Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 85 - 5. mai 2009 Klippfisk, ið hevur til endamáls at menna føroyska framleiðslu, fer komandi tíðina at skipa fyri reglulig­ um skeiðum innan framleiðslu, doku­ mentar og konsept­ útvikling. Málið er at fáa betri filmsfólk, serliga til at skriva handrit og framleiða filmar Filmslist Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Um vikuskiftið fer Klippfisk av hava skeið í hølunum í J. H. Schrøters­ gøtu. Skeiðið er í at skriva leikrit, og fara roynd fólk úr skrivandi umhvørvinum at undirvísa og vegleiða á skeiðnum. Skeiðið í at skriva leikrit er eitt av fleiri, Klippfisk ætlar sær at fyriskipa komandi tíðina. ­ Vit hava havt nøkur videoskeið, og teimum fara vit at halda fram við. Men vit fara eisini at hava fleiri av hesum skeiðunum innan dokumentar, framleiðslu og konseptútvikling, greiðir Jákup Veyhe frá. Hann sigur, at skeiðs­ virksemið hjá Klippfisk hevur verið nakað leingi um at koma upp at koyra, men at filmsáhugað fara at síggja meir til skeiðini hjá Klippfisk komandi tíðina, umframt til meir virksemi í húsinum. Seinasta mánaðin hevur biografur verið í J. H. Schrøtersgøtu, har Klipp­ fisk sýnir filmar, ið annars ikki verða sýndir í Havnar Bio. Her er ikki talan um eitt famhald av Vársól til­ takinum, sum var her fyri, men hugskotið er tað sama. ­ Ung fólk í dag hava eina nógv breiðari filmsvitan enn eg hevði, tá eg var í teirra aldri. Og endamálið við Klippfisk er at stuðla upp undir hesa vitanina, at læra ung at skilja filmssøgu, sjangrur og so framvegis. At skapa eitt tilboð til teirra, ið krevja eitt sindur meir, sigur Jákup Veyhe. Her fyri sýndi Klippfisk Kino ein film, sum er kosin at vera heimsins óhugna­ ligasti, ið fekk fleiri at rýma út. Næsti filmur verður ein eftir kenda filmsskaparan Andrei Tarkovsky. Útskiftingar í Klippfisk Onkrar útskiftingar hava verið í Klippfisk leiðsluni í síðstuni. ­ Klippfisk skal vera fyri øll. Tað er opið her millum 15­19.00 hvønn dag, og her fyri settu vit tvey fólk í starv, ið skulu vera her teir tímarnar. Eg eri virkandi leiðari í Klippfisk. Martin Simonsen, sum var dagligur leiðari her, er farin í Samvit at arbeiða, men er framvegis skúlastjóri á summarskúl­ anum, FISK, sigur Jákup Veyhe. Uppgávurnar hjá Klipp­ fisk eru fjølbroyttar. Tað er møguligt hjá fólki at leiga útgerð og høli til upptøkur, og verður Klippfisk tíðum nýtt til at dokumentera ymiskar hendingar, so sum sjónleikir og konsertir. ­ Tað er avgjørt eitt umhvørvi fyri filmsfram­ leiðslu í Føroyum. Eg havi lagt merki til, at tað eru tey somu, sum eru virkin innan filmsframleiðslu, sum vóru sjónlig tá vit høvdu Agurk sendingarnar. Eitt rættiliga stórt tal av føroyskum talentum fara eisini víðari at útbúgva seg víðari innan film, sigur hann. Handrit og framleiðarar mangla Komandi skeiðið innan leikrit er sostatt tað fyrsta av fleiri skeiðum komandi tíðina. ­ Tað vísir seg at vera tvey ting ið mangla innan føroyska filmsframleiðslu. Tað eru góð handrit og góðir framleiðarar, ofta róptir produsarar. Ein góður produsari er eftir míni mein­ ing ofta minst líka umráð­ andi sum ein góður leik­ stjóri, sigur Jákup Veyhe. Og ta støðuna skulu skeiðini hjá Klippfisk bøta um. Fyrsta skeiðið í at skriva leikrit verður fríggjadagin frá klokkan 12.00 til 18.00 og leygardagin frá 10.00 til 16.00. Oddfríður Marni Rasmussen fer at leiða skeiðið og hugleiða um hvat setningurin sigur um persónin. Harafturat koma Jan Jørgensen og Hans Tórgarð við hvør sínum uppleggi um dramaturgi og tað at skriva. Ætlanin er at seta gongd á framleiðsluna av verkunum, um stundir vera til tað. Pláss er fyri 12 fólkum á skeiðnum, og fá pláss eru eftir til skeiðið. Klippfisk fer komandi tíðina at skipa fyri skeiðum í at framleiða film. Alt frá at skriva betri handrit til at menna góðar framleiðarar stendur á arbeiðslistanum hjá Klippfisk Savnsmynd Danske Bank stórt tap Danske Bank misti í fyrsta ársfjórðingi átta milliardir krónur upp á útlán, og tað var meiri , enn greinarar høvdu væntað. Teirra meting var 4,8 milliardir krónur, og eftir tí veruliga tapinum at døma vænta greinararnir, at tapið hjá Danske Bank alt árið fer langt upp um tær 20 milliardirnar, sum var tann upprunaliga metingin. Hóast tað stóra tapið hevði Danske Bank 1,6 milliard krónur í avlopi í fyrsta ársfjórð­ ingi, og tað er hinvegin nógv meiri enn metingin hjá greinarunum, sum var 103 milliónir krónur. Virðið á partabrøvum í Danske Bank hækkaði, tá roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing kom. Annars er virðið meiri enn tvífaldað teir báðar seinastu mánaðirnar. Grundarlag fyri rentulækking Danski Tjóðbankin hevur ongantíð havt so nógv av fremmandum gjaldoyra sum nú, og harvið eru lunnar lagdir undir eina møguliga rentulækking seinni í hesari vikuni, skrivar Ritzau. Í apríl fekk Tjóðbankin 25,6 milliardir krónur afturat í fremmandum gjaldoyra, so um mánaðarskiftið hevði bankin 286.4 milliardir krónur í fremmandum gjaldoyra, og tað er met. Danskir búsklaparfrøðingar siga, at soleiðis sum viðurskiftini eru, má roknast við, at Tjóðbankin fer at lækka rentuna, so hon nærkast rentuni hjá evropeiska miðbankanum. Hon er nú 1,25 prosent, meðan tann danska er 2,0 prosent. Klippfisk skal ala betri filmsfólk