fríggjadagur 1. mai 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 • 1. mai 2009
29
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525
Vælvera
Vit standa eisini fyri
móttøkum, brúdleypum
og líknandi
www.Gourmet.fo
Toscana
31 11 09
Matur til einhvønn góma
KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM
Porta Via
32 11 03
Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum
Ein av størstu øl-fjepparum í
Danmark, Carsten Berthelsen,
hevur skrivað sera forvitnisliga
bók um øl, ”Øl for enhver
smag”.
Talan er næstan um eina
grundbók fyri tann, ið vil vita
meira um henda fantastiska
drykk. Berthelsen tekur okkum
við á ferð inn í allar krókar av
øl-framleiðslu. Bæði søguliga,
vísindaliga, politiskt og
samfelagsliga.
Bókin tekur støði í danska
samfelagið og fjølbroyttnu
øl-søguna. Vit hoyra um gomlu
bryggjararnar, urtagarðar í
munkakleystrum í miðøldini.
Um øl í fjareystri og øl í
Norðanlondum.
Bókin nevnir eisini dømir
um øl-sløg, ið tann nýkosni
øl-fjepparin eigur at royna. Øl
er sera fjølbroytt og vit eiga at
unna okkum at læra at kenna
so nógv sløg sum gjørligt. So
duga vit betur at meta um
dygdir.
”Heimsins besta øl”, Trappist
Westvleteren Massieve Ale frá
St. Sixtus-kleystrinum í Belgia
verður sjálvandi eisini umrøtt.
Øl-skúlin greiðir okkum frá
hvat ’ale’ er og hvat ’weissbier’
merkir. Kynstrið at smakka øl
verður lýst út í æsir. Hvussu allir
sansir skula nýtast.
At enda í bókini er frálík
uppskot til ein góðan frokost
við úrvaldum salgi av øli.
Hetta er frálík bók til tann,
ið skal keypa sína fyrstu bók
um øl.
Øl for enhver smag,
Carsten Berthelsen, Lindhardt
og Ringhof, 217 blaðsíðir,
innbundin, uml. kr. 276 í
føroysku bókahandlunum.
Øl-bók til fólkið