Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 85 - 5. mai 2009 Grønlendsk kvinna funnin deyð Eitt lík, sum varð funnið uttan fyri Ringsted fyrramorgunin, er av einari grønlendskari kvinnu Løgreglan í Vestursælandi hevur nú staðfest, at talan er um kvinnuna Vivi Inger Kristiansen, skrivar Dagbladet Ringsted. Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at kanningar hava staðfest, at kvinnan er grønlendsk, og harafturat hevur løgreglan upplýsingar, sum vísa, at talan er um ta horvnu Vivi Inger Kristiansen. Sambært talsmanninum dugir løgreglan framvegis ikki at siga, hvussu kvinnan doyði. Tann 31 ára gamla Vivi Inger Kristiansen hvarv í juli í fjør, og hóast løgreglan leitaði við tyrlum og hundum, bleiv kvinnan ikki funnin. Fyrrapartin sunnudagin bleiv lík hennara funnið í einum skógi uttan fyri Ringsted. Gomlu bilskúrarnir millum Miðlahúsið og Reinsaríið skulu takast niður og nýtt býarhús byggjast, mentanini í høvuðs­ staðnum at frama BÝRÁÐSFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru nú nøkur ár síðani, at býráðið tók avgerð um at tilnevna Tórsgøtu til mentanargøtu. Framman undan heldur Tjóðpallur Føroya til í gøtuni, eins og Margarinfabrikkin, Miðla­ húsið, Gamla Reinsarí og matstøð og dansistøð eru at finna í Tórsgøtu. Tað er nú eitt ár síðani, at farið var undir eina verk­ ætlan við Reinsarínum. Talan var um eina royndar­ ætlan við konsertum, og henda ætlan eydnaðist so mikið væl, at tá royndartíðin var av á Ólavsøku í fjør, var ætlanin longd. ­ Men neyðugt var at gera ábøtur á bygningin, og hes­ ar verða so dýrar, at tankin um at gera eitt býarhús í staðin, byrjaði at spretta. Eg tosaði við borgarstjóran um hetta, og vit komu ásamt um heldur at brúka peningin til eitt nýtt býarhús, enn at umvæla Reinsaríið, sigur Bogi Andreasen, varaborgar­ stjóri. Royndirnar við konsert­ unum vóru sera væl eydnaðar, og kostaðu so at siga einki. ­ Vit høvdu anlegg framman undan, og nú vit hava havt hesa verkætlanina í meiri enn eitt ár, hava vit roynt so at siga alt slag av tónleiki, sigur Bogi Andreasen. Tey hava eisini havt fund við øll tónleikaáhuga­ feløgini, har ætlanin um nýtt býarhús varð løgd fram, og har var tikið væl ímóti hugskotinum. Einasta viðmerkingin var, at ljóðserfrøðingur átti at verða tikin við upp á ráð. ­ Men játtanin røkkur ikki til meiri enn húsið sjálvt, og tí verða keypt ljóðteppi at hanga upp, sigur Bogi Andreasen. Samt býráð Eftir at borgarstjórin og varaborgarstjórin høvdu kannað møguleikarnar, heittu teir á umsitingina um at gera eitt uppskot til býarhús. Býararkitekturin hevur síðani gjørt ta skitsuna, sum húsini verða gjørd eftir. ­ Viðgerðin av uppskoti­ num í býráðnum var sera positiv. Og tað var eitt samt býráð, sum tók undir við ætlanini, sigur Bogi Andreasen. Við hesum nýggja býarhúsinum verður skapt eitt umhvørvi, sum er í tráð við tankan um Tórsgøtu sum eina mentanargøtu. Seinni er so ætlanin at gera eitt torg millum Reins­ aríið og Miðlahúsið, sum skal yvirdekkast við einari presending. Tað eru gamlir tankar, sum borgarstjórin hevur luftað áður. Uppskotið um eitt býar­ hús er endaliga samtykt, og fari verður undir arbeiðið beinanvegin. ­ Tað verður byrjað longu hálvan mai, og stendur tað til mín og borgarstjóran, skal býarhúsið standa liðugt til Ólavsøku. Tað er kanska eitt sindur optimistiskt, men tað er so okkara vón, sigur Bogi Andreasen. Hann roknar ikki við, at tað fer at verða heilt ókeypis hjá tónleikarum og øðrum at brúka húsið, men tað verður hinvegin heldur ikki nøkur stór útreiðsla. Nýggja húsið verður ein mentanarperla í Havnini, og tað fall nátúrligt at seta júst hetta heiti á nýggja húsið. ­ Perlan er jú eitt gamalt húsaheiti í Tórsgøtu, og tað er eitt vakurt og positivt navn, sigur Heðin Morten­ sen, borgarstjóri, um heitið á nýggja býarhúsinum. Nýggja býarhúsið ein perla Soleiðis fer nýggja Perlan at taka seg út, tá hon verður liðug, vónandi til Ólavsøku Veiddu 560 tons í íslendskum sjógvi Í mars kundu føroysk og norsk línuskip seta á ársins kvotur, og tann fyrsta mánaðin veiddu skipini 560 tons inni í íslendskum sjóøki. Tað vísa tøl hjá íslendska fiskiveiðieftirlitinum, sum Morgunblaðið endurgevur. Føroyingar fiskaðu meginpartin. Føroysku skipini vóru fimm í tali, og tey fiskaðu 404 tons. Av hesum vóru 127 tons av hýsu, 100 tons av toski og 86 tons av brosmu. Bara eitt norskt línuskip var undir Íslandi í mars. Tað fekk 56 tons, harav 32 tons vóru longa og 16 tons brosma. Í mars í fjør fiskaðu útlendsk skip 12.500 tons í íslendskum sjógvi, og av tí vóru 11.700 tons lodna.