Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 vinnan Nr. 85 - 5. mai 2009 Norðmenn keypa lágprísfelag Norska telefelagið Telenor hevur keypt danska telefelagið BiBoB fyri 93 milliónir krónur. BiBoB er eitt av teimum sokallaðu lágrpísfeløgunum, men handilin fær ongar avleiðingar fyri tey donsku viðskiftafólkini ella starvsfólkini hjá felagnum, skrivar Ritzau. Tað var Telmore-stovnarin Frank Rasmussen, sum stovnaði BiBob á heysti í 2007. Í einum tíðindaskrivi sigur leiðslan í Telenor, at BiBoB hevur havt eina sera jaliga gongd síðani byrjanina, og at felagið nú hevur 69.000 viðskiftafólk. Teir nýggju eigararnir ætla, at hendan gongdin skal halda fram, og tí verða ongar broytingar gjørdar í dagliga rakstrinum. Carrefour keypir russiskt Franska smáhandilsketan Carrefour tingast í hesum døgum um at keypa russisku handilsketuna Sedmoi Kontinent, sum sambært russiska blaðnum Kommersant er til sølu fyri 1,25 milliard dollarar. Russiska blaðið vil vera við, at tingingarnar hava gingið so væl, at sáttmáli ætlandi verður undirskrivaður tann 15. í hesum mánaðinum. Carrefour, sum er tann næststørsta smáhandilsketan í heiminum, skal sambært blaðnum yvirtaka 75 prosent av Sedmoi Kontinent. Alexander Zanadvorov, sum eigur Sedmoi Kontinent, lænti í 2007 560 milliónir dollarar frá einum týskum banka við at seta 75 prosent av handilsketuni í veð, skrivar Kommersant. Havnalagið á Toftum man vera tað havnalag í Føroyum, sum er mest broytt seinastu árini. Hyggja vit at myndum, sum eru tiknar fyri kreppuna fyrst í nítiárunum og samanbera tær við myndir, sum eru tiknar í dag, sæst, at vinnulívið kring havnina hevur verið fyri sera stórum broytingum – og í stórari menning TofTir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein orsøk til hesa menning er, at tey, sum í síni tíð stóðu aftanfyri Fiskamarkn- að Føroya, gjørdu Toftir til miðdepil fyri landing og sølu av fiski. Umframt fiska marknað og land ingar- miðstøð, er eisini Kassa- miðstøð á økinum sunnan fyri Toftagjógv, og beint norðanfyri er bygningurin hjá Snodd, har skriv stovu- virksemi og goymsla er. Síðan kemur bygningurin hjá Halduri Vang, timbur- meistara, og síðan Valhalla, ið er eitt pakkivirki, sum útflytir feskan fisk. Út flutningurin av feskum fiskavørum fer fram um farleiðina hjá Fresh Link, ið hevur skrivstovu í bygn- inginum hjá Snodd og hevur tvær avskipingar av Toftum við farmaskipinum Silver Fjord um vikuna. Miðskeiðis millum gamla vinnuøkið kring Toftagjógv og nýggja vinnuøkið við Rætt, kemur fiskavirkið hjá Faroe Seafood, ið er fyrr- verandi Nykur. Hetta er salt fiskavirki, ið uppruna- liga læt upp sum vanligt fiskavirki longu í 1969. Nýtt vinnuøki Áhugin fyri at byggja upp vinnuvirksemi í Nes komm- unu hevur verið so mikið stórur seinastu árini, at kommunan hevur planerað eitt nýtt og stórt vinnuøki innanfyri Oyrarnar – ella við Rætt, tey rópa. Á hesum øki hevur fyritøkan Sea Star longu bygt sín fyrra bygn ing av tveimum. Í hes- um bygningi er framleiðsla av betong elementum, um - framt at felagið eisini hevur bilaverkstað í einum parti. Sea Star stoypti fundamentir til tveir bygningar um nøkulunda somu tíð, og ætlanin hjá felagnum var alla tíðina, at seinni bygn- ingurin, sum er beint norðanfyri hin fyrra, skuldi verða bilaverkstaður. Á vinnuøkinum norðan fyri gamla turkihúsið hevur byggifyritøkan KBH reist ein stóran bygning, sum er komin væl áleiðis. KBH er ein byggifyritøka, sum hevur bygt fleiri sethús og stovnar kring um í økinum. Hugsandi er eisini, at enn ein nýggjur bygningur stingur seg upp á nýggja vinnuøkinum við Rætt áðrenn langt um líður. Tað er MJ Saltsøla, sum hevur søkt Nes kommunu og hevur fingið økið til bygg- ing. Økið hjá Saltsøluni liggur vestanfyri bygning- arnar hjá Sea Star og sam- bært borgarstjóranum í Nes kommunu, Símuni Johanne- sen, ætlar felagið at seta spakan í rættiliga skjótt. Økið vestanfyri bygning ar- nar hjá Sea Star er nóg stórt til bygningin hjá Saltsøluni, sigur borgarstjórin. Stór skipavinna Umframt vinnuna, sum sein astu árini er skapt á landi, er stór fiskiskipavinna í Nes kommunu. Bygdin hevur gjøgnum mong ár verið kend sum útróðrarbygd og línubygd, men í fleiri ár hava útgerð- armenn á Toftum eisini átt og rikið trolbátar. Aftrat hesum kemur til- knýti, sum stóru fiskiførini, Fagraberg, Høgaberg og Vesturvón, hava við Toftir um toftamannin og vinnu- lívsmannin, Anfinn Olsen. Jú, á Toftum og soleiðis eisini í Nes kommunu er nógv vinnuvirksemi, sum kemur fólkinum og økinum til góðar, men so sanniliga eisini øðrum, ið starvast og virka í tí virksemi, sum er skapt. Skúlin er júst útbygdur, so hann er vorðin nútímans við nýggjum møguleikum – ikki minst við stórari fimleikarhøll og aulu við ymiskum møguleikum. Á Toftum er eisini eldra- sambýlið Vesturskin, ið hevur pláss fyri 16 búfólk- um. Ítróttarliga er bygdin væl fyri við bæði graslíkisvølli og grasvølli umframt góð- um felagshúsi. Karmar og grundarlag undir bygdunum í komm- ununi er gott. Toftir – eitt blómandi vinnulív Nes kommuna hevur ríkt vinnulig, bæði á sjógvi og landi, og karmarnir um skúla, ítrótt og eldraøkið eru góðir Mynd: Vilmund Jacobsen