Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mai 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 84 - 4. mai 2009 Ætlanin er at lata upp eina írska pub í Vágsbotni í Havn í næsta ár. Írski hotelstjórin John Coyle úr Galway hevur júst vitjað í Føroyum fyri at kanna møguleikan at lata upp írska pub. Ein møguleiki er í komandi nýggja bygninginum hjá Bátafelagnum Vágsbotnur Jan Müller jan@sosialurin.fo Myndir: Jan Müller Nógv bendir á, at vit fara at fáa eitt altjóða umhvørvi í Vágsbotni aftur. Leita vit aftur eini 250 ár, til Ryberg­ tíðina, tá stórt virksemi varð í Vágsbotni við útlend­ ingum í arbeiði og útlendsk­ um farmi og vørum, so fer komandi tíðin at bjóða uppá nógvar spennandi avbjóð­ ingar, sum eru afturljóð úr søguni. Tá vóru Genever og Rom úr Eysturindia upp­ skipað, umpakkað í lonini hjá Ryberg (nú Miðlahúsið, blaðstj) og seinni útflutt aftur. Nú er tað kenda ølið úr Írlandi, Guiness, sum ferð innflutt men hesaferð til egið brúk. Guiness er fyrst og fremst at finna á kendu írsku pubbunum í nærum øllum heimsins høv­uðsstøðum. Nú er túrurin komin til Havnina. Ætlanin er nevniliga at lata upp eina írska pub mitt í hjartanum á hesum gamla plássi, sum osar av mentan og søgu. Søgan sigur eisini, at tað vóru írar, sum teir fyrstu, ið leitaðu henda vegin fyri nærum 1500 árum síðani. Nú verða teir aftur at síggja um okkara leiðir, tó á øðrvísi hátt. Ein hotelstjóri í Galway í Írlandi hevur í hyggju saman við føroyingum at lata upp eina sokallaða Irish Pub um eitt ár ella so. John Coyle hevur júst vitjað í Føroyum saman við beiggjanum og einum øðrum kenningi. Teir hava havt fundir við føroyskar myndugleikar og fyritøkur fyri at lodda dýpið. Ein møguleiki er at leiga eina hædd í nýggju húsunum hjá Bátafelagnum, sum fara at verða bygd á Bryggjubakka. Ætlanin er at hava husið liðugt innan eitt ella tvey ár skilst. Írska pubbin - Tað finnast írskar pubbir í meira enn 92 londum, so hví ikki eisini í Føroyum spyr John Coyle, sum vitj­ aði við seglbáti í Føroyum í fjør. – Okkum dámdu so væl, at vit gjørdu av at koma aftur. Og hóast Havn­ in er ein frálíkur býur við øllum hentleikum, so hildu vit, at Havnin manglaði eina írska pub, sum er vorðin ein altjóða institutión og sum hevur stóran týdning fyri mentanina í einum hvørjum størri býi. Nú eru vit so komnir aftur fyri at vita, um tað ber til at lata eina slíka pub upp. John arbeiðir í hotel­ bransjuni í Galway, har írska pubbin hevur stóran týdning fyri mentanina. Talan er ikki bert um drekka øl. Hetta er eitt sosialt um­hvørvi, har fólk koma saman eisini til tónleik og mentanarligar upplivingar. Ja har fólk rætt og slætt koma saman at tosa og hugna sær og vera glað. Enn eru ætlaninar bara í stoypiskeiðini, har hugt verður eftir økjum og har prátað verður við sakførarar, bankar og onnur. Tað er sera umráðandi at gera hetta saman við lokalum fólki her. Vit halda okkum hava eina mentan sum líkist so nógv, at tað er sjálvsagt, at hetta verður eitt sam­ starv. Fundur hevur verið við Bátafelagið í Havn og held­ ur John Coyle, at staðið, har Bátafelagið heldur til og skal til at byggja nýggj høli, er tað best egnaða til eina írska pub her í høv­ uðsstaðnum. Hann heldur ikki, at hetta fer at skapa trupulleikar fyri bryggjaríið her í oyggj­ unum, tí sjálvandi fara teir eisini at hava Føroya Bjór á diskinum. – Eg havi roynt ølið frá Føroya Bjór og tað smakkar avbera væl. Formaðurin í Bátafe­lag­ num í Havn, Kartni Olsen fegnast um ætlanina við eini írskari pub í umhvørv­ inum í Vágsbotni. Hann váttar, at írar hava tosað við Bátafelagið um møguleikan at leita eina av hæddunum í nýggju húsunum hjá felag­ num, sum í løtuni eru á tekniborðinum. Írsk pub í Vágsbotni Tvær kvinur funnar deyðar Løgreglan í London gav í gjár gestunum á einum hotelli í London boð um at fara út av hotellinum, tí fólk vóru komin fram á líkini av tveimum kvinnum í einum kamari á hotellinum. Løgreglan bar ótta fyri, at tær báðar kvinnurnar kundu vera deyðar av onkrum evnafrøðiligum evni, og tí fingu hinir gestirnir boð um at fara út. Seinni visti BBC at siga frá løgregluni, at kvinnurnar eftir øllum at døma høvdu beint fyri sær, og at tær høvdu brúkt eitrandi evni. Ein talsmaður fyri løgregluna segði við Sky News í gjárkvøldið, at tey bæði líkini vóru enn í hotellkamarinum, tí løgreglan vildi ikki flyta tey haðani, fyrr enn serfrøðingar høvdu staðfest, hvat slag av eiturevni talan var um. Konan fer frá Berlusconi Tann 52 ára gamla Veronica Berlusconi kunngjørdi um vikuskiftið, at hon og maðurin, tann 72 ára gamli italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi, skulu skiljast.. Sambært blaðnum La Stampa hevði Veronica sagt, at hon kendi seg noydda til at taka stigið. Í samrøðu við sama blað hevur hon fyrr funnist at manni sínum og lagt hann undir at gera dekan ov nógv burtur úr ungum kvinnum í flokkinum. Talsmaðurin hjá forsætisráðharranum segði í gjár, at Silvio Berlusconi hevur onga viðmerking til hjúnarskilnaðin. Veronica og Silvio blivu gift í 1990, og tey eiga trý børn. Fremmanundan eigur Silvio tvey børn frá fyrru giftu. Tað eru ikki írskir munkar, sum fara at lata upp eina írska pub í Vágsbotni. Og staðið verður heldur ikki Munkastova, sum fer at hýsa pubbini. Men tað eru írar, sum standa aftanfyri hesa ætlan og teir kanna nú møguleikan at leiga seg inn í nýggja bygningin, sum Bátafelagið fer at byggja. Á myndini John Coyle, David Coyle og Fionn Sweeney Kartni Olsen, formaður í Bátafelagnum í Havn við bókini um írsku pubbirnar kring heimin. Skjótt verður møguliga ein slík í bygninginum hjá Bátafelagnum Teir tríggir írarnir her saman við Magna Arge, stjóra í Atlansflogi og Birgir Enni, skipara á Norðlýsinum