Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 7. mai 2009 13 Verður ein útjavningar­ skipan millum føroysku kommunurnar sett í verk, liggur í kortunum, at Tórshavnar kommuna einsamøll skal leggja rygg til skuld, hall og útjavning hjá øðrum kommunum kring landið. Men tí finna vit okkum ikki í! Hóast ein bólkur er settur at arbeiða við eini loysn á kommunala økinum, tá talan er um bæði kommun­ alar eindir, útjavning og annað, sær ikki út til, at hesin bólkur skal fáa arbeiðsfrið. Herfyri var tað landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, ið tók málið upp á tingið, og harvið breyt hann friðin á økinum. Hinvegin var einki nýtt í tí, hann førdi fram, tí kjarnin í tí er enn eina ferð, at tað er Tórshavnar komm­ una, sum í síðsta enda skal lofta øllum hinum, og tær mongu milliónirnar, ið javnast skal út við, skulu sjálvandi koma úr høvuðs­ staðnum. Ófatiligt, at eingin hevur frægari loysnir at borðreiða við, enn at halda, at kann meira blóð kroystast úr Havnini, so bløðir onkur annar kanska minni! Hetta er alt ein stór misskiljing, tí tað gevur onga meining at javna út við tí, sum nú er. Hinvegin ræður um at javna út við tí, sum verður lagt út til kommunurnar. At alt skal ganga út uppá at mjólka høvuðsstaðnum, er full­ komuliga burturvið og verður sjálvandi ongantíð góðtikið. Slíkt tos boðar frá politiskari avmakt og hoyrir ongastaðni heima! Heldur áttu landsmyndugleikarnir at tikið í egnan barm og hugt at sær sjálvum. At illa stendur til ymsastaðni, er eingin loyna, men veru­ leikin er, at kommunala eftirlitið slett ikki hevur maktað sína uppgávu, men bara hevur latið staðið til, so kommunur eru slopnar at føra seg sjálvar enn longur út í óføri. Púrt einki eftirlit Tá tann stóra kreppan kom, vóru tað kommunur, ið skylda úr fýra upp í átta álíkningar, sum fingu trupulleikar, men í dag er longu galið, tá ein komm­ una skyldar bara eina álíkning. Tí er neyðugt at spyrja, hvat tað er, sum hevur flutt seg øll hesi árini og hvør hevur lært av tí, sum hendi tá? Síðani 2000 hevur komm­ unulógin givið kommunum frælsi til sjálvar at skipa seg fíggjarliga innan fyri nakrar karmar, men hetta hava tær ikki maktað, so tí er tað burtur úr vón og viti nú at tosa um, at tær skulu premierast fyri at vera farnar út um karmarnar. Hvar hevur kommunala eftirlitið verið? Í einum landi við minni enn 50.000 íbúgvum gevur tað onga meining, at høvuðsstaðurin skal rinda fyri alt landið. Heldur áttu landspolitikararnir at syrgt fyri, at vit úti um landið fingu nakrar størri komm­ unalar eindir, sum vóru til reiðar at taka ábyrgd og sjálvar loysa sínar trupulleikar. Men eisini tað málið hevur verið gruggað og rikist aftur og fram, uttan at nakar landsstýrismaður enn í fullum álvara er farin inn í tað. Og hvørja ferð er tankin aftanfyri, at hatta man Havnin fara at klára fyri øll hini. Nei, nei og aftur nei! Hvørki Tórshavnar býráð ella borgararnir í Tórshavn­ ar kommunu finna seg í hugburðinum um, at um bara tikið verður frá Havn­ ini, so fáa øll tað gott. Tvørturímóti er tað upp á tíðina, at landsstýri og løg­ ting geva trupulleikunum seriøsa viðgerð og ikki bara spæla sær við órealist­ iskum Robin Hood­ loysnum! Ársmøtið hjá Heima­ missiónini verður í Havn í døgunum 7. – 10. mai. Flestu tiltøkini verða í Ítróttarhøllini á Hálsi, meðan nøkur verða í Meinigheits­ húsinum “Saman um tað størsta” er heitið á Ársmøtinum. Byrjað verður hóskvøld­ ið 7. mai við ungdóms­ tiltaki í Ítróttarhøllini. Seinnapartin fríggja­ dagin 8. mai, sum er dýri biðidagur, verður familju­ dagur á Hálsi við ymisk­ um undirhaldi fyri børn – uttandura um viðrar. Tiltakið varar frá kl. 14 til 16. Aftaná verður familjumøti inni í høllini. Um kvøldið kl. 19.30 verður stórmøti í Ítróttar­ høllini, har Bergur D. Joensen talar um evnið "Tey hildu saman". Leygarmorgunin verða tríggir ársfundir sam­ stundis í Meinigheits­ húsinum, har missións­ arbeiðið í dag á ymiskum hátt verður viðgjørt út frá heitinum á ársmøtinum. Seinnapartin verða ársfrágreiðingar frá formanninum og fíggjar­ leiðaranum, umframt orðaskifti um arbeiðið. Hetta fer alt fram í Meinigheitshúsinum. Leygarkvøldið kl. 19.30 verður stórmøti í Ítróttarhøllini har Øssur Kjølbro talar um evnið "Saman um Kristus". Sunnudagin kl. 14 verður sunnudagsskúli í Ítróttarhøllini, samstund­ is sum juniormøti er í Meinigheitshúsinum. Síðsta stórmøtið á skránni verður kl. 17, har Heri Kjærbo talar um evnið "Saman um tænastuna". Øll tiltøkini á ársmøti­ num eru almenn. Ongar Robin Hood-loysnir, takk! borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen Heimamissiónin ársmøti í Ítróttarhøllini á Hálsi Fyrsta kapping hjá Føroysk Íslands Rossafelag í ár var leygardain, og finalan var sunnudagin. 35 ross luttóku. Kappast var í Byrjunarflokki fyri ung undir 14 ár, Opin flokkur, Fjórgongd, Fimmgondg og Tølt Úrslitið í Finalunum Byrjunarflokkur 1. Ása Maria Clementsen /Laksi frá Møllegården 4,33 2. Sofía Celbu/Nýnótt frá Hvammi 4,29 3. Rigmor Kølleskov/Hervin frá Leikjarbotni 2,91 Opin flokkur 1. Annika á Heygun/Randver frá Gróteyri 5,67 2. Vinjar Joensen/Hreymur 4,92 3. Hildur á Plógv Hansen/Mangas Coloradas frá Dýrfinnustøðum 4,67 Fjórgongd 1. Heri Dahl/Straumur frá Kirkjubæ 6,2 2. Kristfríð Jakobsen/Jón Forseti frá Hvolsvellum 5,87 3. Jacklyn Djurhuus/Tór frá Kjarri 5,73 Fimmgongd 1. Kristfríð Jakobsen/Rán frá Grund 6,2 2. Heri Dahl/ Leiknir frá Stóra­Àsgeirsá 5,87 Tølt 1. Knút Lutzen/Drottning frá Leirubakka 6,78 2. Gunnar Justinussen/Muggur frá Hafsteinsstøðum 6,06 3. Regin Johannesen/ Surtsey frá Holtshúsum 6,00 Ársins fyrsta kapping hjá Íslandsrossafelagnum www.sosialurin.fo Í sambandi við umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu verða áir- nar í kommununi nú ruddaðar. Tó eru tað ikki bara ungdómar, sum rudda. Tað er eisini sjálv umsitingin í kommununi, ið er sloppin í handskar og stivlar Í dag er stórur ruddingar­ dagur í Tórshavnar komm­ unu í samband við um­ hvørvisvikuna. Eisini Jens Marius Poulsen, kommunu­ stjóri, er farin at rudda. Men hetta verður helst sein­ asta ruddingin hjá honum, tí tá hann hevur sett ment­ annarnáttina hjá Tórshavnar kommunu í juni, so gevst hann sum kommunustjóri, eftir at hava verið í starvi í sera nógv ár. Hóast stórur ruddingar­ dagur er í dag, so er Súni Christiansen, leiðari á heilsu­ og umhvørvis­ deildini hjá Tórshavnar kommunu, greiðir yvir, at ein ruddingardagur ikki ger so stóran mun. ­ Tað hendir ikki so nógv upp á ein dag ella eina viku, men tað skal festast í minni hjá fólki, greiðir Súni Christiansen frá. Somuleiðis staðfestir hann, at hóast høvuðsætl­ anin er at varpa ljós á um­ hvørvið, so er tað gott, at tað eisini sæst aftur beinan­ vegin. Umsitingin hjá komm­ ununi er við í ruddingar­ arbeiðnum hvørt ár. Umhvørvisvikan endar leygardagin við stórari konsert í Tórsgøtu frá klokkan 16 til 22. Hini tiltøkini, sum eru hvønn dag vera somuleiðis opin restina av vikuni. ­eij Jens Marius Poulsen, sum hevur verið kommunustjóri í nógv ár, heldur í dag sín seinasta ruddingardag fyri kommununa, saman við Bjørg Nolsøe og Bjørgfríð Ludvík Mynd: Jens Kristian Vang Kommunan ruddar áir