Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 86 - 6. mai 2009 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Manchester United vann tryggan sigur á Arsenal, sum vóru sjáldsama tamir á heimavølli Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Lagt var upp til eina spenn­ andi seinnu hálvfinalu mill­ um Arsenal og Manchester United á Emirates Leik­vøll­ inum í London. United vann fyrru hálvfinaluna 1­0, og tí var mett, at Arsenal sum eink­i mál hevði latið inn á heimavølli í hesari Cham­ pions League k­appingini, hevði ein góðan møguleik­a at k­oppa United. Men tá teir 90 minuttirnir vóru farnir, hevði Arsenal­ málverjin, Manuel Almunia, latið tríggjar bóltar inn í Arsenal­málið. Arsenal var langt frá tí fulla potentialinum í stórum pørtum av dystinum ígjár, og vóru teir sjáldsama tamir í mun til dygdirnar, teir eiga á vøllinum. Manchester Uni­ ted vann 3­1 ígjár, og sostatt ein samlaðan 4­1 sigur. Dreymabyrjan Manchester United fek­k­ eina dreymabyrjan, longu tá átta minuttir vóru farnir av dystinum. Ungi vinstri bak­k­urin hjá Arsenal, Kier­ an Gibbs gleið, og stríðs­ fýsni k­oreanarin hjá United, Ji­Sung Park­, tók­ stundisliga av møguleik­anum, og hann setti bóltin til høgru fyri Manuel Almunia og í netið til 1­0. Tríggjar minuttir seinni øk­ti Cristiano Ronaldo um leiðsluna. Portugisn sk­eyt eitt sk­ot úr 36 metra fjar­ støðu. Eitt sk­ot, sum Almunia í Arsenal­málinum burdi tik­ið. Arsenal, sum annars hevði lagt hart út, var nú fullk­omiliga tik­ið av fótum, og mótbrek­k­an var longu sera tung hjá tí unga, evna­ rík­a London­liðnum. Stutt aftaná 2­0 málið hevði Ron­ aldo aftur eina góða roynd á Arsenal­málið, men hesa­ ferð var Almunia vak­in og bjargaði fyri. Arsenal hevði bóltin nógv, men tað var United sum sk­apti teir stóru málmøguleik­arnar. United byrjar betur United byrjaði betri í seinna hálvleik­i. Tíðliga í seinna hálvleik­i fór Ronaldo fram­ við Johan Djourou, og sk­eyt eitt gott sk­ot ímóti málinum, men Almunia bjargaði aftur. Spansk­i málverjin hevði k­ortini ongan møguleik­a at bjarga, tá United sk­oraði til 3­0. Ronaldo hælaði bóltin til Ji­Sung Park­, sum spældi bóltin víðari til Wayne Roo­ ney. Rooney spældi bóltin víðari til Ronaldo, sum tá hevði runnið 70 metrar oman eftir vøllinum, fyri at vera við í álopsstøðuni. Einsamallur við Almunia sveik­ Ronaldo ik­k­i, og hann buldraði bóltin upp undir nettak­ið úr 12 metra fjar­ støðu. Tá byrjaðu fleiri av heima­ ásk­oðarunum at rýma, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur. Tá 75 minuttir vóru farnir bleiv Darren Fletcher vístur av vølli, fyri eina tak­ling á Cesc Fabregas. Fletcher hevði samband við bóltin, men hann k­om samstundis at fella Fabregas. Dómurin dømdi brots­ spark­, og gav Fletcher tað reyða k­ortið. Robin van Persie sendi brotsspark­ið upp í vinstra málhorn, uttan møguleik­a fyri Edwin van der Sar í United­málinum at bjarga. Fabregas fek­k­ ein stóran møguleik­a stutt undan leik­­ lok­i, men hann tók­ ik­k­i av, tá hann var spældur fríur. United er sostatt k­lárir til Champions League final­ una, sum verður spæld á olympisk­a leik­vøllinum í Rom, mik­uk­vøldið 27. mai k­lok­k­an 19.45 føroysk­a tíð. Spurningurin er so, um vit fáa eina endurtøk­u av finaluni millum Manchester United og Chelsea í fjør, ella um talan verður um eina endurtøk­u av finaluni millum steypavinnarnar í 1991, tá Manchester United og Barcelona møttust í fin­ aluni? United er aftur í finaluni Umframt at vera føroysk­a umboðið á altjóða fót­ bóltsdómaralistanum er Petur Reinert eisini trúgv­ ur Manchester United­ fjeppari. Men spurdur um reyða k­ortið, sum Darren Fletc­ her fek­k­ í gjárk­vøldið, er hann als ik­k­i í iva um, at k­enslurnar mugu vík­ja. ­ Har er eink­i at rafla um, og hatta var órutinerað av Fletcher. Tað k­ann væl vera, at hann letur mannin sk­ora, um hann eink­i ger. Men við at gera brots­ spark­ið, letur hann eisini Arsenal sk­ora, umframt at hann fær reytt k­ort. Hevði dysturin riðið um snarið, k­undi eg sk­ilt tað, men har eru teir á odda 3­0, so hatta var býtt, sigur Petur Reinert. So tú ert ikki í iva um, at Roberto Rosetti tók røttu avgerðina, tá osta­ skorpan varð drigin fram? ­ Alt ik­k­i. Hatta er ein av heimsins bestu dómar­ um, og læt hann hatta fara framvið í eini hálvfinalu í Champions League, k­undi hann gloymt alt um at sloppið at dømt nak­ra fin­ alu aftur. Hann hevur heilt víst hugsað um, hvussu synd hetta er fyri Fletcher, men samstundis hevur hann vitað, at gav hann ik­k­i reytt k­ort, hevði tað verið synd í Roberto Ros­ etti. So ja. Eg eri púra sannførdur um, at hatta var rætta avgerðin hjá dómaranum, sigur Petur Reinert. -mørk Eingin ivi um útvísing Nógvir fótbóltsviðmerkjarar hildu eryða kortið vera skeivt, men føroyski altjóða dómarin er ikki í iva um, at Darren Fletcher mátti av vøllinum fyri neyðbremsuna móti Fabregas Mynd: Polfoto/AP Cristiano Ronaldo hevur ikki verið heilt so flúgvandi í ár, sum hann var tað í fjør. Men í gjárkvøldið vísti hann seg aftur frá síni bestu síðu, og við tveimum málum átti hann sín stóra lut í trygga sigrinum hjá ensku og europisku meistarunum Mynd: Polfoto/AP