Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2001 19 Nýggi formaðurin heldur, at felagið hevur grundarlagið, sum skal til fyri at gera eina roynd at standa seg í fremstu røð NÝGGJ AVBJÓÐING Jóannes Hansen Skálamenn eru longu farnir undir fyrireikingarnar til størstu avbjóðingina í fót- bóltinum, sum teir nakran- tíð hava staðið yvirfyri. Undan vikuskiftinum segði Asbjørn Mikkelsen, at hann og hinir báðir veteranarnir, sum høvdu ábyrgdina í teimum sein- astu dystunum, ikki fóru at halda fram í 1. deild. Nú verður sagt av Skála, at Mathias Davidsen skal vera venjari. Í hesi vikuni er Mathias við U–17 landsliðnum í Sveis. Hann hevur verið dúgligur at tikið lut í venjaraskeiðunum, sum FSF hevur skipað fyri, hann hevur seinastu árini havt ábyrgdina av U–17 lands- liðnum, og hann hevur í fleiri ár verið venjari í NSÍ. Í síni tíð spældi Mathias við B68 – fyri tað mesta á næstbesta liðnum. Tað vil við øðrum orðum siga, at nýggja liðið í 1. deild fer at royna seg við einum venjara, sum – hóast hann hevur verið venjari leingi – fer at royna seg fyrstu ferð í bestu deildini. Fleiri skulu bera Kurt Rasmussen er for- maður í Skála Ítróttarfelag. Tað hevur hann verið síðani í summar. Aðalfundurin, sum sambært viðtøkunum skal vera í februar, varð fleiri ferðir útsettur. Tað vóru fáir herðar, sum bóru felagið, og tað tóktist ganga illa at fáa nýtt fólk í nevndina og at taka for- mansuppgávuna á seg. Men so tók Kurt Rasmussen uppgávuna á seg, og síðani hava teir á Skála roynt at fingið fleiri at taka ábyrgd. – Skála er eitt rímuliga stórt felag, og vit royna at fáa so nógv at vera uppií, sum tað ber til. Umframt høvuðsnevndina hava vit eina ungdómsnevnd, eina vaksnamannanevnd, eina sponsornevnd og eina aktivitetsnevnd. Á henda hátt vóna vit at uppgáv- urnar verða røktar av fleiri, enn tær áður hava verið, og tá setningarnir hjá hvørjum einstøkum eru nágreini- ligir, so skuldi tað borið til, uttan at tað kendist alt ov tyngjandi. Grundarlagið er har Tá tað snýr seg um komandi kappingarár, so hava teir á Skála ikki enn gjørt so nógv annað, enn at seta nýggja venjaran. – Vit rokna við, at tað fyrst og fremst vera spæl- ararnir, sum hava spælt liðið upp í 1. deild, sum skulu bera liðið. Málið verður í fyrstu atløgu at tryggja sessin í bestu deildini. Tað er ein av- bjóðing í sær sjálvum, heldur formaðurin í Skála Ítróttarfelag. Ætla tit at fáa spælarar aðra staðni frá til felagið? – Tað fara vit at tosa við venjaran um. Vit hava nógvar spælarar, og tað er kanska møguleiki fyri, at onkur verður umskúlaður til nýggjan leiklut. Onkur við royndum í 1. deild hevur spurt seg fyri, og vit bjóða øllum at vera væl- komnum at venja við okk- um. Men tað verður bara, um venjarin heldur, at liðið skal styrkjast á ávísum plássi, at vit fara at royna at heita á onkran spælara um at hjálpa okkum, sigur Kurt Rasmussen, sum roknar við, at tað skulu fleiri pengar til at reka felagið, og sum samstundis vónar, at inntøkurnar fara at økjast, nú Skála fyri fyrstu ferð skal royna seg í fremstu røð í fótbólti. Birmingham venj- arin, sum leingi hevur sýnt stóran áhuga fyri Toda Jónsson, er farin frá ONGLAND Jóannes Hansen Fyrr í summar var nógv frammi um, at enska 1. deildar felagið Birming- ham var áhugað í at keypa fleiri spælarar frá FCK, og Todi Jónsson varð nevndur millum hesar. Tað var um repp- ið, at miðvallarin Christ- ian Poulsen fór til Birmingham, men nú er alt hetta dottið niður fyri. Í fyrradagin frættist, at maðurin, sum hevði serligan áhuga í donsk- um spælarum, og sum leingi droymdi um at fáa Toda Jónsson at spæla á sínum liði, ikki longur hevur ábyrgdina í Birm- ingham. Talan er um Trevor Francis, sum í síni tíð var ein fínur fótbólts- spælari. Mánadagin boðaði Birmingham frá, at Trevor Francis ikki longur er venjari hjá teimum. Partarnir skilt- ust í bestu semju, varð sagt, men eingilsku fjøl- miðlarnir siga, at venj- arin hevur fingið sekkin, tí úrslitini hava ikki verið nóg góð. Birming- ham kappast fyrst og fremst við Aston Villa um tekkið hjá teimum fótbóltshugaðu í næst- størsta eingilska býnum. Teir vilja fegnir vera í bestu deildini, men tað gonst illa at sleppa upp úr næstbestu deildini. Fyri fyrstu ferð síðani í 1978 noyddust teir í Vejle at avlýsa, tí tað var so tjúkt í mjørka MJØRKADYSTUR Jóannes Hansen Í Føroyum er tað meiri enn so komið fyri, at mjørkin hevur verið so mikið tjúkkur, at tað hevur verið torført at spæla fótbólt. Men tað er sjáldan ella næstan ongantíð komið fyri, at dystir hava verið avlýstir orsaka av mjørka – hvørki landskappingar- dystir ella altjóða dystir. Men tað hevur ofta verið tosað um, um tað hevur verið ráðiligt at spæla, sjálvt um tað hevur verið spælt. Mánakvøldið varð ein dystur í donsku superliguni steðgaður, tí tað var ov nógvur mjørki. Vejle hevði vitjan av Viborg. Í 1. hálvleiki var sýnið hampu- liga gott, men fram ímóti steðginum tók at myrkna, og tá spælararnir komu á vøllin eftir hvíldina var so tjúkt, at dómarin gjørdi av at gevast. – Av miðjuni sá eg ikki í endarnar á vøllinum, og linjudómararnir sóu ikki tvørtur um vøllin. Tí var einki annað at gera enn at blása dystin av, segði dómarin, sum bríkslaði fyri síðstu ferð, tá 2. hálvleikur var tríggjar minuttir gamal. Stadion í Vejle liggur í tiltikna vakra umhvørv- inum í Nørre skóginum. Tað er ikki komið ofta fyri, at tað hevur verið neyðugt at avlýsa orsaka av mjørka. Onkur í Vejle visti mána- kvøldið at siga, at síðst ein dystur varð avlýstur í Vejle orsaka av mjørka var í 1978. Tá dómarin steðgaði dystinum í Vejle, var støðan 0–0. Vejle hevði verið omaná í 1. hálvleiki, og tí iðraðu teir seg. Viborg venjarin iðraði seg, tí hann segði, at teir í steðginum høvdu funnið út av, hvussu teir skuldu vinna á Vejle! Mathias skal venja Skála Leygardagin tryggjaði Skála sær fyri fyrstu ferð uppflyting til bestu deildina, og nú er greitt, at tað verður Mathias Davidsen, sum fer at hava ábyrgdina av liðnum. Hetta er samstundis fyrsta ferðin, at Mathias fer at royna seg sum venjari í bestu deildini Mynd: Álvur Haraldsen Francis fekk sekkin Mjørkin steðgaði Vejle 19 Hondbóltssambandið hevur gjørt avtalu við danan, Lars Nedergaard, um at venja føroyska mansliðið í hondbólti komandi tvey árini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur leingi ljóðað, at nýggjur landsliðsvenjari var funnin til føroyska manslandsliðið í hondbólti, og fríggjadagin í farnu viku kundi HSF so bjóða til tíðindafund, har samstarvið millum partarnar varð al- mannakunngjørt. Ikki nýggjur Talan er um danan, Lars Nedergaard, og hóast talan soleiðis er um útlendskan venjara, so er talan ikki um nakran ókunnugan mann í føroyskum hondbólti. Lars Nedergaard hevur føroyska konu, og fyri nøkrum árum síðani var hann í starvi sum høvuðsvenjari hjá VÍF, og hevði hann tá millum annað ábyrgdina av fleiri av teimum leikarum, sum í dag gera um seg á besta mansliðnum í landinum. Umframt venjaraavtaluna við Lars Nedergaard hevur HSF eisini gjørt avtalu við Frank Petersen. Hesin er annars í starvi sum fysiskur venjari hjá danska hond- bóltssambandinum, og tað er fyrst og fremst í hesum sambandi, at avtalan er gjørd. Hetta við væntandi fys- iskari venjing var annars eisini nakað, sum varð havt á loftið, tá mansliðið fyri einum ári síðani spældi tríggjar EM-undankapp- ingardystir, og í samrøðu við Útvarpið fríggjdagin legði nýggi landsliðsvenj- arin eisini áherslu á tørvin á hesum. Ein tørvur, sum ætl- andi skal loysast í einum langsiktaðum samstarvi við ymsu feløgini kring landið. Avbjóðingar Síðani tað varð greitt, at eingir altjóða dystir hjá landsliðnum verða á skránni fyrr enn komandi ár, hevur ein hin størsti spurningurin verið, hvussu verður við avbjóðingum hjá landsliðnum. Enn tykist hetta heldur ikki vera heilt greitt, og ein- asta, sum kann sigast við vissu er, at liðið fer at taka lut í EM-undankappingini um tvey ár. Fram til ta tíð verður so sjálvandi eisini neyðugt við øðrum avbjóð- ingum, og sum skilst, so verður eisini arbeitt við, at liðið kann fáa nakrar dystir. Eisini verða regluliga venjingar hildnar, og við Útvarpið segði Lars Neder- gaard, at talan helst fer at verða mánaðarligar lands- liðssavningar, har talan verður um bæði venjing og fysiskar royndir av ymsum slag. Jónleif til kvinnurnar Tað er tó ikki bert á mans- síðuni, at HSF hevur leitið eftir landsliðsvenjara. Sum vit hava skilt tað, var ætlanin eisini, at nýggjur venjari hjá kvinnu- landsliðnum skuldi setast formliga í starv fríggja- dagin, men allir smálutir hesum viðvíkjandi eru tó ikki komnir upp á pláss enn. Venjarin, sum talan hevur verið um í hesum føri, er núverandi Kyndilsvenjarin, Jónleif Sólsker, og væntandi verður tað eisini hann, sum verður settur í starvi, men hetta kann so ikki staðfestast, fyrr enn partarnir hava fingið pappír upp á hvønn annan. Hjá kvinnulandsliðnum er somuleiðis eitt sindur ivasamt, hvussu verður við avbjóðingum fram il EM- undankappingina í 2003. Møguliga verður liðið teknað til sonevndu Challenge-Cup kappingina, sum er ein hondbólts- kapping fyri tær heldur veikaru hondbóltstjóðirnar, men heldur ikki her er nakað endaliga fastlagt enn. Nr. 200 • mikudagur • 17. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Sunnudagin var 3. umfar í elitudeildini hjá donsku flogbóltskvinnunum leikt. Kvinnuliðið hjá Frede- riksberg Volley leikti móti Randers, og Frederiks- berg vann dystin 3-1. Áður í hesum kapp- ingarárinum hevur Frede- riksberg vunnið 3-1 á bronzu-vinnarunum frá í fjør, sum er Gentofte og tapt 3-0 fyri Holte, sum fór avstað vid silvurinum í fjør. Liðið hevur sostatt 4 stig nú. Á liðinum hjá Frederiksberg spæla Alvilda Ólavsdóttir og Annika Joensen, sum báðar vóru við til at tryggja Føroyum gull á Isle of Man í summar. Atlantic Airways stuðlar teimum føroysku lands- lidsleikarunum, sum spæla í Frederiksberg. Næsta vikuskifti verða eingir dystir, so Frede- riksberg skal ikke í eldin aftur fyrr enn 27. oktober, og tá er tað gullvinn- ararnir frá í fjør, sum eru DHG frá Odense, sum fáa vitjan frá Frederiksberg. Frederiksberg Volley vann 3. dystin Hóast vit nóg illa eru komin í holt við lands- kappingina, so er longu greitt, at kappingin í meistaradeildini hjá kvinnum bert fer at telja fimm lið í ár. Orsøkin er, at Fossánes, sum fyri fyrstu ferð spældi í meistaradeildini í fjør, hevur trekt liðið hjá sær út kappingini. Hetta hevur sjálvandi ført fleiri avlýsingar við sær, sæð í mun til kapp- ingarskipanina, men tey, sum hava atgongd til alnetið, kunnu síggja dagførdu skipanina á www.fbf.fo. -jm Fossánes er ikki við Landsliðsvenjari settur Lars Nedergaard, sum her situr ímillum Frank Jacobsen og Petur Ova Petersen, verður komandi tvey árini landsliðsvenjari hjá føroyska mansliðnum í hondbólti Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18