fríggjadagur 1. mai 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 • 1. mai 2009
26
inngangur
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
So hendi tað, ið eingin hevði
trúð uppá fyri nøkrum árum
síðani.
Noma í Keypmannahavn
er júst kosin at vera 3. be-
sta matstova í heiminum av
tíðarritinum Restaurant Maga-
zine. Og tað er fínur franskur
ella italskur matur, ið verður
bjóðaður gestunum. Nei, tað er
siðbundin norðurlendskur ma-
tur nýtulkaður eftir sjónarmiðu-
num og listarligu evnunum hjá
gandakallinum, kokkinum Rene
Redzepi.
Hetta tíðarritið verður mett at
lata mest viðurkendu skoðsmá-
lini til matstovur. Kanska meira
rættvís skoðsmál enn kenda
Guide Michelin. Noma hevur
2 Michelin-stjørnur, eina minni
enn fleiri av matstovunum á
top-10.
Føroyingar ein lítlan part av
æruni við tað at vit lata rávørur
til Noma. Serliga eru føroysku
skeljadjórini vælumtókt. Rene
sigur við Grams, at tað finnast
fólk, ið vitja Noma einans fyri
at eta føroysk skeljadjór.
Kanska er stundin nú komin í
Føroyum at vit royna at sleppa
við á hesi globalu norður-
lendsku matmentanar-ferð. Vit
eiga rávørurnar. Karmarnir birta
kanska ikki uppundir at fara
undir mat-virksemi í Føroyum í
løtuni, men tað eru ráð fyri tí.
Millum lítið og einki er skrá-
sett av føroyskari matmentan.
Vit kenna tær 2-3 bøkurnar, ið
viðgera mat í føroyskum høpi.
Men er stundin ikki komin til
at gera status. At skráseta alt
tilfeingi, ið er etandi á sjógvi,
á landi og í luftini. At savna
eldsálir og úrmælingar, ið
takast við nýskapandi matfram-
leiðslu og matgerð. Síðani at
lata ”listarfólkið”, kokkarnir
sleppa framat at royna seg, at
seta saman alt tilfeingið á nýg-
gjar hættir. At menna føroyska
matmentan. Okkum øllum at
gagni.
Claus Meyer og Rene
Redzepi hava í samstarv við
Norðurlanda Ráðharraráðið í ár
sett í verk verkætlan, ið hevur
fingið heitið Nordic Food Lab.
Tankin er at granska og kanna
potentialið í norðurlendskum
mati uppá longri sikt.
Havi funnið eitt brot úr um-
mælinum av Noma fyrstu eg
vitjaði fyri nøkrum árum síðani
og smakkaði gitna dessertin
hjá Rene Redzepi, Sýru-granité
og mousse úr seyðamjólk (sí
mynd):
Nougatine, grøn anis og
rapsolja. Besta dessert eg
nakrantíð havi smakkað! Allan
túrin verdan! Eitt studium í
strukturar: knasandi, broyskið,
mjúkt og oljut. Veit ikki hvat
hendi í limbisku skipanina tá ið
eg smakkaði mótspælið millum
sýru og seyðamjólk, men hevði
næstan hug at gráta! Afturvið
Zeltinger Sonnenuhr Riesling
Auslese frá Selbach-Oster.
Mettur og vælsettur kundi eg
nú fara frá borðinum og takka
Pontus og René fyri matlistar-
liga uppliving í heimsflokki. Við
dyrnar skoðaði eg manifestið,
ið norðurlendsku kokkarnir
undirskrivaðu hinaferð í no-
vember 2004. Her góvu teir
hvørjumøðrum hondina uppá
at vilja stríðast fyri at menna
hin norðurlendska køkin. Un-
dirskriftirnar hjá Leif Sørensen
og Gunnduri Fossdal taldust
ímillum hesar.
Næstan í sansaligum ørviti av
matlistarligum provokatiónum,
fjøtran og bilsni spákaði eg
túrin eftir Strandgade og kundi
staðfesta, at eg var væl nøgdur
at vera norðurlendingur.
Norðurlendskur matur í ljósmála