fríggjadagur 1. mai 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 • 1. mai 2009
28
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Coop
(FK)
kr. 7,95/400 g
Lættur og ov sýrutur smakkur.
Coop Passata
(FK)
kr. 7,95/500 g
Góður og rímiliga samanset-
tur tomatsmakkur.
Food-Line
(Samkeyp/Inn)
kr. 4,95/400 g
Lættur, men vatnutur tomat-
smakkur.
Urtekram vistfrøðilig
(FK)
kr. 19,95/680 g
Sera góður tomatsmakkur.
Gott alternativ til ta frísku
vøruna í matgerð, super.
Änglamark vistfrøðilig
(FK)
kr. 9,95/400 g
Miðalgóður tomatsmakkur,
men ikki so neyvur.
SuperGros
(Miklagarður)
kr. 7,00/400 g
Sera lættur og sera vatnutur
smakkur.
Bellaroma vistfrøðilig
(Miklagarður)
kr. 9,95/400 g
Hampuliga góður smakkur,
men ikki so reinur.
First Price
(Samkeyp/Inn)
kr. 5,95/400 g
Als eingin tomatsmakkur yvir-
høvur, bara vatnutur greytur.
X-tra
(FK)
kr. 5,95/400 g
Lættur, frískur, men sera vat-
nutur smakkur.
Nú, beint fyri at tomat-se-
songin í Evropa hevur vundið
seg heilt upp, kunna frískar
tomatir vera rættiliga keðiligar.
Hava ferðast hálva leið um
knøttin. Eru plukkaðar grønar
og óbúnar. Og við ongum anga
ella smakki, tá ið tær at enda
koma til Føroyar.
Tá kunna flusnar tomatir á dós
vera betri loysn í matgerð.
Men er ein dós ein dós?
Prísurin á dósa-tomatum er
rættiliga javnur, men góðskan
er sera ójøvn. Tað kann eg
avdúka beinanvegin.
Grams hevur verið og leitað á
handilshillarnar hjá FK, Sam-
keyp og Miklagarði. Nógvir va-
riantir eru við tilsettum kryddi.
Basilikum, hvítleyk osfr. Eg havi
so valt ta reinu vøruna. At seta
fokus á tomat-smakkin. Afturat
teimum vanligu niðursjóðaðu
tomatunum havi eg so eisini
valt at taka við tvey dømi av
mosaðum tomatum. Heili 9
sløg fann eg.
Annars kann eg upplýsa, at tað
er rættiliga lætt at flysa tomatir
sjálvur. Set frískar tomatir í
kókandi vatn í 30 sekund.
Síðani setur tomatir í ísakøldum
vatni. Sker ein lítlan kross í top-
pin av tomatini og pilka síðan
flusið av.
Skoðsmálini er latin í mun til
smakk av frískari tomat.
Flusnar tomatir
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir mat úr føroysku
matvøru handl unum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.