mikudagur 6. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 86 - 6. mai 2009
Ein maður er nú
ákærdur fyri umfat
andi svik ímóti
Havnar Róðrarfelag.
Hann noktar seg
sekan í øllum og sigur,
at felagið er hansara
hjartabarn, sum hann
aldrin kundi funnið
upp á at gjørt fortreð
Svik
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Havnar Róðrarfelag er
mítt hjartabarn og eg vil tí
bara alt gott.
Soleiðis tók ein maður til
í Føroya Rætti í gjára
morgun, tá ið hann royndi
at verja seg fyri teimum
álvarsligu
skuldsetingun
um, sum vórðu settar fram
ímóti honum.
Hann er ákærdur fyri at
hava stolið 275.000 krónur
frá Havnar Róðrarfelag.
Hann var nevndarlimur í
felagnum í fleiri ár og var
ógvuliga virkin í arbeiðnum
í felagnum.
Eitt, hann fekk ábyrgdina
av í nevndini var at leiga
hølini hjá felagnum út til
veitslur og tiltøk og hann
arbeiddi eisini nógv fyri at
útvega felagnum fíggjarligar
stuðlar.
Í hesum sambandi stovn
aði hann kontu í Eik, har
leiga fyri hølini varð goldin
inn á, umframt stuðul til
felagið frá ymsum fyritøk
um í ávísum førum.
Men nú er hann ákærdur
fyri at hava drenað hesa
kontuna niður í sín egna
lumma og sambært ákæruni
hevur
svikið
verið
so
umfatandi,
at
tilsamans
hevur Havnar Róðrarfelag
mist 275.000 krónur.
Ov lítið skil á
Maðurin segði, at hann var
noyddur at stovna kontuna,
tí Róðrarfelagið hevði so
nógvar kontur og eftir
hansara tykki var ikki nóg
gott skil á, hvussu tær vóru
brúktar.
Sambært
honum
var
arbeiðslagið
í
nevndini
eisini blivið sera vánaligt.
Hann segði, at arbeiðs
lagið í nevndini var so vána
ligt, at tað var rætt og slætt
kríggj ímillum nevndar
limirnar
Tí vildi hann hava sína
egnu kontu, sum hann
kundi hava skil á sjálvur.
Kontan hevði bústað í
eini postsmogu, hann átti
privat og hann mintist ikki,
at hann hevði fortalt hinum
nevndarlimunum, at kontan
varð stovnað.
Men tað var ongin ivi um,
at tey høvdu tosað um tað í
nevndini frammanundan.
Ongin kvittan
og ongi skjøl
Maðurin tvíheldur um, at
hann var góður við felagið
og hevur ikki stungið eina
krónu í sín egna lumma.
Í hesum sambandinum
duldi dómarin ikki fyri, at
hevði ákærdi kunnað víst á
skjøl og kvittanir, sum
kundi víst, hvat peningurin
varð brúktur til, hevði tað
avgjørt
styrkt
hansara
støðu.
Men stóri trupulleikin hjá
tí ákærda er nettupp tann, at
hann kann ikki prógva við
einum einasta skjali, hvat
peningurin
annars
er
brúktur til.
Allur peningurin er tikin
út kontant og hann kann
ikki vísa nakra kvittan ella
nakað annað skjal, sum
vísir, hvat hann hevur brúkt
peningin til.
Sjálvur hevði maðurin
ymsar forkláringar upp á,
hvat
peningurin
varð
brúktur og hann tvíheldur
um, at hvørt oyra at farið til
ymsar ábøtur og til onnur
endamál í felagnum.
Eitt nú hevur hann goldið
handverkarum av ymsum
slagi fyri ymisk arbeiði, teir
hava gjørt í felagnum og
nokk so fitt av pengum er
goldið svart.
Hann hevði somuleiðis
goldið fyri herverk, sum
varð framt í onkrum veitslu
og okkurt av tí var eisini
svart, umframt løn til fólk,
sum høvdu hjálpt til í
veitslum.
Nokk so fitt av øllum
hesum
peninginum
var
goldið svart.
Tað var ein orsøk til, at
peningurin varð tikin út av
kontuni hjá Róðrarfelagnum
og goldin handverkarum og
øðrum í hondina, heldur
enn at vera fluttur beinleiðis
av kontuni til tann, sum
skuldi hava hann.
Men hann segði, at pen
ingur varð eisini goldin inn á
aðrar kontur hjá felagnum.
Øll skjøl horvin
Málið hevur verið fyri í
rættinum áður og tá dugdi
eitt vitni ikki at hugsa sær
til, at nakað av týdningi er
brúkt til ábøtur á Róðrar
neystið.
Ákærdi
førdi
annars
fram, at tað samtykt í
nevndini, at hann skuldi
hava minst 1000 krónur fyri
hvørja veitslu til reingerð
og tann peningurin var
eisini farin av kontuni.
Men tað ber ikki til at
fara í gerðabókina at fáa
prógv fyri hesi samtyktini,
tí hon er horvin.
Ákærdi maðurin segði í
rættinum, at tað var hann
rættiliga vónbrotin av, tí
bókin lýsti alt hansara
virksemi í nevndini øll
árini, hann sat har.
Men annars hevði hann
upprunaliga havt skjøl og
kvittanir fyri alt, hann hevði
goldið út, eisini fyri tað,
sum varð goldið svart, men
eisini tey pappírini vóru
stolin úr eini skuffu á skriv
stovuni í Róðrarneystinum.
Hann segði, at tað var
enntá so groft, at eisini
privat skjøl hjá honum
vórðu horvin.
Í
frágreiðing
síni
í
rættinum var tann ákærdi
maðurin púra vísur í, at
talan var um persóns
forfylging við tí endamáli
at skúgva hann heilt úr
Havnar Róðrarfelag.
- Øll sakin, sum hon er,
er ein avleiðing av hesum
persónskríggi, sum var
ímillum
nevndarlimirnar,
legði hann afturat.
Hann heldur, at hetta er
orsøkin til, at hann varð
meldaður og hetta var eisini
orsøkin
til,
at
bæði
gerðabókin
og
skjølini
burturbeind fyri ordiliga at
fáa skovlina undir hann.
Tað eydnaðist ikki at gera
málið
liðugt
í
hesu
umfarinum, tí nú skulu
fleiri upplýsingar fáast til
vega
og
eisini
skulu
upplýsingar fáast til vega
um virksemið á øðrum
kontum hjá Havnar Róðrar
felag fyri at vita um tað
kann kasta ljós á pening
arenslið hjá felagnum.
Somuleiðis skuldu nøkur
vitni, sum ákærdi hevur
fingið at vitna til sín fyri
mun, í rættin at geva sína
frágreiðing av málinum.
Ákærdur fyri at stjala 275.000
krónur frá Havnar Róðrarfelag
Ein maður er nú í rættinum tí hann er ákærdur fyri at hava drenað eina kontu hjá Havnar Róðrarfelag niður í sín egna lumma.
Hann sigur at hann hevur forfylgdur í Havnar Róðrarfelag og fyri at fáa skovlina undir hann, eru bæði gerðabókin og øll skjøl,
sum kundi prógvað, at hann er ósekur, burturbeind
Obama ørkymlar ísraelsmenn
Ísraelsmenn kenna seg ikki so tryggar eftir forsetaskiftið í Washington, og flestu teirra
vænta, at stjórnin hjá Barrack Obama fer at hava betri samband við arabarar og
muslimar enn stjórnin hjá George W. Bush, og at tað fer at skaða Ísrael og tess
áhugamál. Sambært einari meiningakanning siga 60 prosent av ísraelska fólkinum, at
tey hava álit á Barrack Obama, men kortini siga 63 prosent, at tey ivast eitt sindur.
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, hevur í vikuni vitjað í Italia og
Fraklandi. Við tíðindafólk segði hann seg taka undir við friði millum Ísrael og
grannalondini, men legði afturat, at hann er ímóti, at palestinar fáa egið ríki.