hósdagur 7. mai 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 87 - 7. mai 2009
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Jarðarferðin
Petur
Paula
Petersen
av
Sandi verður úr Sands
kirkju Dýra biðidag kl.
14. Tey, ið vilja minnast
Petur kunnu lata eina
peningagávu á konto í
EIK banka.
Jóhanna Maria Gaard,
vanliga nevnd Mia, ætt
að úr Oyndarfirði andað
ist á Ellis og Røktar
heiminum í Runavík
týsdagin, 86 ára gomul.
Marner Bech, Tórs
havn, andaðist mána
dagin 4. mai, 55 ára
gamal. Farið verður úr
Landssjúkrahúskapell
inum fríggjakvøldið kl.
18. Jarðarferðin verður
úr Kirkjugarðskapellin
um leygardagin kl. 13.
Tey, ið vilja minnast
Marner, kunnu lata Her
bergi Frelsunarhersins
eina gávu, konta í pen
ingastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Yvirskriftin kann kanska undra.
Men tey sum kendu Miu, hoyra
hana fyri sær í yvirskriftini. Hon
pakkaði ikki tingini inn, var
onkur deyður, so var hann deyð
ur, lýsingarnar um at vera farin
heim, at vera sloppin, at vera
sløknaður, hoyrdu ikki ordiliga
heima í orðagoymslu hennara.
Ommusystur mín Mia í Hálv
mørk í Oyndarfirði er deyð næst
an 87 ára gomul. Hon læt eyguni
stillisliga aftur týskvøldið, eftir
at hon hevði fingið ein vatnsopa
frá starvsfólkunum úti á Ellis og
Røktarheiminum í Runavík, sum
hevur verið hennara heim sein
astu fáu árini. Mia var ikki fullfør
og livdi sum brekað í Oyndarfirði
næstan alla ævina. Onkuntíð var
hon á stovni hóast tað er ein lítil
partur av hennara langa lívi. Í
Oyndarfirði varð hon góðtikin
sum hon var og varð ikki happað,
nakað sum annars var heilt van
ligt hjá brekaðum í kristna før
oyska happarasamfelagnum, og
sum tíbetur nú er um at hvørva.
Faktisk skuldi hon hoyrt til
tann veldiga skaran av deyðfødd
um børnum, sum vórðu borin í
heim, tá ið bygdirnar í Føroyum
vóru avbyrgdar og heilsuverkið
var ungt, men hon fekk knappliga
87 ár og tað er ikki so galið.
Hon kom dramatiskt til heimin.
Longu í móðurlívið trokaðist hon
við tvíburðasystrina Mallu, sum
seinni giftist í Skálabotn og tær
kíndu hvørjari aðrari sum tari í
sjónum í flógvum fosturvatni,
meðan søt sevja frá mammuni
streymaði gjøgnum nalvastreingir
nar, sum kroppur hennara hevði
umgjørt úr røstum fiski, grind,
eplum, turkaðum kjøti og drýli,
føði sum náttúrubúskapurin í
Oyndarfirði bar upp til varrarnar.
Og tá ið hon skuldi koma í
heimin var hóttafall á. Ódnarveð
ur var, og mamman tørvaði lækna
hjálp og ikki var farandi við báti.
Bretskir trolarar lógu á Pollinum
í Klaksvík og lækni kom norður
at hjálpa. Hann var settur av á
Hellunum og síðan til gongu
heim í gomlu Hálvmørk, sum var
niðurtikin í fyrru helvt av tretiv
unum. Hon stóð millum Hálv
mørkshandilin og sethúsini hjá
keypmanninum
í
Hálvmørk,
Jóan Paula Thomsen. Hví trolarin
setti læknan av á Hellunum ein
óveðursdag tykist løgið, men
soleiðis var. Elsta systurin Anna,
sum giftist til Skopunar, mintist
hetta væl og hetta fortaldi hon
áðrenn hon doyði.
Malla slapp heilskapað í heim
og Mia tók skaða í heilanum av
somu ferð. Hon lærdi ongantíð
annað enn barnamál. Tað er Lust
id sum skrivar. Eg fekk ongantíð
annað navn og hon var øgiliga
góð við meg. Malla var ein ógvu
liga vitug kvinna, og tað svingaði
við høgum frekvensi í ovastu
hædd. Tá ið hon á ellisárum gjørd
ist í barndømi var stutta viðmerk
ingin frá tvíburðasystrini Miu
hendan: “Malla dum.!”
Eg havi verið so ótrúliga hepp
in at hava átt fimm ommusystrar,
sum hava fylgt mær positivt heilt
upp til manndómsár. Nú eru
bara tvær av teimum seks hálv
mørkssystrunum eftir. Jóna sum
er uppkallað eftir einum donskum
lækna og eini sjúkrasystir og
Hansa, sum var yngsta systurin.
Eg hitti Hansu mikudagin, hon
gekk úti við kikara í hond. Hon
eigur eina ær, sum enn ikki hevur
lembt og Hansa er ógvuliga hegn
ig til seyðahald. Hon er 80 í dag
og tú sær sorg í hennara runda
andliti, nú systurin, sum var so
hjálparleys, er farin.
“Tað besta er, at hon slapp frá
at stríðast og pínast. Hon slapp
so friðarliga higani. Tað var ikki
bara, tá ið hon var fødd, at tað
var ódnarveður. Tá ið hon skuldi
doypast var enn verri veður. Tað
var so nógvur vindur, at tey tordu
ikki heim eftir bakkanum, men
fóru oman í fjøruna heim í kirkj
una. Mia fekk tað nógv betri við
árunum. Hon var so ótrúliga
bangin sum ung. Hon tordi ikki
um eina grøv. Eiðislæknin sendi
hana niður til Herlev sum smá
gentu. Men tað hjálpti so púrasta
einki. Hon var stór smágenta, tá
ið hon kom heim aftur, eg minnist
tað væl og mamma tók hana aftur
til sín, akkurát sum hon var,” sig
ur Hansa.
Mamman sum Hansa tosar um
er langomma mín Oluffa, tann
fína gamla konan úr Havn, sum
tosaði reint havnarmál til ellisár
og sum hevði eitt milt vesin og
sum forgudaði mammu og alt
sum var undan henni. Tað er slett
ikki so lítið. Hon var dóttir Hans
og Jóhannu á Kirkjuvegi nr. 1 í
Havn. Tað er har Torbjørn Jacob
sen, løgtingsmaður býr í dag.
Mamman doyði og hon vaks upp
hjá mostrini Ingu, sum var gift
við Jákup Lützen, keypmanni og
sum tólv ára gomul flutti hon við
teimum til Oyndarfjarðar, tí tey
fóru at handla í Víkum. Hon var
systir Herborg hjá Spinnaranum
Edward Samuelsen og ein beiggi
kallaðist Pól. Tveir vóru sum
doyðu og ein systir var aftur at.
Minnist ikki nøvnini. Eg má fara
at seta meg inn í hesa havnafam
iljuna, sum kann verða góð at
hava, um samleikin sum bygda
maður einaferð verður hóttur,
hvat einki røkist fyri enn.
Eg var ordiliga stórur smádrong
ur, áðrenn tað gekk upp fyri mær,
at Mia ikki var ordiliga í ordan.
Vit sum sóu hana dagliga skiltu
hennara mál og hon var allastaðni
í míni stóru familju. Hon kom í
hvønn føðingardag og hon var
onkra løtuna mittpunktið, tí hon
var stuttlig og hon fylgdi ótrúliga
væl við. Eg fekk ikki annað navn
enn Lustid og møtti eg henni, so
spurdi hon eftir mammu, hvørja
einastu ferð. Hon var 16 ára
gomul, tá ið mamma varð fødd og
mamma vaks upp fyrstu árini
saman við Miu og hennara systkj
um. Eg havi kent fløvan av alt
mítt lív av, at mamma hevur verið
ein forkelað sól millum systkini í
Hálvmørk.
Svágur mín Hjørleif er bróður
sonur Miu. Hann fekk ikki annað
navn enn Lølle, beiggi hansara
Jónhard fekk logiskt navni Hini
Lølle. Alt eg kann minnast hevur
Mia búð hjá systrini Jónu í Tungu
mørk. Tá ið Kirstin hjá Jónu og
Edvard í Kinn giftust, fekk mað
urin Helgi beinanvegin navnið:
ManniKisti. Og so vóru ikki fleiri
tankar gjørdir um hetta heiti.
Eitt tað heitasta sambandið, eg
upplivdi sum smádrongur, var tá
ið Mia kom heim í Hoyriksstovu
at vitja stórusystrina, tað næst
elstu, Ingrid ommu. Tær vóru
ordiliga væl og omma fór við
henni sum vaksið fólk. Hon hevði
at henni, um hon tvætlaði for
nógv. Og meðan eg skilti tey neyð
ugastu orðini í barnamáli Miu,
var samrøðan nógv meira nuans
erað, tá ið omma og hon snakk
aðu saman. Omma visti týdningin
av hvørjum ljóði, sum kom av
varrunum hjá Miu. Mia broyttist,
tá ið hon var saman við sínum
næstu. Tá kundi hon tosað frítt frá
livrini og tey sum lurtaðu skiltu
hvørt orð og vóru nærverandi.
Eg vitjaði hana fyri trimum
mánaðum síðani og hevði planir
um at fara út aftur, nú er ovseint.
Hetta er ordiliga klassiskt í einum
minningarorðum. Hon var broytt.
Gnisturin og smílið var horvið.
Hon var so alvorlig og móð.
Høgra hond ristist allatíðina. Hon
tosaði einki um at koma norður.
Yvir av okkum sat Malfrid,
sum er ættað av Eiði, og sum hev
ur búð alt sítt vaksna lív í Oyndar
firði, har hon var gifti við Andrias
í Tarti, sum næstan ikki mundi
sloppið burtur higani væl yvir
100 ára gamal. Malfrid er í barn
dømi.
Mia vildi hava meg at fara at
snakka við Mavu, sum hon kall
aði hana. Eg so gjørdi. Malfrid
kendi meg beinanvegin og nevndi
meg við navni. Vit prátaðu eina
løtu. Andrias var á útróðri, for
taldi hon og Andrias var tá deyður
fyri langari tíð síðan,og tað
kvinkaði einki við veruleikan hjá
Malfrid. So hugdi hon meg djúpt
inn í eyguni og spurdi. “Tú, Júst
inus, hvør er handan konan sum
situr yvir av okkum? “ “Hatta er
Mia í Hálvmørk,” sigi eg. “Er tað
hon,” svarar Malfrid, “eg kendi
hana slett ikki.”
Mia spurdi meg sjálvandi eftir
mammu og so kom eitt smíl. Hon
vildi hava at vita hvussu vinurin
Heessi hevði tað. Tað er Hentze
Klein, kokkur og deknur og sum
júst hevur rundað tey seksti. Tey
vóru ógvuliga væl.
Eitt jarðiskt lív er at enda kom
ið og tað eru góðar kenslur innan
í mær, meðan eg skrivi hesar regl
ur. Spurningurin er, hvør er nor
mal, og kanska gerst ongin ordi
liga normal, fyrr enn vit doyggja,
og harvið av álvara fara undir
æviga lívið og drúgvu ferðina,
sum ongan enda tekur og henni
er enn ongin gongumaður komin
aftur at siga frá, halda vit okkum
til Hamlet hjá Shakespeare.
Mia deyð. Og eisini tøkk fyri
tað.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
justinus@olivant.fo
Mia deyð
Fyri páskir gav Forlagið
Døggin tvær bøkur út. Onn
ur eitur Kristus í Hebreara
brævinum og hin Lív Símun
Pæturs og brøv hansara.
Osvald Kjærbo hevur skriv
að báðar bøkurnar, og við
hesum hevur 85 ára gamli
Osvald seinastu fimm árini
skrivað sjey bøkur.
Osvald hevur í upp ímóti
70 árum verið við til at
hildið boðskapin um Harran
Jesus fram í bý og á bygd,
inni og úti, á skrift eitt nú
í Emmaus bíbliuskeiðunum
og eisini í útvarpinum.
Eitt nú í sendingum hjá Ev
angelisku Røddini í Monte
Carlo radio, sum eisini úti
setar og ikki minst teir, sum
sigldu kring allan heimin í
seksti og sjeyti árunum eiga
at komast við.
Tað er sami boðskapurin,
sum Osvald ber fram í
nýggju bókunum, ið eru
lættar og skjótar at lesa.
Bókin um Kristus í Hebre
arabrævinum er 148 síður,
og tann um Lív Símun Pæt
urs er 186 síður í A5 stødd.
Tær eru flokkaðar í kapitlar
á umleið fimm síður.
Bókin um Pætur snýr seg
um tey trý árini, tá ið hann
gekk í skúla hjá Jesusi.
Osvald heldur, at Pætur var
tornæmur næmingur, og at
hann dumpaði fleiri ferðir,
men hóast hann fall og
breyt seg sundur, so lyfti
Harrin hann upp aftur, og
tær seinastu nítjan øldirnar
hevur hann – eisini við teim
um báðum brøvunum, sum
hann skrivaði verið í leiðsl
uni á andaliga fróðskapar
setri Heilaga Andans saman
við ápostlum og profetum
Bíbliunnar, er niðurstøðan
hjá Osvaldi.
Kristus í Hebrearabrævin
um er undirstriking av, at í
Hebrearabrævinum er Krist
us høvuðsevnið og okkara
høvuðsprestur. Osvald sigur,
at vers 8 í 13. kapitli tekur
saman um evnið við fáum
orðum: Jesus Kristus er hin
sami í gjár og í dag og í allar
ævir. Vit broytast og alt ann
að, ið er skapt; men Jesus
Kristus, sum elskaði meg og
doyði fyri meg, broytist ikki.
Og ein dag verða vit Honum
lík og skulu síggja Hann,
sum Hann er, er síðsta heils
anin í bókini hjá Osvaldi
Kjærbo.
J
Tvær bøkur frá Osvaldi
Osvald Kjærbo