mikudagur 6. mai 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 86 - 6. mai 2009
Umleið 170 milliónir
krónur færri eru kom
nar upp úr havinum
kring Føroyar í verandi
fiskiári, samanborið
við sama tíðarskeið sein
asta fiskiár. Í verandi
fiskiári eru umleið 490
milliónir krónur kom
nar upp á land. Í tíð
arskeiðinum seinasta
fiskiár var talið umleið
659 milliónir krónur.
Hetta er ein afturgongd
á næstan 25 prosent
Fiskur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað er ongin loyna, at fiska
prísurin er lágur í løtuni.
Virðini eru minkaði við
heili 30 prosentum, og tað
svarar til næstan 170 milli
ónir krónur.
Hetta kann fyrst og fremst
greiðast frá, við at fiska
prísurin í miðal, um hugt
verður at øllum fiski, ið er
komin upp á land í Føroyum,
er minkaður við 2,28 krón
um fyri hvørt kilo í mun til
tíðarskeiðið í fjør. Í fjør var
miðal fiskaprísurin 9,89 krón
ur fyri kilo frá septembur til
mai. Í verandi árið er hetta
tal 7,61 krónur fyri kilo.
Men tað er ikki bara lági
prísurin, ið hevur spælt inn.
Eisini er mongdin, ið er
komin upp á land 6.020
tons minni enn í sama tíðar
skeiði í fjør. Frá septembur
til mai seinasta fiskiár var
mongdin 66.708.099 kilo,
meðan mongdin í sama tíð
arskeiði í ár er 60.687.692
kilo.
Tað er ikki bara vánaligur
fiskiskapur, sum er orsøkin
til, at minni er komið upp á
land. Tað hevur eisini nógv
at siga, at 1488 fiskidagar
færri eru nýttir í verandi fiski
ári samanborið við sama tíð
arskeið seinasta fiskiár.
Í hesum tølum er alt skor
ið yvir ein kamp, við tað, at
munur ikki er gjørdur á
ymisku fiskasløgunum.
Hálvur
toskavinningur
Verður hugt av virðinum, so
er bara helvtin av virðinum
komið inn, um sammet
verður við seinasta ár. Tað
vil í reinum tølum siga, at
virðið í ár er umleið 110
milliónir krónur, sammet
við 204 milliónir seinasta ár.
Hetta er ein afturgongd á
umleið 94 milliónir krónur.
Verður hetta sammet við
mongdirnar, so er afturgongd
in 1.845 tons, sum svarar til
eini 20 prosent. Mongdin í
seinasta fiskiári var 8.808
tons, og í ár er mongdin
higartil 6.963 tons.
Hetta vil við øðrum orðum
siga, at toskaprísurin er farin
úr umleið 23 krónum fyri
kilo seinasta fiskiár til 16
krónur fyri hvørt kilo í ver
andi fiskiári. Hetta er ein
lækking á umleið 30 prosent.
Hýsumongdin hálv
Í fjør komu umleið 7.000
tons av hýsu upp á land frá
septembur til mai. Í ár er
hetta tal bert 3.600 tons.
Tað vil siga, at bara helvtina
so nógv hýsa er komin í
skipanina í hjá Fiskiveiði
eftirlitinum í verandi fiski
ári sammet við sama tíðar
skeið seinasta fiskiár.
Í krónum eru eisini stórar
broytingar farnar fram. Í tíð
arskeiðnum í fjør varð hýsa
landað fyri umleið 89 milli
ónir krónur, og í verandi
árið er talið umleið 32 milli
ónir krónur. Ein afturgongd
á 57 milliónir krónur.
Verður hugt at prísinum, so
er kann staðfestast, at miðal
prísurin í tíðarskeiðnum sein
asta fiskiá var umleið 12,60
krónur fyri kilo, meðan talið í
verandi fiskiári hevur verið
um 8,87 krónur fyri kilo.
Í prosentum er henda aft
urgongd á eini 30 prosent.
Upsin heldur sær
Eitt av fiskasløgunum, har
mongdin hevur hildið sær rími
liga væl frá septembur í fjør til
mai í ár, sammet við sama tíð
arskeið seinasta fiskiár er ups
in. Har er heldur mongdin sær
nevniliga um millum 37.000
og 38.000 tons.
Samstundis sæst, at prísur
in er hækkaður frá umleið
5,21 krónum fyri kilo til 5,53
krónur fyri kilo. Samlaða
virðið av upsanum er somu
leiðis vaksið úr umleið 191
milliónum krónum upp í 210
milliónir krónur. Ein fram
gongd á umleið 19 milliónir
krónur.
Hini líkjast
Innan hini fiskasløgini, har
mongdin vanliga er minni
og virðið tilsvarandi, sæst,
at umleið ein helvt er veidd
av havtasku í verandi tíðar
skeiðið sammet við seinasta
ár, og virðið er somuleiðis
helvtað. Men við flestu øðr
um fiskasløgum eru broyt
ingarnar ikki so øgiliga stór
ar, hóast veiðan av gullaksi
og stinglaksi er vaksin, og
tað er virðið av nevndu
fiskasløgum eisini.
Allir upplýsingar eru bas
eraðir upp á tøl frá Fiski
veiðieftirlitinum, sum sein
ast vórðu dagførd í dag, um
kilo og krónur, ið eru komin
upp úr føroyskum sjøki frá
1. septembur til 22. apríl í
fiskiárinum 2007 og 2008.
Í gjár kom greiddi Sosial
urin frá, at nógv færri fiski
dagar eru nýttir, og tað ávirk
ar helst mongdina av fiski,
ið er komin úr havinum.
Men greitt er, at miðal
prísurin á fiski er lægri,
hóast mongdin er minni.
Grím Kambansgøta 13 · Postsmoga 279
110 Tórshavn · Tel: 321 345
glitnir@glitnir.org · www.glitnir.org
Hóskvøldið verður
trubadur-kvøld
frá kl. 21.00
Leygarkvøldið spæla
Dansiorkestrið
til dans
170 milliónir krónur færri úr havinum
Útfrá tølum hjá
Fiskiveiðieftirlitinum
sæst, at hóast mongdin
av toski, sum er komin
upp á land ikki er
minkað so øgiliga nógv,
so er avreiðingarvirðið
farið niður í helvt, um
hugt verður eftir verandi
fiskiári sammet við sama
tíðarskeið seinasta fiskiár