Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 84 - 4. mai 2009 Katrin og Ása á Neysta­bø fingu teirra lívs­ins uppliving í Gana, har tær gjørdu hjálpararbeiði. Tað er betri enn at ferðast, eru tær samdar um. Hós­ kvøldið verður stóra stuðulstiltakið, har tær fara at kunna um tað at gera hjálpararbeiði Hjálpararbeiði Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Hvat gert tú, um tú ætlar tær út at gera hjálpararbeiði? Hvar vendir ein sær fyri at fáa veg­­leiðing? Hvørjir møgu­­leik­­ar eru? Hesir og nógvir aðr­ir spurningar mólu í høvdinum á Katrin á Neyst­a­bø, tá hon fyri knøpp­ um ári síð­an var liðug við sína útbúgv­ing. - Eg havi altíð ætlað mær at sloppið út í verðina, og tá eg var liðug við skúlan, var tíðin líka sum uppløgd. So eg fór á fund hjá Mell­em­ folkeligt Samvirke í Århus, sum regluliga skipar fyri tí­lík­ um fundum, og endin var at eg fór til Gana at gera hjálp­ar­ arbeiði, greiðir hon frá. Tá hon fór at pakk a sínar taskur, avgjørdi sambúgvin og vinkonan, Birita Wardum at koma við henni, og tá av­tornaði vildi lítlasystirin, Ása á Neystabø, eisini koma við. Hon hevði júst gjørt seg lidna við sína mið­náms­út­ búgv­ing. Tríggjar hvít­ar gent­ ur við ljósum hári løgdu leið­ ina til Gana at undirvísa afr­ik­ onsk­um børn­um, í einum frem­m­­and­um landi, har tær ikk i ánaðu hvat bíðaði teim­ um har. Hvat skal mann vænta? - Áðrenn eg fór avstað, hugs­aði eg nógv um hvussu tað mundi síggja út í Gana, og hvat eg kundi vænta. Men eg fekk onga veruliga mynd fram av hesum land­ inum. Eg hugsaði at tað var myrkt, fátæksligt og at tey kanska høvdu mold á gólv­ inum. Ella mundu tey yvir­ høvur hava mold? Tá eg so kom har, fann eg út av at tey høvdu ikk i rennandi vatn, sum eg heldur ikk i hevði roknað við, har var ófatiliga heitt, larmandi og so framvegis. Men kortini var tað slettis ikk i so galið. Til dømis fingu vit sengur at sova á, sigur hon. Gana telist millum tey afrikonsku londini, sum eru rætti­liga væl fyri. Landið ligg­ur í Vesturafrika, og er gomul ensk koloni. Tað var torført at síggja mun á hvør hevði tað gott og hvør hevði tað minni gott, tí í skúl­anum skuldu øll vera í skúl­a­búnum. Tað var ikk i fyrr enn tær fóru heim at vitja børnini, at tær sóu hvussu misjavni stand­ urin var millum børnini. Tríggir mánaðir fóru framvið við tí rúkandi ferð, og síðan hendan túrin hava genturnar verið og vitjað Gana eina ferð. Og stendur tað til teirra, fara tær aftur til Gana í minsta lagi eina ferð afturat. Tað er kortini ikk i ókeypis at fara avstað sum sjálv­ boðin. Okk ara gentur rind­ aðu 30.000 krónur til Mell­ em­folkeligt Samvirke áðr­ enn tær fóru úr Danmark, og hesir pengar tryggjaðu teimum tak yvir høvdið og mat hvønn dag. Har­aft­ur­ ímóti nýtist ongum at brúka nógvan pening í Gana. Føroyingar vilja stuðla Hóskvøldið verður stóra stuð­ uls­­tiltakið í Norður­landa­hús­ inum, har gent­ur­nar hava savn­að nakrar av best um­tóktu tónleikarum í Før­oy­ um, umframt at tær hava skipað fyri eini upp­boðs­sølu av listaverkum, sum byrjaði í morgun. Tá gent­urnar vóru í Miðla­hús­in­um í morgun, vóru fleiri boð komin inn, hóast upp­boðssølan júst var upplatin. Endamálið er at savnað inn penging til at byggja skúla í Gana. Kon­sert­ in varð útseld alt fyri eitt, og fer peningurin óskerdur til skúl­a­bygg­ing­ina. Áhugin mill­um før­oy­ing­ar fyri at stuðla tiltak­in­um vísir seg at vera ovur­hondsstórur. - Nøkur hava sagt nei, tí tað tað er ímóti teirra prin­ sipp­um, og tí hava vit sjálv­ sagt virðing fyri. Men tey flestu hava víst ein sera stóran áhuga fyri tiltakinum, og hava sett seg í samband við okk um fyri at vita um tey kunnu hjálpa á onkran hátt. Men stuðulstiltakið er ikk i bara ein penga­inn­savn­ ing. - Vit fara at hava eitt upp­­ lýsandi tiltak, har Ása fer at greiða frá okk ara upp­liv­ing­ um, og Anders Reimer Lar­ sen frá Mellemfolkeligt Sam­ virke fer at greiða nærri frá Global Contact og teirra sam­ starvi við hjálp­ar­felags­skap­­ir í menn­ing­ar­heiminum. Hetta gera tær, tí tær hava merkt eitt forvitni frá ung­ um, ið kundu hugsað sær at farið út í verðina at gjørt hjálpararbeiði. - Fleiri ung droyma um at at sleppa at út at síggja verð­ ina, tá tey til dømis eru lið­ ug við sína miðnáms­út­búgv­ ing. Tá velja nógv at fara at fjakk a, men vit vilja við hesum tiltakinum fegin vísa á møguleikan at fara út í verðina at gera hjál­p­ar­ arbeiði í staðin. Fyri okk um var tað betri enn at ferðast, sigur Ása á Neystabø. Hjálpararbeiði - betri enn at ferðast Tónleikur á Stuðulstiltakinum: ORKA v/Eivør Frændur Boys in a Band Høgni Lisberg Dánjal Bet Your Are William Martin Joensen Hallur Joensen Lady Fire Petur Pólson Listafólk á Stuðulstiltakinum: Høgni Thomsen Vera Larsen Maibritt Frederiksberg Maria Mørkøre Frits Johannesen Øssur Mohr Sirikit Jacobsen Jón K. Poulsen Bárður Dal Christiansen Jóannes Lamhauge Edith Mørkøre Eli Smith Harry Knusdsen Ásla Rannvá Svendson Nikolina Højgaard Guðrun & Guðrun - Troyggja Bergun Kass Katrin Svabo Bech Zacharias Heinesen Beinta Vilhelmsen – Kjóli Kristina Joensen Eivør Pálsdóttir Ann-Mari Mouritsen Sámal Toftenes Ása Thomsen Hedvig Johansdóttir Gunnar Streymoy Sigrun Gunnarsdóttir Yrkjarar, ið koma at lesa upp yrkingar: Hanus Kamban og Marjun Syderbø Kjelnæs Onnur spennandi innsløg: Jóna Thomsen kemur at dansa Uppboðssøla av 8 listaverkum - 6 málningar og 2 pløgg í konsertsalinum 23 listaverk eru á uppboðssølu frá 4. til 7. mai (framsýning í SMS og í Klingruni í NLH) Nýggj stjórn næsta vikuskiftið Samráðingarnar um at skipa nýggja stjórn í Íslandi halda fram. Í gjár hildu leiðslurnar í Samfylkingini og teimum vinstragrønu ein tveir tímar langan fund, har umboðini umrøddu tað, sum ymsir arbeiðsbólkar hava lagt fram. Morgunblaðið skrivar, at teir báðir flokk arnir miða eftir at skipa stjórn næsta vikuskiftið, men tað er ikk i greitt enn, at flokk arnir fara at út um tingmanningarnar at leita eftir fakfólki til ráðharrastørv. Ein av verandi ráðharrum, vinnumálaráðharrin Gylfi Magnússon, sigur við Mortunblaðið, at hann hevur ikk i fingið at vita, um hann verður verandi í stjórnini ella ikk i. Kjarnorkuverk í Arktis Russar arbeiða við ætlanum um at byggja fleiri smá kjarnorku­ verk, sum kunnu flytast úr einum stað í annað, og sambært bretska blaðnum The Guardian ætla russar serliga at brúka hesi verkini í tí arktiska økinum. Har skulu verkini lata streym í sambandi við olju- og gassleiting, og sambært blaðnum ætlar almenna olju- og gassfelagið Gazprom eisini at brúka smá kjarnorkuverk til sítt virksemi í Barents­hav­in­um. Eftir upplýsingunum, sum bretska blaðið hevur fingið, kunnu tey smáu kjarnorkuverkini útvega 70 megawatt av streymi hvørt. Hvørt verk skal hava tveir reaktorar, og verkini skulu sjálvi goyma burturkastið. Ása og Katrin á Neystabø við Anders Reimer Larsen frá Mellemfolkeligt Samvirke millum sín. Á stuðulstiltakinum í Norðurlandahúsinum fara tey at greiða frá um tað at fara upp í hjálpararbeiði. Pengarnir fara til at byggja nýggjan skúla í Gana, har tær hava gjørt hjálpararbeiði Mynd: Jens Kristian Vang