mikudagur 6. mai 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 • 06. mai 2009
MIÐvikan
33
Ein partur av søguni um
Óla Jákup og Neptun er
eisini um flaggið, sum var
eitt tað seinasta Steingrim
hevði á orðið í síni frásøgn
um, tá ið teir fara avstað.
Henda frásøgn er grundað
á bókina Merkið hjá Niels
Juel Arge
Millum teir mest eldhugaðu sjálv
stýrismenninar var Óla Jákup.
Hann var uttan iva fyrsti skipari
og reiðari, sum flaggaði við
føroyskum flaggi á skipi sínum.
Jákup Follend í Vestmanna
hevur greitt frá, tá ið teir á Eystur
landunum í 1923 sóu Neptun
liggja undir Langanesi veittrandi
við føroyska flagginum. Hesa sjón
høvdu teir ikki sæð áður.
Vanligt var, at føroysku skipini
flaggaðu fyrsta páskadag, og tað
var við ymiskum fløggum, sum
danska flagginum, dúvuflaggi ella
veðraflaggi.
Men Óla Jákup flaggaði við
føroyskum flaggi øll árini, til hann
gekk burtur. Men hetta dámdi ikki
myndugleikunum.
Jákup Follend var við Neptun
í 1924-1926. Hann greiddi frá,
at tá teir komu á Havnina í 1924
varð Óla Jákup boðsendur at
koma á fútaskrivstovuna. Hann
varð ákærdur fyri at hava siglt
við føroyskum flaggi og fyri hetta
fekk hann 20 krónur í bót.
Fyrstu ferð, skip sást á Havnini
við føroyska flagginum á mesan
mastrini, var mariumessudag
1926, tá ið Óla Jákup kom sigl
andi inn á vánna. Eisini hesa ferð
varð hann meldaður.
Bakkaði sjálvt ikki
fyri kongi
Kongur var á vitjan í Føroyum
í 1926. Ein av hesum døgum
kongur var í Havn við einum fylgi
av herskipum, kom Neptun inn á
Havnina við føroyska flagginum á
mesanmastrini. Tað vóru minst trý
onnur skip, sum gjørdu tað sama.
Í 1926 kom Óla Jákup úr Leith
13. november og skuldi leggja
skipið fyri teym. Hann flaggaði
sum vant við føroyska flagginum.
Hann legði skipið fyri akker, og
manningin fór til hús at fáa sær
ein bita.
Meðan hann var staddur
heima, kom verjuskipið Beskytt
eren inn á Vestmanna. Teir settu
bát út, og menn fóru í land.
Næstkommanderandi fór beint
niðan til sýslumannin og kravdi,
at flaggið á Neptun varð strikað
í stundini. Sýslumaðurin var so
illa kroystur, at hann kendi seg
noyddan at fara niðan í Skálar.
Hann heitti á Óla Jákup um at
fara umborð at taka flaggið niður.
Hetta svaraði Óla Jákup ikki
til. Hann gav sær góðar stundir
at eta døgurða. Hann fór so
umborð, tók akkerið upp, setti í
gongd, sigldi so tríggjar ferður
um Beskytteren og kippaði við
flagginum. Síðan fortoyaði hann
skipið fyri veturin. Men føroyska
flaggið varð ikki tikið niður fyrr
enn sólin setti.
Óla Jákup flaggaði tískil bert
við føroyskum flaggi við Neptun,
eisini undir Íslandi. Hesum fingu
myndugleikarnir í Føroyum eisini
boð um frá donsku verjuskipunum
undir Íslandi.
Vit fara her at endurgeva
brævið, sum skiparin á
Neptun Óla Jákup
Kristoffersen sendi til
sonin Kristoffur seinasta
ferð, teir vóru inni í
Reykjavík. Aðrir av
manningini kunnu eisini
hava sent brøv, men hetta
er seinasta lívstekin frá
Neptun, sum vit vita um.
Brævið var soljóðandi:
Reykjavík 18. apríl 1934
Góði sonur mín,
Eg skal takka tær fyri brævið,
sum eg líka nú havi fingið frá
tær. Tað er gleðiligt, at tit liva
øll væl og hava tað gott. Vit liva
allir væl her umborð á Neptun.
Men vit hava so lítið fiskað. Vit
eru sovorðnir skittar at fiska á
Neptun í ár, men eg vænti, at tað
fer at ganga betur, tá vit koma
út aftur. Nú hava vit fingið feska
sild til agn. Tað hevur verið frálíka
gott veður síðan á páskum, men
nú vit hava verið inni, hevur
verið illveður. Vit hava verið her
í tveir dagar. Eg fekk brævið frá
tær líka nú, sum vit eru lidnir
(klárir) at sigla, og eg havi ongar
pengar eftir. Ella skuldi eg keypt
tær okkurt og sent tær ein pakka
heim. Men tú skal líta á, at eg
skal nokk senda tær ein, tá ið
vit koma onkunstaðni inn aftur.
Tú skalt heilsa mammu tíni frá
pápa og siga, at hann leingist so
grúiliga illa eftir at koma heim til
tykkum øll. Eg haldi, at vit munnu
fara at koma heim um 20. maj
ella har um leið, tí tá haldi eg, at
vit hava fult skip.
Her er líka sum høgtíðsdagur
í dag. Tað er fyrsti sunnudagur,
sum íslendingar kalla hann.
Tað er so óføra nógv fólk
úti á gøtunum, at tað er illa
gangandi. Tað vóru 40 menn, sum
kapprunnu ígjøgnum gøturnar, og
eg var og hugdi at teimum. Og
so ganga allir skúladreingirnir og
marsjera fleiri hundrað í tali, og
eisini fleiri hundrað skótar, bæði
dreingir og gentur. Nógvir menn
ganga og spæla uppi í havn(ini).
So her er nógv at síggja í dag.
Men nú skulu vit fara avstað, tí
nú er gott veður. Vit fara at royna
at fáa okkum nakað av fiski, so
vit ikki verða ringastir. Tað verður
ikki stuttligt at koma heim og
einki hava fiskað, tí øll hini hava
fiskað nógv.
Góði Kristoffur, heilsa nú øllum
systkjunum frá pápa og góðu
kæru mammu tíni eisini. Pápi
leingist heim til tykkum øll, men
tað gerst ikki við. Neptun má vera
full av fiski, áður enn vit sigla
heim.
Vinarlig heilsa
frá pápa tínum
Óla Jákup
Fyrsta skipið við føroyskum flaggi
Síðsta lívstekin frá Neptun
Neptun við
Merkinum
Neptun
sigldi runt
Beskytteren
við
Merkinum í
húnar hátt.
Tekning
Thomas M.
Smith
Brævbjálvin við brævinum úr Íslandi. Á honum stendur Harra Kristoffersen,
yngri, Vestmanna, Føroyar. Brævið er stemplað 23.4.34
Hetta er byrjanin og endin á brævinum, sum er
seinasta lívstekn frá Neptun
➘