Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 87 - 7. mai 2009 lýsingar Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . info@vh.fo . www.vh.fo krea . tel 60 80 80 Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstyrelsen og IMO. Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella skipsførari ? Set teg so í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøku- treytir og lesturin saman við umsóknarblaði. Umsóknarblað kann eisini heintast á heimasíðu okkara: www.vh.fo Spennandi útbúgvingar - eitt hav av vinnumøguleikum Nýtt skúlaár byrjar 3. august 2009. Umsóknarfreistin er 2. juni 2009. Maskinmeistari Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjøl- broytta og hægsta tekniska yrkisútbúgv- ing, sum kann takast í Føroyum. Útbúgv- ingin gevur sera stórar møguleikar, bæði á sjógvi og landi, líkamikið um tað er í Føroyum ella úti í heimi. Maskinmeistara- útbúgvingin gevur eisini møguleikar fyri at blíva elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni eru maskinmeistarar størsti einstaki yrkis- bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár. Upptøka til maskinmeistaraútbúgvingina verður í august 2009 og í januar 2010. Maskinistur Upptøka til maskinistútbúgvingina verður í januar 2010. Skipari Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar útbúgvingar til skipara og skipsførara, sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og landi um allan heim. Sum skipari kanst tú føra øll fiskiskip um allan heim, eins og farmaskip, upp til 3.000 tons. Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár. Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú fara beinleiðis til skipsførara. Upptøka til skipara verður í august 2009. Skipsførari Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans 3 ár; 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálvár til skipsførara. Sum skipsførari kanst tú føra øll skip á øllum høvum. Upptøka til skipsførara verður í august 2009 og í januar 2010. Maskinmeistara-, skipara og skipsføraraútbúgvingarnar eru moduluppbygdar. Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari Maskinmeistari Maskinistur Skipari Skipsførari Vegurin Langi 188 Hoyvík tlf. 35 30 40 Klingrugarður 700 Klaksvík tlf. 47 30 40 www.reyniservice.fo Njótið hugnaliga umhvørvið meðan vit skifta dekkini Vit hava kvalitetsdekk frá GoodYear og Dunlop. Áseting og avbalansering er við í prísinum