars uppvaksin í
vestmannafelagnum VíF, og býr
hann framvegis í Vestmanna.
Konan arbeiðir eisini í Havn,
og av tí at hennara arbeiði er í
vaktum, er neyðugt við tveimum
bilum.
Vit hava tveir bilar. Ein Toyota
Avensis og ein Peugeot 307,
har av annar er diesel. Eg royni
at hugsa um umhvørvið, og nýti
diesel, sum ikki er meir dálkandi
enn bensin. Men vit koyra nógv.
Millum 5060.000 kilometrar um
árið, sigur Ingi Olsen.
Eitt breyð um dagin
Tríggjar gentur og tveir dreingir
hava Ingi Olsen og konan, Bjørg.
Børnini eru í aldrinum 18, 13, 11,
átta og seks ár. Tað elsta gongur
í Hoydølum, trý tey mittastu
ganga í fólkaskúla, og yngsta
barnið gongur í dagstovni. Tískil
skulu nógvir matpakkar av húsi
num hvønn dag, og er breyð og
viðskeri ein basisvøra í
køliskápinum í
Vestmanna.
Tað fer eitt
heilt breyð
um dagin
bara til
matpakkar
og kanska
nátturða. Og so
eru vit stórforbrúkarar av
frukt, sum eisini má vera í
húsinum. Vit ganga høgt upp í, at
skil er í matinum, at børnini ikki
fáa ov nógv góðgæti, og at tey
hava góðar matpakkar við í skúla.
Og tað er lætt at venja tey av við
ósunnan mat. Tað er bara at lata
vera við at eiga tað inni, sigur
Ingi Olsen.
Ingi Olsen er 40 ár, og leikti í 21
ár á besta liðnum hjá VíF, áðrenn
hann fyri tveimum árum síðan
skifti til Neistan at
vera venjari.
Fyri at halda
kroppin við
líka, gongur
hann høgt
upp í at fáa
rættan kost, sum eisini skal til
tá ein spælir handbólt á høgum
stigi. Hann viðgongur kortini,
at hann hevur ein veikleika fyri
burgarum og kips. Men tað hoyrir
til undantakið.
Tað hendir bara, tá eg ikki tími
at gera mat, og tá konan arbeiðir
seint fríggjakvøld. Í mesta lagi
eina ferð um mánaðin. Generelt
havi eg tað so, at mær dámar so
illa, at maturin ikki er sunnur, til
dømis pizza og grill.
Feitt til ítróttarfólk
Heima er tað konan, ið tekur
sær av allari reingerð og húsliga
arbeiðnum, meðan Ingi sjálvur
tekur sær av túninum. Tað er
eisini konan, ið stendur fyri 90
prosent av innkeypinum, og av
vikudøgunum ger hon mat umleið
seks ferðir, og hann eina ferð, um
hann skal meta um.
Tað er rættiliga torført at liva
vistfrøðiligt í Føroyum, eisini í
Vestmanna, tí úrvalið av vistfrøði
ligum vørum er so lítið. Men í
tann mun tað ber til, royna vit at
keypa vistfrøðiligt.
Í Vestmanna hevur familjan
lætta atgongd til fisk og kjøt, og
er tað tí partur av føstu mat
skránni.
Vit eta nógvan fisk og seyða
kjøt. Eg havi sjálvur seyð, og fisk
fáa vit umleið tvær ferðir um
vikuna. Tá tað kemur til kjøt, eri
eg ikki serliga kræsin. Ræst kjøt
og serliga seyðarhøvd, dámar
mær væl. Av seyðarhøvdinum eti
eg alt uttan heilan. Eg haldi, at eg
sum heild sjáldan seti spurnar
tekin við mat. Hann skal bara
vera sunnur, sigur Ingi Olsen.
Men hóast maturin sum heild
skal vera sunnur, viðgongur Ingi
Olsen, at nakað av feittið fer
niðurum.
Vit eta nógv seyðakjøt, og
seyðakjøt er feitt. Sósin verður til
dømis altíð gjørd av soðnum frá
seyðakjøtinum. Tað ger okkum til
forbrúkarar av feitum mati. Men
vit tola tað eisini. Vit eru sera
virkin í familjuni, renna og tuska
nógv.
Ikki so løgið, verða børnini
eisini uppfløskað í handbólts
felagnum VíF. Tey eru øll, so hvørt
tey eru vorðin nóg gomul, farin
at spæla við VíF. Bara tað at røra
seg, gongur familjan Olsen høgt
upp í.
Vit ferðast rættiliga nógv, og
vit hava eisini eitt summarhús at
fara í. Men tað hevur eisini týdn
ing fyri okkum at sleppa burtur,
at fáa luft. Náttúruna raðfesta
vit høgt, og seinnu árini hava
vit fingið til vana at gera túrar
niðan í fjøllini. Men tá vit fara
uttanlanda, skal tað vera okkurt
barnavinarligt ferðamál.
Flatskermar og góðar
renniskógvar
Tað er ikki ofta, at tey øll fara út
at eta. Tað kann gerast ein dýrur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
jensk@sosialurin.fo
Ein familja við sjEy limum krevur sítt.
Til matpakkar og nátturða krevst eitt breyð
um dagin, viðskeri, ómetaliga nógv frukt, og
til transport tveir bilar, ið dagliga skulu flyta
familjuna millum Vestmanna og Havn.
Tilsamans koyrir familjan millum 50-60.000
kilometrar árliga. Restin av tíðini hjá Inga
Olsen verður býtt millum børn og handbólt
Í einum húsarhaldi við skúlabørnum er neyðugt við teldum og interneti, tí
flestu uppgávurnar hjá børnunum verða innlatnar umvegis internetið. Og í eini
sunnari familju sum hjá Inga Olsen, skal frukt altíð vera at finna í húsinum