týsdagur 5. mai 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnan
Nr. 85 - 5. mai 2009
Sjálvur ásannar Jan, at
nógv var og framvegis er at
seta seg inni í.
– Eitt er tey forrit, sum
vit hava í bókhaldinum og í
hagtalsskipanini í felagum.
Annað og ikki minni týð
andi eru øll tey viðurskifti,
sum okkara limir og felag
er fevnt av.
Jan ásannar, at hann
fram vegis hevur nógv at
læra og nógv at seta seg inn
í.
– Eg væntaði, tá eg tók
við sum felagsformaður, at
eg skuldi hava eini seks ár
til at venda “skútuni”, sum
hann tekur til.
Hann sigur, at hansara
áhugi ikki minst liggur í
teimum sosialu viðurskift
unum hjá fiskimonnum og
sjófólki, og haraftrat eru
onkrir sáttmálar og ymisk
viðurskifti,
sum
kundu
verið betri.
– Men í fyrsta lagi ræður
um, at vit sum felag um
boðandi okkara limir syrgja
fyri, at verandi sáttmálar
verða hildnir.
Felagsformaðurin fegnast
um, at ALSskipanin nú
væntandi verður broytt til
fyri muns fyri hansara lim ir.
– Eg dugi væl at síggja,
at neyðugar broytingar í
ALSskipanini, sum gera
viðurskiftini hjá fiskimonn
um betri og rættvísari, hava
verið ein tungur burður hjá
mínum undanmanni. Í stýr
inum vóru fólk, sum ar
beiddu ímóti neyðugum til
lagingum,
leggur
hann
aftrat.
Stillar uppaftur
Seint í heyst verður aftur
høvi hjá monnum, sum
vilja umboða fiskimenn, at
stilla upp til felagsfor mans
val í Føroya Fiskimanna
felag.
Tað eru fimm sóknir/
skips manningar, ið kunnu
stilla valevni upp, men
verður einki mótvalevni, og
sitandi
formaður
einki
hevur ímóti at halda fram,
verður hann sitandi í fyribils
eitt skeið aftrat.
– Verandi formansskeið
hjá mær gongur soleiðis út
1. februar í 2010, men eg
kann longu nú siga, at eg
eri til reiðar at taka eitt tørn
aftrat.
Jan sigur, at hann hevur
ongantíð angrað, at hann
læt seg stilla upp, men hann
ásannar kortini, at hann
mangan hevur verið rætti
liga troyttur.
– Í tíðarskeiðnum, eg
havi verið formaður, havi
eg líkasum eisini verið
máls viðgeri
hjá
limum,
sum á ymiskan hátt totalt
eru dotnir niður ímillum í
skipanini og ongan góðan
hava sæð seg at hava. Hetta
hevur kanska serliga verið
vegna sjúku.
Hann sigur, at málið hjá
honum er, at tað í størri mun
verða onnur á skriv stovuni,
sum koma at taka sær av
málsviðgerð, soleiðis at hann
sum felagsformaður fær betri
stundir til at taka sær av
øðrum viðurskiftum, sum
felagið eisini arbeiðir við.
Eitt av teimum málum,
sum hava kravt tíð og orku,
er flytingin av trygg ingar
viðurskiftunum hjá fiski
monnum – úr LÍV og til
danska felagið, ALKA.
– Arbeiðsorkan hjá mær
røkkur ikki til allar tær upp
gávur, sum felagið hevur,
sigur Jan, sum annars sigur
seg hava nøkur góð og
dugnalig fólk á skrivstovu
síni á Bryggjubakka.
Onkur mist móti
Jan hevur verið í nøkrum
orrustum, síðan hann gjørd
ist formaður í FF, og longu
tá hann hevði sitið í starv
inum í minni enn eitt ár,
legði hann allan fiski skipa
flotan, sum kom í føroyska
havn. Hann hevur verið í
drúgvum stríði um sátt
málar, og hann hevur í hes
um sambandi eisini upp
livað, at onkur av hansara
limum hava vent honum
bakið, tí teir hildu, at kósin
var í so harðrend. Aftrat hes
um og helst øðrum tingum,
vit ikki eru vitandi um, er
felagsformaðurin í minsta
lagi eina ferð komin í ta
støðu, at hinir limirnir í
nevndini hava skrivað undir
sáttmála, sum Jan ikki kundi
taka undir við. So leiðis kom
hann í minni luta um eitt nú
sáttmálan við JFK, sum
eigur og rekur pelagiska
skipið, Næra berg.
– Jú, tað er rætt, at onkur
fiskimaður er vorðin eitt
sindur
frustreraður
og
kanska hevur mist mótið.
Hinvegin havi eg í mínum
starvi merkt, at eg havi
flestu limir og stuðlar mínar
“inntaktar”.
Jan vísir á, at flestu fak
feløg, sum eru komin nakr
an veg, sum hann tekur til,
hava ført ein rættiliga kon
tantan fakfelagspolitikk.
– Vit eru noyddir at halda
fast um teir sáttmálar, vit
hava, og hetta gangi eg sum
felagsformaður
rættiliga
høgt uppí. Eg haldi eisini,
at onkur sáttmáli kundi
verið eitt sindur betri enn í
dag, og hetta eru viðurskifti,
vit mugu taka upp við
reiðararnar, sigur hann.
Samstarv í Samtak
Felagsformaðurin
dylur
ikki fyri, at hann er sera
væl nøgdur við samstarvið,
sum fakfeløg hava í Sam
taki. Tað eru Føroya Arbeið
arafelag, Havnar Arbeiðs
mannafelag
og
Føroya
Fiski mannafelag, sum hava
skipað seg og eru við í hes
um samtaki.
– Eg haldi, at tað í alt ov
stóran mun hevur eydnast
at spjaða fakfelagsrørsluna
– og ikki minst millum
fiskimenn og arbeiðsfólk.
Hetta hevur gjørt okkum
nógv veikari.
Tá vit spurdu Jan Høj
gaard, um sjónarmiðini hjá
arbeiðsfólki og fiski monn
um ikki kunnu vera torfør
at sameina á summum økj
um, eitt nú í sambandi við
landingar í Føroyum og/
ella uttanlands og møgu
ligari
virking
av
fiski
um borð á føroyskum skip
um, sigur Jan:
– Sjálvandi kanst tú altíð
finna sjónarmið og støður,
sum ikki eru júst tey somu
hjá øllum trimum pørtunum
í samtakinum, men tað,
sum ræður um, er at sam
starva og standa saman um
mál, sum eru felags og
royna at finna gongdar leið
in í øðrum málum – leiðir,
sum
tæna
arbeiðsfólki,
fiski monnum og samfelag
num í síni heild. Eg haldi,
at Samtak er eitt stórt fram
brot innan føroyska fak
felagsrørslu, og eg ivist
onga løtu í, at vit saman
framhaldandi fara at hava
eitt gott samstarv.
Gjalda sjálvir
At enda spurdu vit Jan Høj
gaard, hvat hann heldur um,
at ávísir politikarar nú eru
farnir at tosa um, at almenna
inntøkutrygdin skal leggjast
út til partarnar á arbeiðs
marknaðinum – í hesum
før inum fiskimenn og reið
arar at gjalda sjálvir.
– Nei, hesum taki eg slett
ikki undir við. Inn tøku
trygd in er onga krónu ov
høg, og mín viðmerking til
hesi sjónarmið er stutt ov
greitt, at fiskimenn longu
nú gjalda sína inntøkutrygd
sjálvir. Hetta gera teir um
skattin, leggur felagsfor
maðurin aftrat.
Oljufólk skulu súkla
Hjá teimum, sum arbeiða á einum oljupalli, er súklan
neyvan tað, sum liggur frammarlaga í tankanum, tá tey
skulu út á pallin. Men hóast tað hava arbeiðsfólk á einum
donskum oljupalli í Norðsjónum nú boðað frá, at tey vilja
fegin taka lut í átakinum "Vi cykler på Arbejde", sum
danska súklufelagið skipar fyri, og sum byrjaði í gjár. Sten
Falkenberg hjá súklufelagnum sigur, at tað eru ikki øll, sum
hava umstøður til at súkla til arbeiðis, men at kunnu súkla á
arbeiðsplássinum ístaðin fyri. Tað kunnu tey á oljupallunum
eisini, og lopið er ikki so langt, tí sambært Sten Falkenberg
verða venjingarhølini á pallunum nógv brúkt.
Fleiri ferðafólk í mars
Heldur fleiri sengur vóru upptiknar um næturnar á teimum
íslendsku hotellunum í mars í ár enn í sama mánaði í fjør. Tølini
hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at í mars í ár vóru 84.700
gistingar ímóti 83.000 í sama mánaði í 2008. Tað er ein vøkstur
upp á tvey prosent. Hagtølini vísa, at vøksturin var sera ymiskur
frá einum landsparti til annan. Eitt ú vóru gistiungarnar 18
prosent færri á Eysturlandinum, meðan tær vóru 23 prosent
fleiri á Suðurlandinum. Íslendsku hotellini hava annars havt
heldur færri gistingar higartil í ár enn somu tíð í fjør. Fyrsta
ársfjórðingin í ár vóru gistingarnar 212.000 ímóti 219.000 somu
mánaðir í 2008.
Hjúnini, Jan Højgaard og May í Túni Højgaard, við køksborðið í heimi teirra á
Toftum. Hetta er ikki ein stór borg, men eini sera hugnalig, eldri hús. Hann er
formaður í Fiskimannafelagnum; hon er lærari við Glyvra skúla
Mynd: Vilmund Jacobsen
»… vit vóru ógvuliga spent til
formansvalið, og tá avtornaði,
gjørdist Jan fremstur. Eg var ovfarin
og ógvuliga fegin hansara vegna…«
(May í Túni Højgaard)
»… eg eri ímóti at avtaka
al mennu minstulønartrygdina.
Fiskimenn gjalda sína
inntøku trygd sjálvir. Hetta
gera teir um skattin…«
(Jan Højgaard)