hósdagur 7. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 87 - 7. mai 2009
Upprunin til Vertshúsið var
skómakarin Søren Olsen,
sum byrjaði at hava skeinki
stað í 1835.
Seinni tók fyrst konan og
so dóttir hansara Olevina
við. Hon var ógift. Aftaná
nøkur ár kemur Hans
Andreas inn í myndina.
Petur Alberg sigur, at hetta
var eitt “fornuftspartí”.
Olevina var systir Marin
Kristinu, konu gamla sýslu
mannin H. C. Müller.
Sambært brøv, sum eru
send Poul Müller, sum var
kolonistjóri i Grønlandi,
setti Olevina Hans Andreas
til at arva seg. Hetta skuldu
hon angra, men umleið
1900 doyr hon knappliga
av apopleksi, so har broytt
ist einki. Skrivað verður
eisini til Poul, at tað hevur
ikki altíð verið so hugna
ligt hjá Olevinu saman við
Hans Andreas og hansara
starvsfólki.
Hans Andreas doyr í
1908, og tá taka bróðurson
ur hansara Christian
Edvard og kona hansara
Anna Katrina við hotellin
um. Christian Edvard var
beiggi Hans Andreas, Jan
us, Poul Juel og Armgarð.
Christian doyr longu í
1916, og tá tekur konan
Anna Katrina við.
Tá ið Anna Katrina
doyði í 1954, 83 ára gom
ul, skrivaði Maria Ejde
minningarorð um hana, og
segði millum annað:
Við A.C. Djurhuus er farin
ein av mætastu kvinnum
Føroya. Katrina var av
góðum bergi brotin, um
slíkt kann sigast um eina
kvinnu. Borin og fødd var
hon í Nólsoy, dóttir tann
kenda skiparan Thomas
Joensen, best kendur undir
Skylvnavninum. Móðir
hennara var Poulina Maria,
dóttir Hans Paula undir
Trappuni – bróðursonur
Nólsoyar Pálls.
Katrina var ein álvarsom
kvinna, ein kvinna sum
visti, hvat hon vildi. Hørð
við seg sjálva, sterk sum
heimaoyggin, ið væl kundi
skelva men ikki falla. Men
eisini silvitnisdagarnar í
Nólsoy høvdu sett sítt
merki á lyndi hennara, tí
neyvan man innanfyri nakr
an barm hava sligið eitt
hjarta við meira eymari,
fínari og djúpari kenslum
enn hennara.
Á ungum aldri kom hon
til Havnar á Hotel Djurhuus
og kom hon her at hava
lívsyrki sítt og sín langa og
strævna arbeiðsdag. Hon
varð gift við Christian
Edvard Djurhuus, ið yvir
tók hotellið eftir farbróður
sín. Men teimum var ikki
lagað at liva leingi saman.
Hann var illa nívdur av
sjúku, og hann doyði fá ár
eftir giftuna. Hon stóð nú
eftir við trimum smábørn
um, og sum einsamalt konu
fólk at dríva hotellið, ið tá
var einasta gistingarhús í
Havn, var meira enn at siga
tað. Men Katrina var ikki
tann, ið leivdi sær nakað.
Byrðan var løgd á hana.
Vælkomin á
nátt og degi
Katrina var kend ikki bert
um alt Føroyaland, men
langt út um landoddarnar.
Allastaðnis frá kom fólk til
hana at gista, og góð var
móttøkan, antin ein kom á
nátt ella degi. Og hjá henni
fingu øll at kenna seg
heima.
Fyri gestum sínum var
hon eins og ein móðir fyri
børnum sínum. Einki var
ov gott og einki var
ógjørligt, tá tað galt nakað.
Tað sum sermerkti Katr
inu í tí dagliga var hennara
trúskapur og stóra gávu
mildi. Tað var ein lívstreyt
fyri hana at geva, har nakað
saknaðist. Og tað var ikki
náðiskursl, tá ið hon tók til,
nei, stórtøkin var hon. Hon
lívgaði mangan, men ikki
lat hon blása í lúður, um
hon rætti hondina frá sær.
Men sum Jesus Sirak sigur:
“En rund haand skal aldrig
fattes.” So var eisini hjá
Katrinu. Hon kom ongatíð
at fattast nakað.
Katrina var illa herjað av
sjúku í mong ár, meðan
hon hevði hotellið, men
hon var ikki tann sum
settist hendur í favn, um
hon føldi sær mein. Hon
tók altíð tyngsta takið
sjálv. “Kom, gamla skal,”
plagdi hon at siga. Men
aldurin og mest sjúkan
lamdi hana so, at hon mátti
leggja frá sær. Og tá kendi
mangur seg heimleysan at
koma til Havnar.
Børnini hjá Onnu Katr
inu og Edvard vóru Jonu,
kallað Birran, gift við Zach
arias Niclassen á Skipafel
agnum, Óli Eliesar
Andreas, vanliga kallaður
Dia á Vertshúsinum, kend
ur skipari og Essemi, sum
øll búðu í Havn
Ervi í 1920
Tað er neyvan nógv vitað
um gerandisdagin á hotell
inum. Men í búgnum hjá
Jens Christian Djurhuus,
pápabeiggja Christian
Edvard, er ein rokning fyri
ervið hjá Jens Christian,
sum hevur verið hildið á
hotellinum. Her sæst bæði
prísir og hvat ið var fngið
at eta.
Samlaði prísurin fyri erv
ið var kr. 203,84. Hetta hev
ur verið nokk so nógv. Tøl
frá hesi tíðini skulu faldast
við 100 ella kanska 200
fyri at sammeta við dagin í
dag.
Tað sæst, at her hevur
ikki verið spart. Til
døgurða hava tey so fingið
kjøt. Hetta er størsti postur,
sum kostaði kr. 62,90.
Sagosuppu við sviskum
og rosinum fingu tey so
eisini, sum vanligt var til
ervi fyrr. Keypt eru tvey
kg. Hetta svarar til um 150
portiónum. Hetta hevur
verið nokk so nógv fólk, tá
hugsað verður um, at Jens
Christian hevur verið heilt
ókendur í Føroyum. Hann
hevði verið burtur alt sítt
vaksna lív og hevði bert
verið í Føroyum fáar
mánaðir, tá ið hann doyði.
Hann hevur fyri kortum
verið umrøddur í hesi røð.
Omaná hevur verið kaffi
og køkur. Tað hevur ikki
verið spart uppá køkur, tí
tær kostaðu kr. 44,25. Kol
er sett til kr. 13,40.
Uppvartningurin kostaði
10 krónur, og tilgerðin av
matinum var 10% av
keyptu vørunum.
Hvat kostaði tað
so at búgva?
Hetta sæst á eini aðrari
rokning til búgvið. Jens
Christian hevði búð á hot
ellinum í 151 dagar. Prís
urin var 8 krónur um dagin
fyri kost, logi og vask.
Jens Christian hevur utt
an iva kent seg væl á hotell
inum, tí í testamentinum
hjá honum fekk Anna Katr
ina kr. 500. Hetta má hava
verið eitt gott íkast hjá
henni.
Tá ið hann so flutti tók
hotellið kr. 100 fyri seingj
arklæði og reingerð av
kamarinum.
Seinni varð hotellið yvir
tikið av Mortan á Skarv, og
var millum manna kallað
Hotel Skarv.
Eigari í dag er Beinta
Háberg Jacobsen.
Vertshúsið:
Anna Katrina var eitt konubrot
Fyrst í januar mánaði høvdu vit eina frásøgn um Hans Andreas Djurhuus, sum er fremsta ímyndin av Hotel
Djurhuus ella Vertshúsið, sum tað var kallað. Vit hava eitt sindur meira av søgu um hetta okkara fyrsta
hotel, eisini slíkt sum ikki hevur verið frammi fyrr
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
ANNA CATRHINA
DJURHUUS F. JOENSEN
F. 9. APRIL 1872
D. 29. JANUAR 1954
ØLL SAKN OG ALLAR
SORGIR
KÁMAST HER MÓT
SÁLARFERÐ
TIL LJÓSU
HIMMALBORGIR
FRIÐUR VIÐ TÍNUM
MINNI
…..
CHRISTIAN EDVARD
DJURHUUS
F. 5. APRIL 1882
D. 28. SEPTEMBER 1916
AL SORG ALT SAVN
FOR INTET ER AT REGNE
MOD SJÆLENS FRYD
I HIMLENS LYSE EGNE
FRED VÆRE MED DIT
MINDE
Komandi partur
Greinin komandi
hósdag verður um Elin,
Elsu og Grias Johanne
sen, og um hansara
verforeldur á Eiði
Christian Edvard og Anna Katrina Djurhuus
Uttan fyri Hotel Djurhuus í 1911. Christian Edvard og Anna
Katrina saman við børnunum Dia og Birran
Rokning frá Onnu Katrinu
fyri ervi í 1920