hósdagur 7. mai 2009síða 45
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 • 7. mai 2009
Kirsuberini vinna á drúvurnar í
ummælinum í dag!
Drúvurnar eru annaðhvørt
vánaligar ella geispandi keði-
ligar í dag. Hin góði tunesin,
Edler, hevur áður verið um-
mældur í øðrum árgangum.
Við rættiliga skiftandi skoðs-
málum. Hetta vínið hóskar seg
als ikki at goyma. Tað doyr ræt-
tiliga skjótt. 2006-árgangurin
er í dag longu steindeyður. Ein
spillfrískur árgangur av Edler
hevur ávísar dygdir. Tað havi eg
áður víst á.
Santa Cabas Caberbet Sau-
vignon er so rót-kilenskt rey-
ðvín sum tað kann vera. Uppá
tann leiðiliga mátan. Einfalt og
lættrennandi. Har vantar nerva
og meira av reinleika í fruktini.
Í dag sleppa fruktvín eisini
framat. Hetta er vøra, ið kan-
ska vendir sær til drinks-fólkið.
Hvussu Pepino Peach er fram-
leitt er ilt at siga. Ikki verður
nógv upplýst. Einans at vøran
er grundað á fersku. Veruleikin
er tó eftir mínum tykki, at her
er ikki nógv natúrlig frukt í.
Smakkurin er syntetiskur og
illa samansjóðaður við tilsetta
alkoholið.
Um nakað hevur gloymt
hvussu ferska smakkar, so key-
pið eina fríska og roynið!
Góða gamla Kirsberry munna
nógv kenna. Uppá gott og ónt!
Tey flestu hava eina meining
um kirsuberjavín. Og ivaleyst
spenna hesar meiningar víða.
Eftir mínum tykki er Kirs-
berry ein rein vøra við ávísum
dygdum. Rættiliga reinur kir-
suberjasmakkur í fínari javnvág
við beiskum broddi av mand-
lusmakki. Hesin smakkurin
stavar frá kirsuberja-steinunum.
Minnir ikki sørt um italsku
kandisseraðu Amarena Fabbri-
kirsuberini í gløsum.
Men ansið eftir, Kirsberry
skal njótast við máta. Rákin og
smakkurin er so kraftmikil og
parfumeraður at rættiliga skjótt
gerst vamlisligt. Og tað er iva-
leyst tað, ið nógv hava roynt.
Kirsberry er avgomul vøra.
Tað var hann sjálvur Carl Theo-
dor Jespersen, ið fyri meira enn
100 árum síðani gjørdi upp-
skriftina til Kirsberry.
Frísk donsk kirsuber teljast
millum heimsins bestu. Tempe-
reraða veðurlagið er orsøkin.
Roynið lítið glas av ísakøldum
Kirsberry við opnum sinni.
Ikki so galið, so segði hann.
Santa Cabas, Central Valley,
Cabernet Sauvignon 2006
Edler Vom Mornag, AOC
Mornag, Carignan-Syrah
2006
Kirsberry
Pepino Peach
45
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Turt reyðvín úr Kili
Ummæli: Kirsuberjareyður
litur. Kraftmikil ráki av
sólberum og grønum urtum,
ið eyðkennir kilenska Cabernet
Sauvignon. Smakkurin lættur
og einfaldur. Sólber, eitt sindur
av sjokolátu og so hesin grøni
tónin. Lættrennandi og leiðiligt
reyðvín.
Kostnaður: Kr. 58,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr
Tunesia
Ummæli: Døkkur
granatreyður litur. Dovin
angi av súltutoyskendum
berum. Smakkurin somuleiðis
skerflatur og søtliga leiðiligur.
Fruktin er sólbrend. Søtlig og
oksiderað. Eingin frískleiki.
Kostnaður: Kr. 70,00
Skoðsmál:
Uppruni: Søtt Kirsuberjavín úr
Danmark
Ummæli: Litur sum oksablóð.
Sera kraftmikil og samansettur
angi av bæði sólbúnum
kirsuberjum og mandlum.
Næstan parfumeraður.
Smakkurin somuleiðis
kraftmikil og ráur og søtur.
Harmonisk javnvág millum
søtligu kirsuberini og beiska
mandilsmakkin. Dygdarvøra.
Kostnaður: Kr. 86,00
Skoðsmál:
Uppruni: Ikki upplýst
Ummæli: Ein eftirgjørdur angi
av nøkrum, ið minnur um
natúrliga fersku. Men heldur
ikki meir. Smakkurin søtligur
og óharmoniskur av hesum
sama fruktsmakki og alkohol.
Torført at siga nakað gott um
hesa vøru. Einki er upplýst
um uppruna ella mongd av
natúrligari frukt.
Kostnaður: Kr. 67,50
Skoðsmál:
Kirsuberjavín