Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2009síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 86 - 6. mai 2009 Bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Opel Insignia sum hevur avloyst Opel Vectra, er nú eisini komin í stationcar útgávuni Insignia Sports Tourer Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Heðin Weihe Insignia Sports Tourer, sum er stationcar útgávan av nýggja Opel Insignia, er ein rættuliga stórur bilur við sport­ligum designi og kvali­ teti á sera høgum støði. Insignia Sports Tourer er 4,91 m langur og er sostatt 8 cm longri enn Insignia hatch­ back og sedan út­gávurnar, sum komu fyrr í ár. Insignia fæst í trimum útgávum hvat útgerð við­víkur: Essentia, Edition og Cosmo, sum er tann best útgjørdi. Sports Tourer Insignia fæst við hesum bensin­mot­ or­um: 1,8 litra við 140, 1,6 litra turbo við 180 hk, 2,0 litra turbo við 220 hk og 2,8 litra V6 turbo við 260 hk, og við 2,0 CDTI diesel­ motorum við ávikavist 110, 130, 160 og 190 hk. Bilurin, sum vit royndar­ koyrdu, var ein Sports Tourer við 1,6 litra við bens­ inmotori við turbo og 180 hk. Hesin er sera kvikur við einum snúningsmomenti upp á 230 Nm við 4.000 snún/min. Opel Insignia Sports Tour­ er er ein framkomin bilur við nýggjastu motortøknini, aktivari trygd og umhvørvis­ vernd. Bilurin er stórur og rúmligur í allar mátar. Gott pláss til fimm ferðandi og teirra viðføri. Viðførisrúmið er 540 litrar. Insignia verður gjørdur í Týsklandi á Opel verk­smiðj­ uni í Rüsselsheim, sum er ein av mest modernaðu og fram­komnu bilverksmiðjum í heiminum. Opel Insignia kann síggj­ ast og roynast hjá Auto Ser­ vice við Oyggjar­­veg­ in. Prís­ir­nir byrja við 290.000 krónum. Opel Insignia Sports Tourer Opel Insignia Sports Tourer Motorurin 1,6i bensin turbo við 180 hk Snúningsmoment 230 Nm við 4.000 snún/min CO2 útlát 184 g/km 0-100 km/t 9,2 sek Bensinnýtsla 12,7 km/l (blandað koyring) Stødd og vekt: Longd 491,0 cm Breidd 186,0 cm Hædd 152,0 cm Eginvekt 1660 kg Viðførisrúm 540 litrar Prísur: kr. 382.500,- (Edition 1,6 turbo) Søluumboð P/F Auto Service Við Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Tel. 345400 www.autoservice.fo Smiðjugerði 4 · 100 Tórshavn · Tel 30 80 80 nordcar@nordcar.fo · www.nordcar.fo nordcar Superbilur frá Fiat motorstødd kraft Eyðkennið fyri Bravo er at hann hevur flott design, er rúmligur, hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir, góðar koyrieginleikar og kvalitet á høgum støði. Prísur úr einans 178.000 Opel Insignia Sports Tourer er stationcar útgávan av Opel Insignia Insignia Sports Tourer innan Sum nakað nýtt hevur bilurin baklyktir innan fyri baklúkuna, sum lýsa tá baklúkan er opin